Í Mykinesi hoyrist fuglasongur alt áriđ. Tađ er mortítlingur – músabróđir – sum gevur ljóđ! Tey ljóđ, sum fuglarnir í Mykinesi láta, eru nćrmast ljóđ ella skríggj, sum ikki altíđ klinga so vćl í okkara oyrum. Vit kunnu rokna viđ, at hetta eru samskiftisljóđ viđ nógvum innihaldi.
Drunnhvíti kann láta hálvan ella ein tíma uttan íhald. Ljóđiđ er eintónandi, men hevur tó smábroytingar í ljóđinum. Viđhvřrt hoyrist ein og til tíđir tveir ella tríggir viđ fřlbroyttum ljóđum.
Skrápar kunnu eisini láta og bođa hvřrjum řđrum – ein ella fleiri - viđ longum látum.
Granskarar hava funniđ fleiri enn 80 ymisk lát frá ravnum viđ serligum týdningi. Teir kunnu helst siga hvřrjum řđrum eitthvřrt.
Lomvigin og pisurnar hava nógv lát, og tađ er ávíst, at pisurnar verđa ávirkađar av láti foreldra , međan tćr enn eru í eggunum. Tá pisan skal av rókini, mangan hřgt, hoyrast mong lát teirra millum.
Lundin er tigandi fuglur í luftini, men hann letur síni ´áh, áh,´ tá hann situr ella liggur inni í holuni.´
Barnarímini hjá Hans Andreasi Djurhuus eru góđ enn í dag:
Lomvigin ´karrar´, súlan ´knarrar´.
Másin sigur ´pli-pli-pli´.
Ternan sigur ´kri-kri-kri'.
Krákan sigur ´krá-krá-krá´.
Lundin sigur ´áh, áh, áh´.