Endurgiven við loyvi fra J. P. Gregoriussen og Petur Zachariassen efter bokin:

KIRKJURNAR Í FÖROYUM
ELDRU HVÁLVKIRKJURNAR
J.P.GREGORIUSSEN
FORLAGIÐ Í STÖPLUM 1997

Mykines kirke    Eftir Petur Zachariassen


Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image


Inngongur
Tá ræður um kirkjubygging í Mykinesi er vert at nevna toftirnar niðri á Bønhúsbergi. Útgrevstur á staðnum avdúkaði ein bygning, 5 m langan og 3,5 m breiðan, innara mát, laðaður av hellugróti, vakurt og vælgjørt. Gólvið og inngongdin vóru løgd við sløttum steinum. Undir hesi steinseting var eitt eldri gólv við einum lag av øsku, íð helst er komið av, at fyrri bygningurin er brendur. Seinni er húsið bygt aftur á somu grund. Lítið er at ivast í, at tað eldra húsið hevur verið klætt innan við timbur, um ikki eisini tað seinna. Altar fanst einki, men kanska hevur tað verið bygt inn í tann tjukka eysturveggin. Soleiðis, sum bygt er - og tað, at funnin er ein ljósastaki ella lýsilampa úr gróti, evnað til í gotiskum stíli - loyvir eina tíðarfesting aftur í miðøld.
Click for bigger image Click for bigger image

Søgn er, at eini hjún høvdu búsett seg uttan fyri bøgarðarnar, einar tveir fjórðingar frá bønhúsinum. Eitt kvøldið fóru tey til messu og lótu tað lítla barnið liggja einsamalt eftir sovandi. Tá íð tey komu af tur frá messu var barnið horvið, og tað kom ongannð aftur. Eftir hendingina tóku tey húsini niður og fluttu aftur heim í bygdina. Farvegur eftir hesi húsini sæst enn.
Top of page


Undanfarna kirkjan
31. juli 1862 hevur Mortan Andreasen, f. 1816 ŕ Argjum, eftir áheitan, latið inn útgreinað yvirlit yvir timbur og annað tilfar til nýggja kirkju í Mykinesi, sum skal vera 22x11 alin. Hvørt tað er Mortan, sum byggir kirkjuna um heystið árið eftir, er ilt at siga víð vissu. Á ólavsøku sama árið er hann liðugur at byggja nýggju Nólsoyar kirkju, so tað kann vera hann.

Per í Nesinum, f. 1800, skal hava staðið fyri grótarbeiðinum, og hann var tiltikin hegnismaður. Einki skrivligt er tó um leiklut hansara í byggingini, men um tað mundið kirkjan verður bygd, er hann vesturi í Mykinesi og vitjar dóttrina, sum seinni varð nevnd Gamla Lisa og var jarðamóðir í Mykinesi. Til skjals er húsaveggur a Lækjuni, sum Per hevur laðað. Hetta er eitt sera snøgt arbeiði.

Nýggja kirkjan verður hin 3. november 1863 tikin í sýn av útvaldum monnum, Jacob Heinesen og Jesar Jacobsen, at navni. Teir siga »at den anses efter bedste skjøn at være udmærket godt udført«.

15. oktober 1877 ferst kirkjan illa í herviligum ódnarveðri. Annan dagin eftir hava mykinesmenn verið í Bø eftir so nógvum viðartilfari, sum neyðugt er fyri at bøta kirkjuna, at hon fær staðið uppi komandi veturin. Hetta framgongur av skrivi frá vágapresti 19. oktober 1877 til Finsen amtmann, har eisini verður sagt: ...Såvidt jeg har forstået, er den østlige Endespærre og 6 alen af en Langsylle med et Overvindue revne bort. Et andet Vindue har også lidt Skade, ligesom Muren skal være sprængt.

5. april 1878 verður hildið sýn yvir skaðatilburðin á kirkjuna. Sýnsmenn eru Laurits Olsen úr Sørvági og Heini Zachariassen úr Bø. Umframt sýnið eru eisini uppskot frammi um, hvussu kirkjan skal gerast aftur. Suðurveggurin skal flytast eina alin inn, og laðast við seks vindeygum. Tekjan skal lækkast til triðingsreising og tornið má eisini gerast lægri.

Av sýninum framgongur eisini, at kirkjan er 24 1/4 alin long og 12 1/2 alin breið uttan. Hon hevur átta vindeygu, lið um lið í suðursíðuni, 6 tummar vóru millum vindeyguni, tvey vindeygu vóru inn á loftið vestureftir. Kirkjan hevði vinkulreising og høgt torn. Henda vindeygaskipan er tann sama sum enn er í Saksunar kirkju fra 1858 og sum var í Mikladals kirkju frá 1859.
Top of page


Kirkjan veður endurbygd
Í sýninum er eisini listi yvir hvussu nógv tilfar, neyðugt verður at keypa av nýggjum. Umframt nakrar sperrur, ið kunnu nýtast aftur, umfatar yvirlitið tilfar til nýggja yvirtrom, langsyllar, tvørsyllar, 30 sperrur, hvør 16 fót, skálkar, nýtt 1 1/4 " troður, nýggja nævur. Eisini 30 tunnur av sementi, 20 tunnur av kálki og 150 tunnur av sandi. Alt hetta tilfar er mett at kosta 2.234 krónur 48 oyru. Tilfarið er komið vestur til Mykinesar við »Surprise« í mai manaði 1878. Um alt er komið, er eitt sindur ivasamt, men helst er tað so.

Fyri at lýsa viðurskiftini, sum tá vóru úti í Mykinesi, er her brot úr brævi sum vágaprestur sendir amtmanninum eftir sýnið av kirkjuni.
Brævið er dagfest 9. april 1878.

... Naar der er foreslaaet 20 Td. Cement, er det mulig temmelig meget, men paa den anden Side vilde det ogsaa være galt, naar man paa et saa afsides Sted som Myggenæs stod midt í Arbejdet ogsaa savnet noget... Jeg skal tillade mig at foreslaae at et Skib fører alt Tømmeret til Øen, efterat Skibet underveis først havde varet inde paa Sørvaag for at lade det fornødne Sand. Dette haves nemlig ikke paa Øen, og efter hvad jeg hører, vil en Baad ikke kunne mere end 12 Td. deraf, saa det vil blive besværligt at bringe det fornødne Sand til Øen ved Baad. Muligt vilde det ogsaa være nødvendigt, at Skibet medtog 1 á 2 Baade med Mandskab fra Sørvaag, for at Losningen kunde gaae hurtigere for sig, da jeg antager, man vanskelig vil faae nogen Handelsmand til at lade sit Skib ligge ud for Myggenæs længere end høiest nødvendig.
Sluttelig skal jeg tillade mig ærbødigt at indstille, at der indbetales hver af Sýnsmænderne 4 Kr. som Vederlag for deres Arbeide og den Tid der undgik, idet denne kan sættes lig med 2 dage, om vi end brugte Natten.
  Jensegjærde 9. April 1878.
Ærbødigst G. Engelsted
Højvelbaarne
Hr. Amtmand Finsen R: D:

Men tíðin gongur. Arbeiðið verður ikki gjørt fyrr enn árið eftir í 1879. Í skrivi til amtið 1. juni 1879 verður sagt, at neyðugt er við broytingum í mun til fyrra sýnið. Nú verður norðurveggurin fluttur eina alin inn, og laðað verður afturat í suðursíðuni. Veggirnir verða ikki hækkaðir, men kortini verður pláss fyri hválvinum. Um hetta mundið er arbeiðið í gerð. Um heystið er kirkjan liðug. 9. oktober verður hon sýnað av Thomas Danielsen og Jesar Jacobsen.
20. oktober 1879 sigur Hjort prestur frá í brævi til Sørensen próst, at hann 16. oktober 1879 hevur vígt kirkjuna, og hevur talað yvir Jesaja 28.16.

Teir, sum bygdu kirkjuna vóru:

Timburarbeiði:  
  Harald Olsen, Miðvági, formaður
  Joen Frederik Danielsen, Miðvági
  Joen Abrahamsen, Joen Heine Jacobsen, Jeser Jensen, Jeser Abrahamsen, allir úr Mykinesi.
 
Grótarbeiði:  
  Laurits Olsen, Sørvági, fomaður
  Hans Pauli Mouritzen, Sørvági
 
Jarnarbeiði:  
  Jesar Abrahamsen, Mykinesi

Arbeiðið tók tilsamans 83 dagar, og varð goldið soleiðis:

Timburarbeiðið
Grótarbeiðið
Jarnarbeiðið
Flutningur
kr.
kr,
kr.
kr.
947,97
440,85
25,99
24,42
Tilsamans     kr. 1.441,42
Tilfar, sum keypt var frammanundan
Skjøl 30-37 ymiskt tilfar og arbeiði
    kr.
kr.
2.234,48
416,64
Samlaður byggikostnaður     kr. 4.091,98

Til er skjal. ið sigur soleiðis frá:

At der ved Kirkens Ombygning i 1879 af 27 Mand blev gjort 3652 Timer Pligtarbeide attesterer vi under Tegnede vergere for Myggens Kirke.
  Joen Abrahamsen
O.]. Jacobsen

Hetta pliktarbeiðið verður seinni samsýnt via kr. 117,49 at býta illum teir 27 menninir í mun til tað tímatal, teir høvdu arbeitt.
7. oktober 1879 verður hildið uppboð yvir avlopstilfar. Inn koma tilsamans kr. 177,55. Tá ymiskar útreiðslur eru trektar frá, er úrslitið av uppboðnum kr. 160,78. Hetta váttar Z. Nielsen, sýslumaður 7. februar 1880.

Tað framgongur av skjølum, at kirkjan hevur fuktað illa og menn eru bangnir fyri at han skal farast av roti. Í sýni, sum fer fram 19. juni 1882 verður sagt, ...

at der anbringes 3 Aabninger eller Ventiler, 12 tommer i Gennemsnit i Hvælvingen for at befordre Lufttræk. ... Der anbringes Kramper paa to Vinduer til.
  Thomas Danielsen
Harald Olsen

Siðan Mykines kirkja varð endurbygd í 1879 eru ikki hendar stórvegis broytingar. Beint fyri seinna kríggj hevur Haldur Joensen úr Mykinesi gjørt og skift út vindeyguni í suðursiðuni, meðan vindeygað í norðursiðuni er hitt upprunaliga. Miðskeiðis í 1970-árunum varð dubbaplast lagt omaná nævurina, síðani varð flagað av nýggjum. Hesum arbeiði stóð Jógvan Meinhard Johannesen í Mykinesi fyri. Úthurðin er nýliga útskift.
Top of page


Kirkjuinnbúgvið

Í forkirkjuni er ein peningakistil úr messingi, sum upprunaliga var ein stormklokka av einum russiskum trolara, ið fór á land sunnan fyri bygdina í oktober 1956 og gjørdist vrak. Klokkuna evnaði Dánjal Tausen smiður í Sørvági til kistil, ið deknurin Benadikt Davidsen gav kirkjuni í 1958.  
Click for bigger image Click for bigger image
 
 
Eitt krusifiks úr eik er gáva frá kirkjufólkinum í 1957.
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
 
Altartalvan myndar krossfestingina. Hon er málað av ókendum listarfólki, keypt í Keypmannahavn og er gáva frá Joen (Jógvan) Abrahamsen kongsbónda í Mykinesi, latin 1905.
Click for bigger image
 
Thorvaldsen Kristusmynd úr gipsi. (Denne figur findes i mange forskellige střrrelser i mange andre kirker rundt omkring i verdenen) o. a.
Click for bigger image
 
Tveir gamla alterlysestager í bronce.
 
Sřlv alterkalk og-tallerken.
 
Tveir messingaltarstakar.
Click for bigger image
 
Ein trý-ermdur messingstaki, sum kirkjufólkið keypti 1957.
Click for bigger image
 
Tvær messing ljósakrúnur, ið eru gáva frá kirkjufólkinum.
Click for bigger image Click for bigger image
 
Eitt messing dópsfat við áskrift (våbenskjold) bókstavir og árstal 1643.
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
 
Kirkjuklokka, gáva frá kirkjufólkinum, við framleiðsluáskrift. Stoypt hevur Johan Jacob Ritzmann, Keypmannahavn 1827.
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
 
Talvur við nøvnum á sjólætnum monnum úr Mykinesi.
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
 
Talva fyri teimum, ið lótu liv í flogvanlukkuni í Mykinesi 29. september 1970.
Click for bigger image

Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
    Click for bigger image Click for bigger image
Top of page


Kirkjugongd fyrr
Tá talan er um sjálva kirkjugongdina, varð lestur lisin í kirkjuni hvønn halgidag. Ofta var langt ímillum at prestur vitjaði. Á vetrartíð kom tað neyvan fyri at prestur vitjaði í Mykinesi. Hóast aðra arstið, so var prestur heldur ikki fegin at liggja nátt í Mykinesi, tí altíð var vandi fyri at koma at liggja veðurfastur. Prestarnir vóru danskir og tí er einki at siga til, at teir firnaðust eitt pláss sum Mykines. Har var einki telefonsamband, og sjóvegis var sambandið vánaligt, tí Mykinesfjørður er eitt tað streymharðasta plássið í Føroyum.
Ti hendi tað ofta, at prestur kom til Mykinesar ein góðveðursdag, hóast yrkadagur var. Tá kundi baturin biða eftir honum, meðan gudstænastan fór fram. Einki er at siga til, at fá fólk komu í kirkju ein slikan dag, ti arbeitt var í bø og haga og menn vóru å útiróðri. Alt hetta fór fram fyrru helvt av hesi øldini og longri síðan.
Í seinni tíðum er alt vorðið øðrvisi. Telefon er komin, sjóvegis er sambandið eisini vorðið nógv betri, og ikki um at tala loftvegis sambandið, nú tyrlan er komin.
Top of page


Hendingar í søguni
Fyrstu ferð lestur varð lisin á føroyskum í Mykinesar kirkju, var eitt jó1aaftanskvøld ella eitt fyrsta jólakvøld seinast í 1920-unum. Tað var Pól Petersen lærari, sum las jólaevangeliið.
Urga hevur leingi verið í kirkjuni. Inntil 1950 - 60 årini var Heini Jacobsen urguleikari, og sangurin var góður. Serstakliga góður var sangurin tá listamaðurin Mikines sáli og tá Elias Zachariassen (nú Ivarsson), ið býr í Íslandi, vóru í kirkju. Teir høvdu so avbera góða sangrødd.

Dreingir, um 10-12 ara aldur kunnu varnast mangt, eitt nú, at teir gomlu løgdu pípur sinar í veggjarholur í kirkjugarðinum aður enn teir fóru inn í kirkjuna. Óivað hevur pípan verið ov heit, og nakað av tubbakki verið eftir í pípuni, eins og heitar tubbaksgløður, og tað hevur ikki verið ráðiligt at havt tær í lummanum. Helst hava teir lagt pípurnar í garðin við tí í hyggju at festa sær í aftur aftan á kirkjugongdina. Men tað óhepna við hesum siði var, at dreingirnir »læntu« pípurnar, og krogvaðu seg at roykja tær, meðan teir gomlu vóru í kirkju. Umráðandi var, at pípurnar voru lagdar aftur áður enn kirkjugongdin var lokin.
Top of page


Halgidagar í Mykinesi
Trettandi hevur altið verið hildin sum aðrir halgidagar. Tað er at siga, at í Mykinesi varð hildið heilagt allan dagin, í øðrum bygdum var bert kirkjugangur um kvøldið. Annars var dagurin sum aðrir yrkadagar.
Fram til fyrst í hesi øldini var farið í kirkju mikudag í føstu. Hetta kom ikki altíð so væl við, tí ofta skuldi eitthvørt annað gerast. Men ongantið varð farið til nakað annað aðrenn kirkjutíð og sjálvandi ikki meðan kirkjugongd var. Bíðað varð til tað síðsta biðislagið var tagnað, og so varð runnið avstað. Tað var altíð okkurt, ið tað ráddi um at vera fyrstur til, eitt nú tá farast skuldi í rekastøð.
Top of page


Søgin um pokurnar
Kirkjugarðurin í Mykinesi er eyðkendur fyri tær nógvu hvannirnar, ið har vaksa. Tær vórðu sáddar ella plantaðar har aftan á at svartideyði (pokurnar) gingu í Mykinesi. Tá doyðu nógv fólk, og har sum hesi eru grivin, er ongantíð grivið af tur. Annars er ivaleyst grivið oman a gamlar gravir aðrastaðni í kirkjugarðinum.
Søgnin sigur, at svartideyði kom ongantfð niðan um Brunnstein á Túvalagsgarðinum. Tað er ein áarløkur, sum rennur niðan fyri Lækjuhúsini og húsini hjá Jákupi hjá Olavi. Tað sigst, at onkur, ið var framsíggin, sá eina konu ganga við einum kusti og kveistra oman frá Brunnsteini, at einki skuldi koma niðanum.
Top of page


Kilder:
Jógvan Meinhard Johannesen, Mykines
Føroya Landsskjalasavn
Trapp, Føroyar, 1968
Føroya Kirkjutíðindi