På Mykines findes der 8 forskellige husdyr, hvoraf de 5 er pattedyr og de 3 fugle. De er:


Roynt hevur verið við geitum og kaninum, men til fánýtis.

Fårene på Mykines

Nógvur seyður gongur í Mykinesi. Gamlar reglur loyva 1200 óm í oynni í teimum fýra hagapørtunum: Heimaragjógv, Líðarhaga, Borgardali og Kálvadali – og so úti í Hólmi.
Flutningur av krýatúrum oyggjana millum hevur ikki verið loyvdur vegna smittuvanda. Nú kann søkjast um loyvið. Seyðurin í Mykinesi hevur tí verið uttan samband við annan seyð, og tað hevur gjørt tað torført at betra um seyðin við aling. Seyðurin í Mykinesi er komin úr Íslandi og Skotlandi. Nakrar óm hava horn.
Tað mesta av seyðinum gongur úti alt árið; nakrir seyðir standa inni um veturin. Nakrir veðrar verða tiknir inn eftir brunding fyri at koma fyri seg aftur móti vetri. Teir sterku veðrar ganga úti í Lamba um veturin, tí í hesum lundalendi er grasið sera gott og sítt.

Myndir av seydur ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Neytini ur Mykinesi

Fyrr hevur verið eyðkent føroyskt neytaslag, smá kríatúr, tí básarnir vóru bert l,6 m. til longdar. Seinni varð blandað við neytum úr øðrum londum – mest úr Noregi, men eisini úr Íslandi, Svøríki og seinnu árini úr Danmørk.
Í 1930 árunum vóru umleið 40 kýr í Mykinesi. Tær gingu í haganum á sumri, og neytakonur gingu morgun og kvøld út í hagan at mjólka. Tær mjólkaðu ikki so nógv sum í dag. Mjólkanøgdin er frá 1937-1969 vaksin úr 1700 l./ár til 3200 l.
Ivaleyst hevur mjólkin havt stóran føðslutýdning, serliga hjá børnum. Frísk mjólk var leskidrykkur hjá børnum, og úrdráttir vóru ostur, smør, rómastampur. Tá kúgvin varð slaktað, varð nógv kjøt til taks.
Seinni árini varð vanligt, at neytini á sumri fóru út í hagan á morgni og leitaðu sjálv heimaftur á kvøldi, gingu inn á básin og stóðu har til næsta morgun. Á vetri stóðu kýrnar á bási í kjallaranum og kropshiti teirra vermdi loftið og tí eisini gólvið, sum húsfólk gingu á.
Ein tarvur var í bygdini.
Nú er bert kúgv í einum húsi í Mykinesi.
Oksarnir í Hólmi vóru nakað serligt! Nóg mikið av grasi gav kjøt, ið smakkaði framúr væl. Men tað var bæði møðsamt og vandamikið, at oksar gingu har. Tað var ikki óvanligt, at oksi datt oman. Einki vatn, eingin kelda var, so oksarnir fingu vætu frá døggini, sum á kvøldi legðist á gróðurin. Í 1909 varð brúgvin bygd um Hólmsgjógv, og tá skuldu oksarnir ikki longur førast út og inn aftur í róðrarbáti.
Maria Skylv Hansen hevur í 1.bindi í "Gomlum gøtum" sagt frá túri, tá teir fóru eftir oksum í Hólmi, róðu teir til Sørvágs; haðani gekk leiðin um fjøll og fjørð til Havnar. Seinnu árini vórðu oksarnir leiddir til lendingina í bygdini, har teir fingu segldúk um búkin, vórðu skumpaðir á bláman, og bátur sleipaði teir út til SMYRIL , sum lá so nær landi sum møguligt. Oksarnir vórðu síðani hivaðir um borð og loraðir niður í lastina. Fyri framman var ´bert ein 4 tímar´ sigling, áðrenn oksarnir vórðu hivaðir upp á kajuna í Havn.
Í 1930 árunum varð oksakjøt eisini niðursjóa av framskygna Johannesi Joensen, faðir væl kenda listamálaran Sámal Jákup Joensen-Mykines.

Myndir av neyt og kalvar ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Hestar ur Mykines

Í mong ár hava hestar verið í Mykinesi. Ávísar reglur vóru galdandi um, hvussu nógvir hestar kundu vera á einum hagaparti, og hvør átti rættin at hava hest, tí ávís ognarjørð skuldu vera.
Hestar vórðu brúktir í arbeiði; farið var eftir torvi í haganum, eftir seyði, tá fjallgonga var, t.d. á Kálvadali og Borgardali og eisini, tá fleygað varð á Nesinum og øðrum plássum á Borgardali. Tað lætti um heimferðina hjá manni, tá hestur kundi bera 700-1100 lundar til hús.
Á vári varð tøð breitt á bøin, og klyvjaross við rossleypum lættu munandi um arbeiðið.
Tað var unglingum fragd at sita á rossi, tá tað eftir dagsins arbeiði skuldi aftur út i hagan.
Føroyski hesturin er flokkaður sum eyðkent slag, og ein slíkur gongur í Mykinesi. Føroysku hestarnir vóru lágir, sterkir og harðbalnir, tí vórðu nógvir í gomlum døgum seldir til Skotlands og Onglands; teir vóru so væl egnaðir til at arbeiða í kolanámum.
Hinir hestar í Mykinesi eru blandingur av íslendskum og norskum hestum, serliga fjarðarrossum.
Hestarnir eru harðbalnir og ganga í haganum alt árið. Teir fáa ikki fóður. Um veturin gerast teir lodnari, og so løgið tað kann tykjast, ganga teir høgt í haganum – heilt uppi undir Knúki, sum er 560 m. yvir havinum. Í kava skava teir kavan burtur við hógvunum, so teir koma niður á grasið.
Í dag verða serlig tiltøk gjørd fyri at varðveita føroyska rossið í hinum oyggjum.

Myndir av hestum og eit lomb ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Hundar ur Mykinesi

Helst hava hundar verið í Mykinesi, so leingi fólk hevur búð. Teir hava verið nýttir á fjallgongum.
Ymisk hundasløg hava verið í oynni, men nú eru tað mest seyðahundar - colli! Seinnu árini eru góðir seyðahundar aldir í Føroyum, og slagið er góðska við innfluttum hundum úr Skotlandi.
Nakrir menn eru limir í Føroya hundafelagi, sum hevur kappingar og eisini í Mykinesi hevur verið kapping við luttøku úr øðrum oyggjum.
Ein maður hevur havt nógvar hundar í venjing, og úrslitið hevur verið góðir seyðahundar.
Føroyski seyðahundurin er mest colli-slagið, sum er millum klókastu hundar. Tað sæst undir venjing og á fjalli. Góðir, væl vandir hundar hava broytt gomlu reglurnar um, hvussu nógvir fjallmenn skuldu á fjall í hagapørtunum, tí góður hundur ger fleiri mansarbeiði.
Hundarnir eru lættir, smidligir, vanliga við síðum hárum, svartir og flekkutir, góðir í sær, vinarligir, lívligir, dáma væl børn. Teir orka framúr væl, renna skjótt og leingi og klára allar brattar brekkur.
Hundarnir tykjast merkja, at fjallgonga verður, tá menn gera seg út við reipi og stavi. Hundunum dáma væl at reka seyð, lívlilgir og spentir, tá teir skulu í hagan ella til venjing.

Myndir av hundum ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Kettur ur Mykines

Í gomlum døgum átti hvørt húski kettu, og góðar vóru tær at fanga mýs.
Inntil 1998 var serligt kettuslag við frámerki: fimmta tá, sterkast á frambeini. Hetta minti um norska lundahundin, sum í Lofoten, Norðurnoregi verður sendur inn í lundaholur eftir fugli.
Tá Mykinesketta doyði, hava bert tvær kettur verið eftir í bygdini.

Click for bigger image

Top of page

Høsn ur Mykinesi

Í gomlum døgum áttu øll hús høsn, sum oftast vóru í tí staði í kjallaranum, sum var so lágur, at neytini kundu ikki standa har. Høsnarhús vóru fá. Tær fóru út um morgnarnar og kundu um summarið finna nóg nógva føði. Tað kom eisini væl við at fáa avlop úr køkinum (eplaflus, aðrar matleivdir og viðhvørt majs)

Myndir av hønum ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Dunnur ur Mykinesi

Dunnur hava leingi verið í Mykinesi. Tær eru tamar og blandingsslag. Um dagin ganga tær úti, og nógvar stórtrívast í ánni. Um náttina eru tær inni.
Fyri nøkrum árum síðani varð roynt at ala dunnur, men strangar lógir fyri djóraaling forðaði hesum, hóast góð inntøka hevði verið møgulig á hesi einsligu oyggj.

Myndir av dunnum ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page

Gæs ur Mykinesi

Gæs hava bert verið í Mykinesi seinastu áratíggju, men nú støðast nakrir flokkar; eitt par fær ungar, og so veksur talið á sumri og heysti.
Eitt serligt gásaslag er í Føroyum, sum líkist grágásini, men er minni og øðrvísi á liti. Í dag eru gæsnar vanliga tamar. Á vetri 2005/2006 sóust villgæs millum gæsnar.

Myndir av gásum ur Mykinesi
Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image Click for bigger image
Top of page