Elieser Joensen í Mykinesi sigur frá 1965. Samrøða við Janus Mohr. Endurgivin við loyvi frá rithøvindinum © Janus Mohr.

Til skips

Tað var eitt árið, eg var til skips. Vit fóru út á bankan, brutu bátin og fóru so at sigla innaftur. Tað var toka, tá vit komu inn undir land, og vit fingu ein so ringan sjógv, at tað var ólukksáligt. Storseglið skrædnaði, mesanurin skrædnaði. Vit fóru suður við landinum og komu inn í Nýpuna, róku so suðureftir og høvdu gott eina snørislongd úr landi suðureftir frá Nýpuni, - ja, kanska tvær snørislongdir, tað mundi tað nú vera.

Tá vit komu á tangan, kom eitt fleyr aftaná okkum, og vit fingu sett breiðfokkuna, - sigldu bára við henni inn á Miðvág.

Tá vit so fóru haðani, bar einki til undir Føroyum, og vit fóru tí upp á Vestlandið, men har bar heldur einki til. Tá vit komu heim aftur, var ringt veður; tá skrædnaði alt í lepar. Vit fóru at sigla norður við Nesið. Vit lógu á Mánaroyggjagrunninum, og tá brendi hann á av útnyrðingi. Máttu so stinga av frá snørunum og tóku trý reb niður; hann var útnyrðingur, og til alla lukku sluppu vit frá aftur. Lógu innarlaga, og fult dekkið høvdu vit av fiski. 1600 høvdu vit fingið, tá tað brast á.

Vit lógu so til um morgunin; og so fóru vit at reinsa , meðan vit sigldu eystureftir. Hettá var um heystíð, og vit vóru á veg heim. Tá vit komu eystur um Langanes, hildu vit, at tað gekk fór spakuliga, loystu triðja reb úr og sigldu suður um Nesið. Men tá vit skuldu venda, fór seglið aftur; tá skrædnaði tað heilt. - Einki høvdu vit annað, ikki ein klút høvdu vit, - einki annað stórsegl, men máttu royna at pjøssa tað aftur, áðrenn vit fóru at sigla heim.

Fóru so inn á Farskrúðsfjørðin og seymaðu seglið aftur, - royndu at pjøssa táð. Vit sigldu líka inn á botn í hesum fjørðinum, og har bleiv frægari við vindinum. Tá kom hann vestaneftir. So bleiv hildið avstað aftur. Tað gekk væl, til vit vóru komnir inn undir land í Føroyum. Tá kom eitt æl av útsynningi, og vit mistu klyváran - tánn stóra klyváran - og stórseglið; tað skrædnaði av tvørtur um annað rebið. Tá lógvu vit út úr Rivtanganum og stríddust at sleppa upp fyri Mýling alla náttina og komu heim við Saxunarlandinum. Vit høvdu breiðfokkuna hvørja ferð á staginum, sum vit kundu hava hana. Og so komu vit heim á Flógvan og hildu, at tá var sloppið. Tå høvdu vit tvey reb í stórseglinum inn í gott veður.

Ein trolari lá har og spurdi, hvussu veðrið var fyri uttan. Vit søgdu: bad veður. Tað var einki annað. Glaðir vóru vit at vera slopnir frá tí. Vit komu til lands fyri uttan segl. Ja, soleiðis var tað við teimum gomlu skipunum.

Skipið var Mary Broys.
Top of page

Gamlir sálmar - Kingosálmar

Tá teir gomlu sálmarnir vórðu sungnir, var tað deknurin, sum begynti, Jógvan í Ábrahamsstovu. Og eina tíð var tað Ísak fyri Handan Á. - Tað var fyri mína tíð. Tað varð oftá flent í kirkjuni fyrr í tíðini at teimum eldru monnunum, tí teir komu ikki ásamt. Fullir sotu teir jólamorgun. Og serliga minnist eg ein gamlan mann, sum plagdi at koma við góðari kenning í kirkjuna. Ísakur kom tá eisini; teir høvdu sitíð og drukkið jólamorgun. Og hevði annar begynt sálmin, so begynti hin eisini. Soleiðis var tað vorðið. Einaferð fór hann líka út á kórsgáttina at standa og syngja, og tá mátti Eiriks-Ísakur gevast. Soleiðis var livið í tí tíðini. Teir fingu sær eina kenning, áðrenn teir komu.

-Eg minnist teir syngja, tá teir fóru til útróðar. Vit vóru ikki meira enn tólv ára gamlir, tá vit fóru í bát. - Teir brúktu so nógvar sálmar at syngja. Hasi fýra versini sungu teir: "Nú flyr jeg til din nåde", og hini fýra versini "Giv fred fremdeles í vort land" sungu teir eisini viðhvørt, tá teir fóru til útróðar, og so plagdu teir at syngja okkurt einstakt vers eisini, eitt nú hattá versið "Jesus, vi dig nú kalde paa" . Tað plagdi pápi at sungja viðhvørt, tá hann fór kort út. Og "Gud unde os her at leve saa" sang hann eisini og "Jeg raader eder alle, I tænker eder om". Tá teir komu aftur, plagdu teir at syngja "Ære være Gud fader í Himmerig".

Sjálvur dugi eg ikki at syngja tey gomlu løgini. Eg hoyri teir syngja í radio, men mær dámar ikki tað lagið, teir hava. Teir høvdu ið hvussu so er ikki sovórðið lag her. Men ein kvívíking havi eg einaferð hoyrt syngja "Giv fred fremdeles í vort land". Tað var Jóan Pauli á Eystaruhellu. Sum hann hevði pent mál, tann maðurin. - Nei, her í Mykinesi er eingin, sum dugir at syngja við tí lagnum, sum teir skulu hava. Men Karl (Sivertsen), skal eg siga tær, sum er í Havn, hann eigur at duga lagið við Kingosálmunum, ið hvussu so er við nøkrum av teimum. Hann hevur eitt sindur av máli, og hann hevur gott lag eisini.

Tá teir nýggju sálmarnir komu, tá bar einki til at syngja í kirkjuni. Men so kom Niels Paul (Mohr, lærarin). Og Laurits, bróðir og Jóhannus, teir sungu tá við honum. Og so vóru eisini konufólk, sum høvdu gott mál. Tey tóku so eftir teimum. Men so til endan fingu teir orgul.
Top of page

Kvøðing og dansur

Kvøðið havi eg nógv. Serliga væl dámdi mær at kvøða "Kong Sverke", og eg dugdi nógvar vísur. Tey dansaðu dúgliga her fyrr, og eisini drukku teir sum aðrir menn. Men nú er alt fólkið fárið. Vit sitá við ongum fólki. - Ja, "Kong Sverke", handan vísan gekk grúuliga væl hjá mær, tá eg var ungur. Eg dugdi ongantíð hesar føroysku vísurnar. Eg kvað tær ongantíð. Men teir, sum ungir vóru, Hans í Ábrahamsstovu, sonur mín og teir, teir kvóðu tær føroysku vísurnar.
Top of page

Útróður

Út havi eg róð sum ein maður. Eg fór at rógva út, tá eg var smádrongur, og eg róði út her, inntil eg var tjúgu ára gamal. So fór eg at sigla viðhvørt. Eg sigldi nakað leingi, eini átta ár ella níggju. So fóru vit at rógva út, - fingu okkum bát og fóru at rógva út. Undir krígnum róðu vit út. Tá var eg ongantíð og sigldi heldur, - tí fyrra krígnum, og vit fiskaðu eisini nógv. Men tað var fiskur, teir fingu tá, tað var alt toskur. At draga fimm sentur av toski her á Pollinum á snøri, tað var iðuligt; fingu ongan smáfisk. Hettá var so undir fyrra kríggi.

Undir seinna kríggi høvdu vit fingið maskinbát. Eg róði út við bøndrunum, Jogvani í Ábrahamsstovu og Jákupi (í Handanastovuni?). Vit fiskaðu væl. Tá varð ikki sovið; vit sigldu í Vágar við fiskinum um náttina; tað var ólíkindir og var oftá vánaligt.

-Eg minnist teir at hava róð út við tólv árabátum úr Mykinesi. Um summárið róðu teir við teimum smærru bátunum, tveir og tríggir menn og fýra, - ja, summir róðu sjálvir fimti. - Jørgin róði sjalvur fimti. Teir litu mær nakað væl til, summir, tað gjørdu teir. Túgválsbondin átti eisini ein bát, Sakaris ella teir, - og Martin. Teimum fór eg at rógva við. Tað var tánn fyrsti motorbáturin, sum róði - sum hevai maskinu. Og eg plagdi at vekja teir hvønn morgun at fára til útróðrar.

Ofta varð farið tíðliga avstað, tí tvær ferðir róðu vit út á Guttamið um dagin, - altso tvinni kyrrindir á Guttamiði. - Tað eru ikki meira enn tríggir fjorðingar út á tey innastu miðini.

Men vit plagdu at reka líka út á havið, heilt út igjøgnum, - líka út undir horisontin, segði Aleksandur. - Ja, í góðum streymi vóru vit einafera við einum fimmmannafari har úti; tað var í torra, og vit vóru fimm við honum. Vit settust so inni á tí innast á miðinum og róku út eftir eitt sindur, út á Guttamið har suður eftir, og so vendí tað norður aftur við okkum. Tá var báturin so fullur, at tá fingu teir ongan fisk lagt í skutin meir. So fóru vit at avhøvda. Settu seglið á hann, tá vit vóru komnir norður aftur. So avhøvdaðu vit, til hann lætnaði eitt sindur, og lógu so eina løtu aftrat.

-So segði Laurits, bróðir, at nú skuldi verða farið til lands.
Eg sigi við hann: Tú skalt kasta hasi høvdini út, sum vit hava; tað dreygar seg um meir, sigi eg. - Nei, so bannað verið! - Vit høvdu eitt sindur av høvdum inni eisini. Vit høvdu ikki kastað øll út. Báturin var eitt sindur fullur, men hann var ikki tað fullur, tí gott var veðrið. Vit høvdu tríggjar og tjúgu sentur í honum. Hann tók so nógv, hann var nakað breiður.

Teir avreiddu altíð í Mykinesi fyrr. Í fyrstani, eg var giftur fyri einum fjøruti árum síðani, komu teir altíð tvær ferðir um dagin fullfermdir. Teir saltaðu her. Teir róðu við línu, til juni mánaður var næstan úti, - nei, hálvan juni mundi tað vera. Tá teir fóru á fjall, kom steðgur í útróðurin viðhvørt. Men einkultir vóru alíkavæl, tí tað var so mikið fólk, at teir fingu fjallskipan kortini, um nakrir róðu út. Tá var fiskurin eisini stórur.
Top of page

Fuglaveiði

Laurits, bróðir, var góður fleygamaður; hann dugdi væl at fleyga. Men eg rósi ikki av, at hann var góður bjargamaður; fór tó allastaðni, sum gongt var. - Og fleygamaður var hann av teimum bestu. Einaferð fleygaði hann yvir 900. Tað var her úti í Eggini í Múla. Hann fór um kvøldið, og hann kom ikki aftur fyrrenn kvøldið eftir. Símun fór út til hansara, og hann fleygaði hundrað eftir táð, at Laurits var givin. Og Andrias fleygaði eisini úti við 1000, - Andrias á Túgváli, pápi Sakaris. Og Ábraham var eisini komin til yvir 900 tánn dagin, - Ábraham í Ábrahamsstovu. - Tað var tað mesta, teir hava havt á stong, haldi eg. Og Jørgin var eisini av fittastu fleygamonnum. Tað mesta, hugsi eg, at Jørgin fleygaði, var 800 um dagin. Hann fór ikki avstað um kvøldið. Hann hevði altíð goðar sessir, sum rímuligt var.

Nú er alt verri, - nú fer eingin at fleyga, eingin at draga. Kann henda, at onkur fer at táka sær nakrar lundar, men í annan máta er eingin dráttur nu.

Tað hendi seg, at tey komu til 80.000 fyrr. Tað eru eingir fleygamenn nú afturímóti tað vóru tá. - Til táð, tí teir ganga ikki at fleyga, og teir lítá uppa vetrarfleyggið, - havhestin.

Havhesturin er nógvur. Bára veðrið er, so fáa teir havhest. Men nú taka teir ikki ungar. Ungarnir koma aftur at flúgva um veturin. Havhesturin var eisini góður fyrr, havhestaungin. Tað var stravið at eta ein fjórðing av honum hjá summum monnum, tí tað hendi seg, teir vóru tumma við lærið, fyllan av eimum. Ónatúrligt, hvat teir smákkaðu væl.

Og súlurnar. Súlurnar søkja teir ikki nú, sum teir gjørdu fyrr. Nú er eingin bjargamaður. Tað kann henda seg, at onkur kann fára niður á røkur. - Eg veit, at teir hava tikið úti við 1000 súlur. 900 hava teir fingið viðhvørt nú hesi árini. Tí teir hava bára verið á rókunum. Teir hava ikki sigið yvir Klettinum. Heldur ikki undir Røkrunum. Tað sigu teir altíð fyrr. Og annan drangin har úti fer eingin á nú. Teir plagdu at fáa 40 á honum, - hasum hægra dranginum. Nú fer eingin á hann, tí teir sleppa ikki út á Bølið sum fyrr. Nú er tað nokk ikki gongt út. Teir plagdu at rógva línuna upp á hann. So stóðu hinir og hálaðu heimi á Hólminum. Nú er tað ómøguligt at ganga har. Teir hava verið einkultar ferðir. Teir vóru viðhvørt har úti, tá eg var yngri, men nú er ikki gongt. Tað er akkurát sum ein knívsegg.

Fleygasessur er frálíkur har úti. Teir plagdu at fleyga nógv úti á Bøli fyrr.

Bjargamaður havi eg ongantíð verið av tí grund, at eg havi havt ein lamnan arm. Eg havi havt eina øksl, sum er runnin skeivt saman aftur, og eg fái ikki hondina upp um høvdið. At fára í línu og at lesa seg, tað er ómøguligt. Men tað havi eg verið til skips og kunnað drigið fisk fyri. Tað hevur ikki bilað.

Men eg havi roynt at gjørt mítt arbeiði við hesi somu økslini. Eg breyt hana, tá er var tvey ella trý ára gamal.
Top of page

Huldufólk

Eg havi einki huldufólk sæð, men Jákup fyri Handan Á, hann skuldi síggja meir enn almindiligt. Og Jákup á Túgváli eisini. - Hann hoyrdi okkurt, tí hann hoyrdi eina ferð, hann kom út eftir Eggini skilliga eitt konufólkamál í Mortansklettinum, og tað sat og sang fyri barninum. Tað hoyrdi hann skinbárliga, segðist.

Og so var tað Jákup fyri Handan Á, hann átti tólv gyllin. Tað er hesin kletturin her oman eftir, og eina nátt var hann farin at bjarga hoyggj. Tá lá hin gamli (huldumaðurin) upp á siðuna á honum og tyrvdi í gravirnar. - So segði hann frá honum. Hin gamli var farin at bjarga hoyggj eisini.

Sjalvur havi eg ongantíð verið varur við sovórðia, men Niclas hárafturímóti, - frá tí, hann var í Handanástovuni. Hann bæði sá og hoyrdi.
Top of page

Eirikshús

Eg giftist inn í Eirikshús. Ísakur doyði, beiggi konuna, og hann hevði fingið komfýr í húsið, so grúgva var eingin tá. Tað var eitt ónatúrligt knoss at hava troðrið at vaska, - tað var ólukksáligt. Men so fingu tey sær kaminu og komfýr. Hasi húsini eru 100 ára gomul, men tað mesta, sum er í teimum, er meira enn 200, - tánn mesti viðurin. Tað var eitt ordiligt hús fyrr, stórt hús, og teir brúktu eisini nógv av tí sama aftur.

Verpápi mín reiv húsini niður og gjørdi tey so upp aftur, men Ísakur, verpápi hansara, hann vildi ikki, at hann skuldi gera grundina so mikið høga, at hann skuldi hava kjallara. Men so tók eg, tá eg kom i húsið, og reiv norðurveggin niður. Tað var hálvur skjøldur norðan fyri. Teir gomlu menninir høvdu tað altíð. Men mær dámdi einki táð, og so laðaði eg bara veggin í topp, og síðani hava húsini verið sterk. Ikki bøkkur farin av teimum, síðani eg giftist inn.

Tá vít høvdu kálv, stóð hann í roykstovuni. - Vit høvdu tveir kálvar í roykstovuni, tá eg kom í húsið. Kúgvin var so norðuri í endanum. Einaferð reiv Eirikshús, tá eg var smádrongur. Tá reiv hoyggjhúsið. Tað kom inn á kunna. Tá var eisini ringt veður. Tað komu tríggjar hvirlur hvør aftaná aðrari. Tað, sum stoð fyri, tað brotnaði. Men eg havi ongantíð minst sovórðið veður aftur, - men tað hevur oftá verið harðført her.

Hann var landnyrðingur norðan. Tað er ring ætt. Landnyrðingur norðan er ringastá ætt í bygdini. Norðan er frægari, tí hann er ójavnur. Hann kastar allar vegir kortíni. Men landnyrðingur norðan er javnur oman gjøgnum bygdina.
Top of page

Ferðalíkindi

Tað longsta, eg minnist, tað ikki hevur viðrað at koma á land í Mykinesi, er átta vikur um veturin, - tá eftir jól. - Tað er tað longsta, og teir fingu vøruna út undir oyggj. Ein bátur kom út við posti og vøru. Tann fyrra dagin førdi hann eitt sindur av margarin og sovórðið, - sukri - og so kom hann aftur við mjøli dagin eftir, út á Álaberg. - Tað er norðanfyri, inn móti fjørðinum. Tað var langur teinur at bera.

Frá bakkanum á Borgardali, tað er nakað langt; tað eru einir tríggir - fýra fjórðingar. Eg minnist eisini Jóan Heina úti í Løvu, gamla; hann var farin niður á Álaberg. Og so kom hann upp aftur. Hann lesti seg upp. Ein keta lá. Tá hann kom næstan upp, tá hugdi hann upp, og mjølsekkurin fór aftur av honum. Hann fór í smildur; - Ja, tá var so ringt, at tá var tað seinastá breyðið hjá summum fólkunum í ovninum, bakað og etíð. Summi høvdu eitt sindur av mjøli inni kortini.
Top of page

Kornvelting og oksar

Mykines var gott kornpláss, men viðhvørt kundi tað mislukkast. Men tað var eisini stravið at standa og sjagga á kvørnini. Kornið, teir høvdu í handlinum í Føroyum, tað bleiv malið. Eg minnist, tað var nógv korn í bygdini, sum ikki var føroyskt korn. Tað kom nógv korn, bæði frá Godtfred og eisini frá teimum í Vágsbotni. Men tað var ikki altíð, at kornið var gotti tað var svart viðhvørt. Men eg minnist, at vit høvdu onkran hendinga sorn, - eitt sindur av korni viðhvørt, men ikki til táð, - bára smakkur av tí, tað var tað heila. Kornplássið var gott; tá tað ikki slerdi av. Og eplini fingu teir nógv viðhvørt og einki viðhvørt; soleiðis hevur tað verið alla vára tíð.

Teir skotveltu og gróvu tvørveltur eisini. Tað var ofta, teir skóru tað soleiðis, - skutu til skotveltu, men plógv hava teir ongantíð havt her. Hakin var áltíð.

Tá lógu ikki køstarnir fullir, sum teir hava ligið nú. Teir høvdu einar seks-attá kýr summir, og so høvdu teir oksarnar fýra ára gamlar, og tað vóru altíð einir tveir í hvørjum húsi, bóndahúsi.

Teir stóru menninir høvdu altíð oksar. Jákup á Túgváli og Jákup fyri Handan Á høvdu altíð tveir at koyra av um árið. Fýra ára gamlar ella trý ára gamlar. Eitt árið gekk hann í haganum, annað árið stoð hann fastur á bønum, og so bleiv hann við at ganga í haganum, inntil hann var komin so langt.

Eg minnist nógvar oksar. Pápabeiggi, Jóan Heini úti í Løvu plagdi at hava ein og tveir. Og Jákup fyri Handan Á hevði altíð tveir at koyra av og eisini Túgválsbondin. Og gamli Heini hevði eisini oksa fyri tað mesta. Smámenninir, sum ikki høvdu oksafrælsi, høvdu seyð - altso imoti. Teir høvdu níggju gyllin undir ærina, og teir, sum høvdu oksarnar har úti, høvdu tvær merkur undir teimum, men nú, teir tóku burtur av hólminum til fýrið, blivu oksafrælsini 36 gyllin, og tá man hevur eitt seyðafrælsi, so skulu tað vera níggju gyllin.

Men nú er tað ikki uppá den máta, - nú hava tey ongan oksa, nú skulu tey hava seyð.

Tveir oksar eru í Holminum í ár, tveir ungir oksar, tvey ára gamlir ella trý.
Top of page

Neyt í bygdini

Tað plagdu at vera yvir 40 kyr, sum gingu í haganum. Og tá gingu tey til neytar, sum rímuligt var. Tey, sum ikki høvdu undir oksan, tey áttu ikki at ganga til neytar. So hevði onkur smámaður oksa eisini, sum lænti sær frælsi frá teimum ríku monnunum. Vit høvdu einaferð ein, tað minnist eg. Pápi hevði fingið frælsi frá onkrum øðrum undir hann. - Tveir tarvar høvdu teir og fjøruti kýr, men nú er eingin tárvur og einki nakað.

Nú munu vera einar fjúrtan ella fimtan kyr í bygdini. Vit hava tvær, men vit hava ikki tvær leingi, tí handa kúgvin, sum vit hava, - sum vit hava liggjandi her niðri í Toftum, hon hevur verið so góð, vit hava ikki vilja dripið hana. Hasa kúnna fingu vit frá Benadikt; ein deilig kugv; eg veit ikki, hvar slektin er komin frá.

Landbrúkið í Mykinesi minkar í hvørjum. Tá bøndurnir stinga av, so verour einki landbrúk. Og tað sindrið av fólki, sum er, tað fer burtur. Men nú eru tað nakrir, sum ikki orka burtur. Jógvan í Ábrahamsstovu (og hasin har), hann er einsamallur at røktá Líðarhaga. Olli hevur røktað við honum, men hann orkar ikki longur.

Jens roynir at stríðast við Heimangjógv, men hann er gamal eisini og
ússaligur. Fór Jens av oynni, so hevði hann arbeiði, - hann er ein sovorðin maður; tí Jens dugir at gera al den ting. Hann er dyktigur smiður eisini.
Top of page

Húsabygging

-Tað kostaði ikki nógv fyrr. Vit bygdu eini hús, Laurits og eg. Eg hjálpti teimum at byggja, og eg fekk onga løn afturfyri. Eg dró grótíð frítt til hansara, og eg bar viðin niðan úr fjøru og var við at laða grundina eisini. Lógu har og knossaoust við steinarnar við ongum krana. Har eru stórir uppi í. Tað eru hasi húsini, sum standa uppi við kirkjugarðin, vit brutu grót til. Tað skuldi hvør steinur vera so akkurát.

Husini kostaðu ikki nógv. Eg haldi, teir fingu 40 krónur fyri at laða grótíð. Einar 80 kronur, húsið at gera. Tað kostaði ikki meir, og hann fekk viðin fyri 1200 krónur frá Rasmusi norðuri í Stovu.