Samrøða við Dánjal Danielsen, Dánjal Klett. Endurgivin við loyvi frá rithøvindinum © Janus Mohr.


Fuglaveiði og fleygesessir

Ude på Holmen var der en god fleygeses oppe på Eggen, men de fleygede også nede i skrænten ved sydkysten. De kaldte det bare "oppe på Holm eggen". Om sessen nede på skrænten havde et navn, ja, det kan jeg ikke huske.
Úti í Hólmi var ein góður fIeygasessur uppi í eggini, men teir fIeygaðu eisini niðri í bakkanum. Teir róptu tað bara úti í Eggini í Hólminum. Og sessinum niðri í bakkanum veit eg einki navn á.
So fóru vit heim í Lamba. Tað var á Fleytarnevinum, í Setuni, Hóa og Drangsessurin. Tað plagdi at vera á suðurætt. Og so var tað á Bakkanum. Tað var vesturá.
Ì Eggini í Múla eru tveir, ein vesturá og ein suðurá. Í Uldalíðbakka eru tveir, annar vesturá og annar suðurá. So kemur man inn í ÍraIíð. Har er ein, sum kallast Drangsessurin, ein á Túgvuni og Bøllutasetrið. Tað er á vesturætt. Og so kemur man inn í Gásdalsmúlan. Teir fleygaðu í eggini í Gásdal og eisini í Urðini. Á Heimaranesi er ein sessur, og inni í Tanga eru fleiri sessir. Tanga rópa teir eitt, uppi í Gilinum og Djúpabotninum. So kemur man inn á Miðtind. Har plagdu teir eisini at fleyga. Ja, teir fleygaðu eisini har, sum man fer inn í Skorarnar, inni undir Túgvuni, teir róptu. So var tað Slumbini, har vóru sessir eisini. Og Urðarenni, har man sessurin vera vekk, haIdi eg.
Næst var Ryggin við Drang, í Kelduni og í Stórarygginum. So kemur man líka á Nesið, í Enniskriðu og so er Vallaskriðan. Á Borgardali var tað Brúgvarendin, Eystur í FIøttum, uppi í Toppinum og í Torvuni. Teir hava eisini fleygað í Rygginum í Heðiskor. Tað er eisini á Borgardali, og Múlaskor.
Stórurð er á Kálvadali, og undir Liðinum, tað er eisini á Kálvadali. So kemur man norð í Skriðu. Tað er norð í Líð. Har fleygaðu teir esini í Halvarskriðu. Á Lending - tað er har norðanfyri - og í Kumlalíð, har fleygaðu teir eisini, og her uppi í Eggjum, Skarðsfløtti innast í Skarðinum, og so er tað har úti, SkúgvaIíð. Har var ein vesturá og ein norðurá. Og so kunnu tað vera sessir, sum eg ikki minnist.
Top of page

Fuglaveiði, lundafleyggj og - dráttur

Fyrr fóru menn alla staðni runt um oynna at fleyga, og teir skundaðu sær fyri at vera fyrstir. Tað var íðuliga, at teir gingu til hesi støðini, sum eru longst burtur. Eg visti tað, at teir gingu inn í Bjørg. Teir kundu vera næstan hvønn tann einasta dag í vikuni, tá ið tað var veður, líka í Bjørgini, og inn í Stúgvar, so teir gjørdu so grúuligt av at fleyga.
Eg havi hoyrt, at bæði dráttur og fleyggj var 80.000 eftir einum ári. Tað var tá ið tíggjundað var.
Lundalondini blivu røkt. Teir drógu annað og triðja hvørt ár. Og tað mátti leggjast væl aftur, ikki holan vera opin. Um tú gróvst eina byrging á, so mátti leggjast væl aftur, og teir gingu út frá tí, at tá tað nú voru sovorðnar torvur og sovorðið, og tað bleiv ongantíð drigið ella hugt eftir, so bleiv tað bara grivið av lundanum, og so fór tað sín veg, so leyp tað burtur. Teir gingu so væl um fuglaplássini.
Teir drivu nógv uppá fugl, eisini at taka havhestar í berginum. Teir fóru ikki út at stima. Fóru bara í Bjørgini at fáa sær.
Top of page

Dagligt arbeiði bø og haga, fjallgonga

Vit hava stríðst at gingið á fjall. Tað hevur verið eitt grúuligt stríð. Nógv av seyðinum hevur verið so stygt, so tað hevur verið strevið, men nú kann man einki gera, tí nú er einki fólk.
Við teimum plássunum, sum eru longst burtur - Borgardali og Kálvadali, gekk tað so nøkurlunda fyrr, tí tá var so nógv fólk. Teir fingu seyðin, tað gekk til endan.
Tá ið eg var ungur, var fjallskipanin gjarna ikki meira enn fimtan mans á Borgardali, men seinni hava tað verið upp í tjúgu um heystið. Um várið kann tað hava verið eitt sindur minni.
Borgardalur skuldi borið 300. Eg røktaði leingi, men vit høvdu ongantíð meir enn 270. 260 var heldur betri, haldi eg. Tað verður rikið alt ísenn í tí hagapartinum.
Á Kálvadali plagdu at ganga fimtan mans fyrr eisini. Nú hesa seinnu tíðina, ið fólkið var nógv, gingu teir átjan, men har var styggur seyður, tó so, teir fingu tað til endan. Tað hevur leingi verið styggur seyður á Kálvadali, og tað ber ikki so væl til at reka har heldur. Tað er so stórur munur, at tað hevur borið betri til at rikið á Borgardali.
Norðuri í Líð mundu vera einir fjúrtan mans. Eg veit ikki, um tað nakrantíð vóru sekstan. Og heimanfyri - Heimangjógv, tað man hava verið tólv tað mesta, haldi eg. Í Skorunum mundu vera einir fjúrtan - sekstan, og við Líðar, har hevur tað verið einir tólv - fjúrtan, tá ið mest hevur verið.
Tá ið teir fóru eftir seyði í Bjørgini, fór nógv fólk. Í Bjørgunum høvdu teir mest sum høli fyrr, ta ið eg var ungur. Kálvadalur átti tað nógva av Bjørgunum. Borgardalur plagdi at sleppa tíggju gjólingar niður í Stúgvar, tí tann seyðurin gekk so nógv út á Borgardal. Kálvadalsmenn plagdu at sleppa bæði í Stúvar og eisini í Bjørgini, og eisini onkran gjóling, sum gingið á fjalli hevði, tá ið tað kom út í februar mánað ella ta tíðina, tá ið teir tóku veðragjólingar.
Tað kravdist nógv folk. Eisini til at reka aftur. Vit plagdu at fara fimm mans uppá Borgardal, men tað var so sjáldan, vit fingu allar veðrajólingarnar aftur. Tað bleiv alt rikið út gjøgnum Skorarnar og so út í Skorarætt. Har hevur verið rætt alla tíðina. Og so plagdu Líðarmenn at skilja sítt burtur úr fyrst, so Borgardalsmenn. So var Kálvadalur eftir, tí tað var gjarna tað mesta.
Tað var góður seyður í Bjørgunum. Tað, sum var í Bjørgunum, var alt stórt. Eg trúgvi ikki, teir høvdu meir enn eina seks - átta kanska, Líðar og Kálvadalur. Tað vóru bara teir báðir hagarnir, sum høvdu í Bjørgunum. Borgardalur eigur bara Borgardal. Men Kálvadalur hevur so nógv í Bjørgunum. Kálvadalur skal vera seks merkur, har norði á Kalvadali, so skulu tað vera tvær í Bjørgunum og ein í Hólminum, so eru níggju.
Tað var eitt stórt arbeiði at fáa seyðin til hús av Borgardali og Kálvadali. Tað bleiv greipað saman, og so bleiv rikið. Var tað gott veður, so gekk tað nokkso skjótt. Tá haldi eg, tað vóru ofta ikki meira enn góðir tríggir tímar ella hálvurfjórði tími av Borgardali. Og tað mundi vera tað sama av Kálvadali. Í vánaligum veðri gekk tað so leingi, tí tá seyðurin blívur so tuskaður, havur hann so langa tíð at ganga. Men í góðum veðri, tá gekk bara skjótt. Tað er langur vegur av bakkanum handanfyri og líka til hús. Einir fýra fjórðingar.
Vit plagdu at leggja til at fara á fjall kl. 6. Tað var oftani, man legði til kl. 6. So kundi man vera liðugur um sjeytíðina at ganga.
Tá ið tað var gott veður, so kundi man koma aftur kanska um 4 tíðina. Tað er tað allar fyrsta, og við hvørt ikki fyrr enn í myrkrinum, kl. 7 - 8 kanska. Tað var so ójavnt. Tað var sum tað gekk til. Viðhvørt kundi tað ganga væl til og viðhvørt ikki.
Top of page

Útróður, bátar, amboð og mið

Fyrr gjørdu teir nógv við útróður. Teir drivu nógv útróður, bara tað var veður. Men bátarnir vóru ikki so stórir tá. Teir róðu við seksmannaførum, áttamannaførum og tíggjumannaførum um veturin, men fýramannaførini blivu nógv brúkt um summarið. Teir fiskaðu nokkso fitt, men einki sum teir fiska nú.
Teir brúktu línu, fyrst sum eg minnist, men so dámdi teimum betri at brúka snøri. Tá tað komu so nógvir á eitt mið við línu, so var tað ikki so gott.
Her eru nógv góð mið nærhendis. Úti á Guttamiði er ofta nógvur fiskur. Og so norðan fyri, á Grynnuni, har hava teir eisini fingið nógv.
Top of page