Samrøða við Katrina Johannesen.
Endurgivin við loyvi frá "Kvinna", Copyright Kvinna oktober 2009.

Blá bók:

• Katrina Johannesen, fødd í 1969
• Fødd og uppvaksin í Mykinesi
• Útbúgvin bachelor í vinnulívi og búskapi við University of East London
• Rekur Kristianshús, sum er gistingarhús og matstova
• Arbeiðir sum lærari um vetrarnar
• Livir saman við Esbern í Eyðansstovu, ið er bóndi og arbeiðir hjá SEV
• Saman hava tey børnini Ronju, 8 ár, og Hans Meinhard, 12 ár


Katrina Johannesen: Oyggin hevur drigið meg ALT MÍTT LÍV

Úr Mykinesi til London umvegis Sørvág og Hoydalar. Fyri síðani at ganga lúkst ímóti streyminum av bygd og í bý. Tí eftir lokna útbúgving innan búskap og vinnulív við University of East London vendi Katrina heim aftur til Mykinesar, har hon hevur búð síðani. Nú við manni og tveimum børnum.
– Mykines kallaði, og eg mátti flyta heim aftur. Eg kundi óivað búð nógvastaðni, men tað hevði bara verið næstbest. Tað er her, eg havi mínar røtur, og tað er her, eg hoyri heima, sigur Katrina Johannesen, tá Kvinna hitti hana til eitt prát um kvinnulív á útoyggj.

Barnalív

Katrina er ættað úr Stallhúsi í Mykinesi. Hon er onnur av tvíburum, sum eru yngstar í einum systkinaflokki við 3 dreingjum og 3 gentum, so har vóru altíð børn at spæla við. – Okkara barndómur var nokk í nógvar mátar sum hjá so nógvum øðrum børnum í Føroyum. Vit loftaðu, spældu Gev ljóð, hoppaðu band og elastikk, spældu stikk-bólt og henni-over¸ spældu við dukkur og súkklaðu, greiðir Katrina frá. – Ofta skuldu systir mín Sunneva og eg leiða kýrnar í hagan um morgunin, og onkuntíð skuldu vit eisini eftir teimum um kvøldið. Men annars vænti eg ikki, at okkara uppvøkstur var so øðrvísi, heldur Katrina.
– Vit gleddu okkum altíð til sumrarnar, tí tá kom ein rúgva av børnum at vitja í Mykinesi, men eg minnist ikki, at eg keddi meg ella kendi meg einsamalla, sigur Katrina, sum í tvíburasystrini Sunnevu altíð hevði eina vinkonu at spæla við.
Í sjeytiárunum og áttatiárunum var barndómsheimið hjá Katrinu einasta húskið við børnum, eins og húskið hjá Katrinu er tað í dag. Foreldur Katrinu búgva framvegis í Mykinesi, men øll 5 systkini eru flogin. Til Sørvágs, til Havnar og til Danmarkar.

Lívið av oynni

Sum 14 ára gomul fór Katrina til Sørvágs at ganga í 8. flokki. Tá upplivdi hon fyri fyrstu ferð at ganga í skúla við øðrum enn systkjum sínum. – Eg minnist ta fyrstu tíðina í skúlagarðinum millum øll hesi børnini sum eitt sindur ørkymlandi. Men eg fann meg skjótt til rættis í nýggja umhvørvinum, eisini tí at Sunneva var við. So eg var jú ikki einsamøll, greiðir Katrina frá.
Eftir 10. flokk var hugur Katrinu til lærdóm ikki nøktaður. Tá skiltust vegirnir hjá tvíburasystrunum, tí meðan Sunneva fór í læru sum frisør, valdi Katrina sum tann fyrsta í familjuni at fara í studentaskúla í Hoydølum. Hesa tíðina minnist Katrina sum 3 friðarlig ár. Hon treivst væl á skúlabonki, men annars freistaði stórbýurin ikki stórvegis, tí at kalla hvørt vikuskifti var hon í Mykinesi.

Lívið í London

Tá ið unga gentan úr Mykinesi hevði fingið studentshúgvuna á høvdið, fekk hon av álvara útferðarhug. Og ferðamálið var Ongland, har hon var ung genta í húsinum hjá eini familju nærhendis Manchester.
Katrina hevur altíð verið hugtikin av Onglandi, har hon hevur búð í trimum umførum. Fyrstu ferð var hon au-pair. Aðru ferð var hon á málskúla í London, og síðani las hon búskap við University of West London í 3 ár. Og stórbýarlívið neyt hon fult og heilt. – Hetta var ein deilig tíð. Og eg havi verið aftur og vitjað fleiri ferðir. Hevði eg verið noydd at flutt úr Mykinesi, hevði eg viljað búsett meg í London heldur enn í Havn, sigur Katrina.
Hvussu kann ein og sami persónur trívast so væl bæði í milliónabýnum og á fjarskotnu oynni? – Lívið í stórbýnum var so deiliga øðrvísi frá tí, eg var von við. Fólkini vóru so blíð og fyrikomandi. Tey eru opnari, enn vit eru í Føroyum. Men hóast tað hevði eg sum oftast kensluna av ongantíð at læra tey ordiliga væl at kenna. Hesa kensluna havi eg ikki so ofta, tá eg tosi við føroyingar, sigur Katrina, sum eisini treivst væl við vitanini um, at fólk ikki tosaðu so nógv um hvørtannað, sum vit ofta gera. Og kortini flutti hon heim aftur til eina bygd við 10 íbúgvum? – Ja, eitt er at vera burturi eina tíð, eitt annað er heimstaðurin. Sum hjá Katrinu er lítla bygdin á vestastu oynni í landinum.

Stjóralívið

Katrina er hotellstjóri. Hon rekur Kristianshús, sum er einasta matstova í oynni og gistingarhús við 30 seingjarplássum. Um sumrarnar er at kalla fullsett í Kristianshúsi, tí tá tysja fólk úr øllum heiminum til Mykinesar.
Alla summarhálvuna hevur Katrina úr at gera. Og hetta dámar henni væl. Tí at sita fyri einki tímir hon illa. At hjálpa sær hevur hon hvørt ár tvey ungfólk frá Nordjobskipanini, og í ár hevur hon eisini sett eina unga gentu at vaska og gera kømrini klár.
– Eg eri skítfull av góðum hugskotum. Og í løtuni arbeiða vit við at byggja eitt savn við verkum eftir Mikines, og eitt gistingarhús. Vit bíða bara eftir byggiloyvi frá Sørvágs kommunu, og so fara vit í gongd. Eg vænti, at hetta fer at bera til, og eg finni ikki út av tí uttan at royna, sigur ein spent Katrina.

Vetrarlív

Tað búgva eini 10 til 12 fólk í Mykinesi alt árið, sigur Katrina og hugsar seg væl um, meðan hon telur. Tí tað er ikki so heppið, um onkur av teimum fastbúgvandi kenna seg gloymd.
Tað var júst tankin um eitt lív við so fáum fólkum, sum av álvara kveikti forvitnið hjá Kvinnu. Tí hvussu fáast teir myrku mánaðirnir at ganga á einum so avbyrgdum plássi við so fáum menniskjum? - Ja, um veturin er myrkrið svart, men dagarnir eru stillir og hugnaligir. Og sólargangurin er fantastiskur. Eg syrgi fyri at vera úti í dagsljósinum fyri at fáa ljós. Eg gangi ein deiligan túr í haganum. Eg eri saman við børnunum og manninum. Vit eru úti og skreiða. Og so havi eg keypt mær eina maskinu til vøddavenjing.
Er nakað felagslív um veturin, tá ið ljós er í 5 húsum, og øll hini standa gapandi tóm? - Tá tyrlan og Súlan koma, plaga vit at spáka okkum oman á tyrluplássið ella til lendingina. Har smápráta vit so eitt sindur og frætta tíðindi.
Annars haldi eg, at vit mest passa okkum sjálv.
Einar 3 til 4 ferðir um árið fer familjan at ferðast. Ofta til systrarnar í Sørvági ella í Havn. Tá fara tey í svimjihylin, á Burger King og gera annars nakað av tí, sum til ber at gera í Havn. Og eina ferð um árið, á hávetri, stendur uttanlandsferðin á skránni. Seinastu árini hava tey verið í Danlandi í Danmark í einar 3 vikur. - Vit eru jú upptikin av Kristianshúsi alt summarið, so okkara einasti møguleiki at koma uttanlands er um veturin. Hesar uttanlandsferðirnar eru ómetaliga góðar fyri familjuna, sigur Katrina.

Lívið í politikki

Tað var ynskið um at betra umstøðurnar í oynni, sum fekk Katrinu at fara upp í politikk, stutt eftir at hon aftur var flutt til Mykinesar. Katrina var forkvinna í bygdarráðnum í Mykinesi frá 2001 til 2004. - Eg vildi ikki bara sita sum eitt býtt og hyggja at, so eg bjóðaði meg fram. Hetta vóru strævin ár, og tað gekk mangan harðliga fyri seg. Kanska tí at vit eru so fá, og at tað so er ringt at skilja ímillum tað meira persónliga og tað politiska. Men onkur skal gera hetta arbeiði, og eg var so við í eitt tíðarskeið, sigur Katrina. Spurd, hvønn politiskan lit hon hevur, svarar hon stutt, at hon og Kaj Leo eru systkinabørn, og at hon ikki er ósamd politiskt við løgmanni.
Mykines legði saman við Sørvágs kommunu í 2005. Katrina setur spurnartekin við, hvussu gott tað er, at tær smáu kommunurnar verða lagdar saman við teimum stóru. - Fyri eina so lítla bygd sum Mykines fæst kanska ikki so nógv burtur úr kommunusamanleggingini. Spurningurin er, hvussu nógv verður gjørt burtur úr áhugamálunum hjá smáplássunum, sum ikki eru umboðað í bygdaráðunum, heldur Katrina.
- Onkuntíð spyrji eg meg sjálva, um vit ikki eru partur av Føroyum. Eg havi kensluna av, at tess meira meginoyggjarnar verða knýttar saman við undirsjóvartunlum og vegasambandi, tess meira verða útoyggjarnar hektaðar av, sigur Katrina, sum heldur, at ein útoyggjagrunnur eigur at verða settur á stovn. Haðani kundu útoyggjarnar fingið stuðul til vinnuskapandi tiltøk. Tí okkurt slag av virksemi er neyðugt, um lív skal vera á útoyggjunum.

Lívið í parlagi

Katrina hevur altíð ynskt sær ein mann, sum tímdi at búseta seg í Mykinesi. Og summarið 1993 var sandavágssjeikurin Esbern í oynni og vitjaði. Unga mykinesgentan var tá heima í summarfrí. Hon hevði summarstarv í Kristianshúsi fyri at vinna sær pening til lesnaðin í London. – Ja, eg var heppin. Tí Esbern vildi fegin royna lívið sum fastbúgvandi mykinesmaður. Og enntá saman við mær, greiðir Katrina smílandi frá.
Eitt lív á so lítlum plássi má seta ómetaliga høg krøv til parlagið. Tí hvør er at skræða seg saman við, tær løtur, tá ið øll og alt eru ótolandi? Hvat ger Katrina, tá ið vit aðrar saman við vinkonunum spilla mannin út ella missa tamarhaldið og ganga berserksgang í onkrum klædnahandli? Katrina gongur sær ein langan túr. Ella brúkar Skype og ringir til systrarnar. Og saman við trúnni er størsta styrkin í hennara lívi parlagið. – Esbern er mín besti vinur, og vit tosa um alt. Hann veit meira um meg enn nakar annar. Saman við honum nýtist mær ikki at krógva tær síðurnar av mær sjálvari, sum eg ikki eri so errin av.

Lívið við Mykines-kallinum

Mykines er vakrasta oyggin, eg nakrantíð havi upplivað, og tú ert heppin at búgva her. Soleiðis segði ein ferðamaður við Katrinu herfyri. – Eg bleiv so glað. Og eg eri sjálvandi púra samd, sigur Katrina, sum hevur stóran alsk til oynna.
– Tað er í Mykinesi, at eg trívist allar best. Her havi eg mínar røtur, og her hoyri eg heima, sigur Katrina. – Eg kundi óivað búð aðrastaðni, men tað hevði bara verið næstbesta loysnin. So tað verður ikki av mínum ávum, at bygdin doyr út, tí eg havi ongar ætlanir um at flyta inn á meginlandið.
Hvussu við børnunum? Vónar Katrina, at Ronja og Hans Meinhard eisini velja heimbygdina sum bústað, tá ið tey gerast vaksin? Katrina hugsar seg um. – Sum allar aðrar mammur vil eg hava, at tey fáa eitt gott lív. Hvar tað verður, hevur minni týdning.

Lívið við trúnni

Eg veit ikki, um eg skal siga, at eg eri frelst. Men í øllum førum kom eg til trúgv fyri nøkrum árum síðani. Hetta var ein tíð, har eg ikki var so væl fyri, og í dag hevur trúgvin stóran týdning fyri meg, greiðir Katrina frá. Hon lesur í Bíbliuni hvønn dag, umframt at hon lesur aðrar bøkur um trúgv. Serliga bøkur um uppaling. – Eg hugsi nógv um, hvussu eg gevi børnunum ta bestu uppalingina, og hon er eftir mínum tykki á einum kristnum grundarlagi. Katrina luttekur eisini á bíbliuskeiði hjá heimamissjónini. – Ja, fyri nøkrum árum síðani fór eg fyri fyrstu ferð avstað til Nesvíkar. Uttan at kenna eitt einasta menniskja. Eg fekk nógv burturúr og havi verið á hesum skeiðum á hvørjum ári síðani, greiðir Katrina frá.
– Uttan trúnna hevði mítt lív havt lítið uppá seg. Hvat fái eg burturúr at búgva í stórum og flottum húsum? Og at eiga fleiri originalar Mikinesmálningar? Hetta er púrt einki vert uttan trúnna, grundar Katrina, sum, hóast hon er trúgvandi, ikki er fanatisk. – Eg havi mína trúgv og blandi meg ikki uppí, hvussu onnur liva sítt lív, sigur Katrina.