2003 2002 2001 2000

2003

Septembur 2003.   Tann níggjunda fóru einir 40 menn í góðveðri eftir grásúlum á rókunum í Hólmi. Teir fingu umleið 500.

Ein hegri sást nakrar ferðir síðst í mánaðinum.

August 2003.   Menn vóru á Flatadrangi tann 26. og fingu 38 grásúlur.. Mett varð, - og at tað skilst eisini av tí, sum nevnt verður seinni - at búningin var í seinna lagi, tí enn vóru nógvir dúnungar, sum ikki vórðu tiknir. Vanliga taka teir út við 50.

Fuglalívið var heilt óvanligt í ár.

Eingin lundi varð fleygaður í august. So er støðan hjá lundanum í Íslandi, Hetlandi og Lofoten yvir í Noregi við. Um miðjan mánaðin sóust enn sildberar. Nakrar deyðar pisur sóust í lundalandinum; men fullvaksnar og floygdar pisur leitaðu til havs. Pisurnar vóru ójavnt fyri í ár.

Fuglurin kom seint fyri seg í ár. Lomvigin var hampuliga væl fyri, men enn um hálvan august sóust pisurnar á rókunum. Vanliga fer lomvigin av rókunum um ólavsøku, 29. juli.

Ritan var heldur ikki væl fyri og nógvar pisur lógu deyðar í reiðri. Fyrstu fóru á flog um 10. august, tvær vikur seinni enn vanligt. Úrslitið tóktist verða ein pisa úr øðrum hvørjum reiðri.

1-3 august var brim, ja, uppgangur, so óvanligt fyri árstíðina. "SÚLAN" sigldi bert 1 av 6 ætlaðum túrum.

Juli 2003.   Fleygingin av lunda byrjaði sum vant, 100-200 uppá mannin.

Tað regnaði illa nakrar dagar, men so broyttist, og frá miðjum juli kom góðveður. Á flogvøllinum í Vágum máldu teir 26,4° C., sum er hitamet í Føroyum! Í Mykinesi máldu teir 22° C. á kvøldi.

Lundarnir hvurvu! - bert einstakir at síggja, bølandi fuglar, sum fluttu í annað reiður, og so sildberar við góðum sildum. Ongar deyðar pisur vóru at síggja. Fleyging var eingin; teir, sum royndu seg, komu aftur við 10-12 lundum fyri dagin. Fleygað varð í kendum og óroyndum sessum, men eingin fuglur var. Eingir lundar flugu í ring, og fleygingin var av á hesum sinni.

Riturnar vurpu seint, og tað gekk sína vanligu gongd inntil 25. juli; tá hendi stórbroyting: pisurnar doyðu í reiðri, og riturnar lótu pisurnar liggja einsamallar í reiðrunum; tað var heilt óvanligt, tí tað vanliga er, at vaksin fuglur tekur sær av pisunum. Nakrar pisur vóru nærum floygdar, men so kom steðgur í, og lítið varð av vaksnum ritum. Enn er ov tíðliga at meta um, hví so var, men álvarsligt tykist hetta vera.

Ongar ternur reiðraðust í Hólmi í ár, og bert 3 ternugerði vóru í haganum. Pisurnar fingu nóg nógv at eta; nógvar ternur flugu yvir bygdina við nebbasild í nevinum, sum sildberar høvdu slept, tá teir vórðu jagstraðir av tjógvum.

Nógvur lomvigi var á vanligu støðunum, men einki hoyrdist av trítónaðu pisuljóðum, sum vanliga hoyrast síðst í juli.

Juni 2003.   Ein illa fyrikomin fiskiørn var funnin í bygdini; hon doyði stutt eftir. Hetta sigst ver 13. fiskiørn í Føroyum síðani 1850.

Mánaðurin var annars miðal til veður og vind; einki illveður, og fuglarnir reiðraðust sum vant.

Mei 2003.   Riturnar bygdu reiður og vurpu seint í ár eins og í fjør. men ikki allar í senn. Vindur var og kalt, so tað kann vera ársøkin; eisini lundarnir vurpu í seinna lagi.

Apríl 2003.   15. apríl sást svartstólpa í Mykinesi, fyrsta síðani 1909. Góðveður við sól, turt var tað mesta av mánaðinum. Lundarnir komu sum vanligt. Landkoma er summarmáladag, 14. apríl. Í Mykinesi verður tó roknað við 27. apríl.

Top of page

2002

August 2002.   Góðveðrið við bert lítlum avfalli, nógv minni enn vanligt, vardi mesta av mánaðinum. Vatntrot var fleiri staðni í Føroyum, men ikki í Mykinesi. Áin, sum byrjar við kelduvað høgt uppi á oynni, rennur gjøgnum bygdina, og hon tornar aldri; tá lítið avfall er í langa tíð, er áin lítil; men altíð er nóg mikið vatn til dagligu nýtsluna.

Fleygingin byrjaði ikki væl, men mentist síðan til somu mongd sum í fjør.

Lundin kom væl undan. Ikki sóust nógvar pisur, og so er í góðveðri, tí tá fara pisurnar tíðliga út á sjógv, uttan at faran oman eftir ánni ella inn í bygdina av ravmagnsljósi.

Ritupisurnar vóru klaktar í juli, og riturnar funnu teimum føði og nógvar floygdust; men nógv færri egg og pisur enn vanligt komu undan.

Juli 2002.   Summarveðrið var gott, lítið avfall og nógvir fagrir dagar við sólskini og lítlum vindi ella stilli.

Riturnar høvdu tað ikki gott. Nakrar pisur klaktust, men nógv færri enn vanligt; tær tóktust koma væl undan og hava nóg nógva føði. Lundameingi tóktist ójavnt. Fleiri dagar var nógvur fuglur á landi; mett varð, at sildberararnir vóru færri enn vanligt; sildin tóktist vera góð.

Við fleygingini gekst illa. Fleygamenninir søgdu frá undarligum lundaflogi. Úr øðrum oyggjum frættist um líknandi viðurskifti við lítlum fongi.Ársøkin er ókend; um stilli ella bert lítið lot høvdu týdning, veit eingin.

Kvørkveggja reiðraðist aftur og bar ungunum mat, men teir sóust ikki.

Juni 2002.   So var vetur á hásumri við illveðri, sum kom sunnudagin 2. juni. Mánanáttina var vindmegin 32 m./sek. og øgiligt brim, verri enn tað mangan er á vetri. Ritureiðrini niðri við sjógvin skolaðust burtur. Plantur og gras vórðu avsviðin av vindi og sjóroki, so manga staðni sá út sum á heysti.

Mei 2002.   Riturnar vóru illa fyri. Tær vurpu 14 dagar seinni enn vanligt, og ikki øll pør vurpu í reiðrið. Helst vóru egg bert í øðrum hvørjum reiðri.

Lundarnir tóktust vera færri enn í fjør, hóast stóra landkomu í apríl.

Apríl 2002.   Lundin sigst koma á land í Mykinesi 27. apríl - í ár tó 28.! Nógvur lundi var at síggja uppundir landkomuna, men veðrið hevði verið vánaligt í fleiri dagar. Tann 28. apríl settu lundarnir seg aftur í Mykinesi í túsundtali. Tá høvdu teir ikki havt fast undir beinum í eitt hálvt ár. Nógvur fuglur sást á sjónum, og um kvøldið flugu teir í ring og settu seg í lundaland í góðveðri.

Top of page

2001

August 2001.   Juli var avbera góður fyri fugl og samanumtikið var árið 2001 eitt gott fuglaár.

Sum vænta kom nógv rita undan og tað sama kann sigast um lundapisurnar.
Tað vóru eingir kvørkveggju ungar at síggja í bygdini, sjálvt um kvørkveggju parið hevði ungar seinast í juli.

Juli 2001.   Fyribils sær árið út til at blíva eitt gott fuglár.

Tað eru óvanliga nógvir spógvar og ferð man ein túr í hagan, síggjast teir fyrstu áðrenn komi er út um garðarnar.

Ikki í eitt manna minni hevur so nógvur lomvigi verði. Teir sita tættari í ár, samanborið við undanfarnu ár, hvar ein ikki hevur bori eyga við teir áður. Nú hoyrist pisan javnan.

Lundin sær eisini út til at vera fjølmentur. Tað hevur verði nógvur fuglur at landi hóast fongurin ikki hevur verið stórur, millum annað tí at ættin ikki hevur verið til vildar.

Eisini í juli hevur eitt krossnev verði at sæð. Somuleiðis 8. juli vóru tvey krossnev í haganum. Seinni hevur eitt par fleiri ferðir verði at sæð niðri við lendingina.

Juni 2001.   Í fleiri dagar vóru nøkur krossnev at síggja í bygdini.
Top of page

2000

August 2000.   Tað sær út til at árið í ár hevur verði eitt gott fuglaár.

Nógvar ritur hava havt tvær pisur, og tey reiður, hartværpisurhavaverið, sær tað út sum um báðar eru komnar undan. Tískil eru komnar fleiri enn eina pisan í miðal undan úr hvøjrjum ritureiðrið í ár.
Bæði við lendingina og við brúnna bleiv borið eyga við 6 reiður við trimum pisum í hvørjum, og eisini hesar pisurnar sóðu út til at koma undan.

Tað hevur veri nógvur lundið at landi í ár og sildberðarnir sóu út til at hava nógva og stóra "sild", so eisini hjá teimum hevur tað veri eitt gott ár.

Fleygingarmennirnir hava eisini fingið nógvan fugl, sjálvt um veðri ikki hevur veðri av tí besta.

Tað hava verði fleiri lomvigar í ár, samanborið við undanfarnu ár, og teir eru sæddir har teir ikki í mannaminni hava havt egg. Tað sær út til, at tað hevur verið rættuliga nógvir lomvigapisa.

Súlurnar síggja út til framhaldandi at nørast spakuliga eins og undanfarin ár og tað sær út til at tær reiðrast, har tær ikki hava verði áður.

Tíðan verri hevur ternan ikki reiðrast í Mykines Hólmi í ár. Tað eru bert tvey minni ternubøli í haganum.

Heiðafuglurin sær annars út til at hava havt eitt gott ár og tað hevur verið meiri fuglur samanborið við undanfarnu ár.

10. juli 2000.   Sunnanfyri Mykines er ein kúlubøka sædd frá báti.

Juni 2000.   Í tveir dagar er ein "tornhalesejler" sæddur í Mykinesi. Hetta er fyrstu ferð hann er skrásettur í Føroyum.

25. Juni 2000.   Norðanfyri Mykines Hólm, millum hundrað og tveyhundrað metrar úr landi, er ein kúlubøka sædd.
Top of page