Upphav Mykines

Fřroyar eru partar av norđuratlantiska basaltháslćttanum viđ trimum hřvuđsflřum: niđasta er elst, millumfláin yngri og ovasta, sum er yngst. Niđastu basaltfláirnar komu av veldigum goskluftum, har grótbrćđingin spríkti upp úr. Í Hólmsgjógv sćst upp til 50 m. hřg flá, ein hin střrsta í Fřroyum.
Millum gosini hava veriđ langir steđgir, og tá tćrdist og molnađi fasti kletturin og gjřrdist jřrđildi. Gróđur festi smátt um smátt og tók seg sum frá leiđ fram til rćttuligan skógarvřkstur. Kolalindir siga frá hesum, tí hon er gjřrd úr fornum gróđri. Plantumynstur eru funnin. Í Mykinesi síggjast kolalindir daga undan og viđ Válgarbrúgv undir Ketilsheyggi, 370 m. yvir havinum, hava teir hřgt kol.
Mykines er gott dřmi um, hvussu vit hugsa, at runi (lava) hevur runniđ, breitt seg og síđani storknađ. Tađ sćst á Kumlum, í Hellisgjógv, undir Manni vestan fyri Kumlar og á beru suđursíđini úti í Hólmi.
Omaná kolalindini sćst reyđliga royđugrótiđ, sum er samantrýst gosřska. Tađ sćst í Lendingargjónni og ađra stađni í teimum suđurvendu, steyrrćttu bergum. Ůti í Hólmi og ađrastađni viđ finst bleytari tilfar frá gosunum (gosbřklar, gosilska ella goseyrur).
Runi (lava) storknar hornrćtt móti křlingini og fćr mangt eitt stabbaskap. Í Steinskógini í Korkadali síggjast heldur óregluligir stabbar, fýra- ella fimmhyrntir, upp til 30 m. hřgir. Tess tjúkkari runalagiđ gerst, tess spakuligari křlnar tađ, og stabbarnir verđa hřgir. Tess skjótari runi (lava) křlnar, tess minni vera stabbarnir, sum tí lćttari ávirkast av veđri, vindi, frosti og aldu.
Hólmsgjógv skilir Hólmin og oynna og er partur av eini gong. Ein gong er ein riva, sum gongur uppeftir gjřgnum fleiri fláir; runi (lava) verđur kroyst uppeftir í gongini - ella rennur niđur í tćr. Her eru stabbarnir vatnrćttir, smáir og yngstir. Runi (lava) loysist lćttari, so veggirnir standa eftir sum gjáir ella sund. Ađra stađni síggjast helli ellar djúpar smogur.
Fyrsta gjógvin vestan fyri Hólsmgjógv er ein gong, sum máast. Hon er javnfjar viđ Hólmsgjógv, og so nógv er máađ, at hol er á norđursíđuni. Sjógvurin rennur sama veg út úr gjónni sum í Hólmsgjógv. Tá fjřra er, kann í báti hómast ljós gjřgnum Hólmin. Gongin rřkkur upp til teir tunnu, vatnrćttu stabbar , sum bera grasklćdda goseyrin.
Hugsast kann, at um nakrar řldir ella ártúsund eru tvćr Hólmsgáir!

Jarđfrřđislig áhugamál.

Mykineshólmur.

Í Hólmsgjógv síggjast tjúkkastu fláir í Fřroyum. Allur Hólmurin hevur hall móti landsynningi; vestast er halliđ 18 stig, tađ brattasta í Fřroyum! men minkar móti eystri, og í Hólmsgjónni er halliđ 13 stig; eystast í oynni 8 stig.
Tjúkkur goseyrur viđ síđum grasi liggar ovast á Hólminum. Tađ kann vera, at hetta eru leivdir av hřgum fjalli norđanfyri Hólmin; men haviđ hevur máađ tađ burtur.
Vestanfyri Hólmsgjógv sćst í břkkum goseyrur, leir og smřl kolalind. Hugsast kann tí, at her hevur veriđ vatn/á í so kvirrum střđi, at tilfar er sokkiđ til botns.
Mitt á Hólminum síggjast viđ sjóvarmálan vakrar veiftralík basaltřki og lítil hylur. Niđri viđ kranan, sum stendur á sementstoyping, síggast stór stabbalík basaltřki.
Vestast standa drangarnir báđir fáar metrar úr landi, Flatidrangur syđri og eystari, Píkarsdrangur vestari og norđari. Teir eru breiđir í neđra og standa á hřgari basaltflřu. Á báđum hava súlur reiđur. Vestanfyri drangarnar liggur Steinurin. Millum hann og Hólmin rekur vestfalliđ í 10 tímar, og steymurin er sera harđur.

Fjřrudalsnev.

Fjřrudalsnev stingur seg út millum Viđarhelliđ og Lendingargjónna. Har standa neystini og motorhúsiđ til bátadráttin.
Hann gongur oman til bátahylin, sum er vardur av brimgarđi. Her sćst gras og goseyrur; eisini eru toftir av fleiri neystum, sum er dottin á sjógv seinastu 50 árini. Móti útsynningi er flá av reyđligum goseyri og leiri, og í hesum finnast 20 m. yvir havinum brúnt leir viđ trimum fáum cm. tjúkkum fláum av leirjarnsteini. Omaná liggja fleiri fláir av leiri, sandi, goseyri og royđugróti. 20˝ m. uppi sćst tunn kolalind, og har eru funnar merki eftir plantu, metaseqoia occidentalis.

Korkadalur.

Korkadalur er á norđursíđini, ein ovari og ein niđari partur. Í ovara parti randar Steinskógin og skilir frá slćttlendinum sunnanfyri. Í 460 m. hćdd standa teir upp til 30 m. hřgu basaltstabbar.

Kálvadalur.

Beint sunnafyri Biđisgjógv sćst 10 m. hřg flá av leiri og koli. Niđast er leiriđ brúnt og oman á tí svart leir, og í tí eru fleiri kolalindir, 5 cm. tjúkkar. Henda fláin fer í haviđ norđan fyri Tangan á Trřđni og sunnanfyri viđ Urđarbođa. Henda fláin fer víđa og er eisini at síggja sunnanfyri á oynni. Her hava teir hřgt kol.
Keldur: Jóannes Rasmussen: Öldir og Upphav, Emil Thomsen, Tórshavn 1981, og annađ skrivligt tilfar.