Grein upprunaliga prentað í Eygað september 1974, © Eygað 1974
Endurgivin við loyvi frá Alan Brockie, fotografur, Tórshavn.
Artiklen giver et indtryk af den fatalistiske og pessimistiske stemning, der rådede på Mykines den gang. Da var der ingen regelmæssig helikopterservice, som nu om dage, men kun inspektionsskibenes små Aluette helikoptere, der som oftest kun blev brugt i nødstilfælde.



Inngangur

FYRI einum fimm og tjúgu árum síðani fóru fólk at flyta úr útoyggjunum, og vandi er nú fyri, at summar av teimum verða so illa mannaðar, at har verða ikki líkindi at búgva longur. Ofta hevur verið havt á málið, hvussu vend kundi fáast í hesa skeivu gongd, tí tað kundi ikki vera beint, at oyggjar, sum hava verið bygdar í túsund ár, skuldu koma at liggja fólkatómar.
Prátið um hetta hevur hildið frám manna millum, og onkur stubbi hevur staðið í bløðunum av og á, men eingin hevur gjørt nakað við spurningin, uttan tey, sum hava búð í útoyggjunum: Tey hava hildið fram við at flyta burtur. Dímun er fyri nøkrum fáum árum siðani blivin summarbústaður. Men her var kanska ikki so lætt at gera nakað, so sum viðurskiftini nú einaferð eru í hesi oyggj. Onnur oyggin, sum í fyrstu frámtið kemur at gerast mannleys er Mykines.
Top of page

Tríati fólk í tíggju húsum

Seinasta vetur vóru fólk í tíggju húsum, og samlaða fólkatalið var 30. Um summarið koma nøkur gomul fólk aftur at vitja klettarnar, tí húsini standa enn uppi. Onnur hús eru farin í arv til børn, sum fyri fleiri árum síðani eru farin av oynni, og verða nýtt til summarbústað. Ein familja í Havn hevur keypt eini hús og heldur summarfrí á hvørjum ári har vesturi. Uppaftur onnur hús standa tóm og køld alt árið.
Fyri triati árum síðani búðu 180 fólk í Mykinesi, teirra millum vóru tjúgu ungir dreingir frá sekstan árum og uppeftir, og størsta fjallskipan var tjúgu manns. Fyrst í 30-unum vóru 35 Mykinesmenn til skips.
Tá bar til at røkja alt árbeiði. Trý vóru festini við tilsamans ellivu merkum, og ognarjørðin var 29 merkur. Men tá ið fólkið fór at rýma, og ognarjørðin árvaðist av oynni, hvarv grundarlagið fyri samfelagnum Mykines. Tey, sum áttu uttanbíggjarjørðina, uppfyltu ikki sínar skyldur í felag við hinar eigararnar at røkja bjørg og haga. Mykines fór til grundar.
Top of page

Seks fjallførir menn

Fjøllini verða ikki gingin. Tað eru einans seks fjallførir menn eftir. Ein teirra er lærarin. Annar er maðurin, sum hevur eftirlit við vitanum. Triði er maðurin, sum hevur telefonina og røkir SEV-motorin. Fjórði er ein ungur maður, sum hevur atikið sær festið í Handanástovuni. Fimti er ungur drongur í bóndahúsinum á Túvalli, og sætti er 23 ára gamal drongur, sum ikki hevur fingið upp í lag at rýma frá móður síni, sum situr einkja.
Oyggin ber 1200 áseyð, men nú meta teir bert umleið 800 at vera eftir. Onkur várgonga verður gingin, tá ið so frægt av fremmanda fólki er har vesturi, at tað ber til, men annars er alt vargur. Bátur kann ikki mannlast til útróðrar, og lítið og einki verður fleygað, hóast ongastaðni í Føroyum er so nógvur lundi til sum í Mykinesi, og súlan veður ikki søkt.
Top of page

Tinganes og jardarráðið tosa

Í Tinganesi og í járðarðnum hevur verið tosað um at gera okkurt at bøta um viðurskiftini, m. a. at keypa alla uttanbíggjajørðina og lata hana aftrat festunum ella skipa oynna í hóskandi brúk, sum kunnu geva eini familju nóg mikið at liva av. Men einki er komið burtur úr uttan tos og prát. ]arðaráðið hevur í trý ár uppi slag søkt tingið um 200.000 krónur at keypa uttanbíggjarjørð fyri, men hevur ikki fingið so frægt sum eitt nei til aftursvar. Landsstýrið sendi fyrispurning til uttanbíggjareigararnar um sølu av jørðini. Tað gav bara til úrslit, at gyllin, sum lá um einar 5 - 800 kr. reyk upp í 2.000 krónur.
Top of page

Útskifting einastu ráðini

Skal samfelagið koma hesum neyðstøddu tríati fólkunum í Mykinesi til hjálpar, aðrenn ovseint er, munu raðini vera tey, at fáa utskifting í lag, so at tey, sum eftir eru hava sítt liggjandi saman, meðan úttanbíggjajørðin verður løgd fyri seg. Men tað má gerast nú. Næsta ár er tað kanska longu ov seint.
Top of page

Fuglaveiði

Mesti fuglurin er lundi. Besta lundalandið er Lamba, sum liggur vestur ímóti Hólmgjógv, men fleygasessir eru um alla oynna. Seks, sjey, átta og níggju hundrað lundar kundu teir fáa á stong, tá ið tað lá væl fyri. Tann besti dagurin gav einum manni 999 lundar. Hevði hann vitað, hvussu nogvar hann hevði, tá. ið hann for til hús, hevði hann eisini fleygað nr. 1000. Jørðin skal hava sín part: Hann er nakað ymiskur alt eftir, hvussu langt sessurin er frá húsum. Teir næstu sessirnir lata annan hvønn til landið, teir sum liggja yviri í tí eystara endanum láta fjórða hvønn. Fyrr varð lundi eisini drigin, men nú er tað avlagt.
Top of page

Súlan

Hon átti fyrr bert í Hólminum, men eina ferð í 30unum tóku nøkur fá pør bústað eystaru megin Hólmgjógv. Annars eigur súlan serliga á rókunum norðaru megin á Hólminum og á drongunum, sum standa við útsynningshornið, Píkarsdrangur og Flatidrangur. Fyri seksti árum síðani góvust teir at søkja ta gomlu súluna, hvítsúluna. Teir vildu ikki oyða hana. Bert einans ferð hava teir aftur verið eftir henni. Tað var í 1943, tá ið Mykinesmenn væntaðu mattrot. Teir fingu 210. Hvítsúlan varð kókað. Hon dugdi ikki til at salta. Men grásúluna, ungsúluna, hava teir tikið til fyri fáum árum síðani. Tá ið teir søkja hana á drongunum verður hon sligin við kádissu, gassa. Kádissan verður nýtt, tí tað ræður um at bera so skjótt at, at hon ikki sleppur útav. Tá ið teir tóku grásúluna á rókunum fóru teir í myrkri niður og tá bar væl til at tak á tær.
Tá ið teir søktu hvítsúluna á rókunum, tveitti maður seg niður yvir tær og tað ráddi um at fáa so nógvar undir seg sum gjørligt. So var at draga tær út undan sær aftur og kippa. Á henda hátt kundi maður fáa einar ellivu fuglar inn undir seg, men teir høvdu jú stórt og sterkt nev, og viðhvørt kundu teir bíta ógviliga meint. Í 1939 fingu teir 937 grásúlur.
Top of page

Annar fuglar

Havhesturin trýtur ikki og hann verður fleygaður alt árið. Her er einki at lata til landið. Prísurin er góður fyri havhestin, og hann fleygast, tá ið einki annað gerst. Lomviga er lítið av og fyglt verður ikki. Ritan trýtur ikki, men hon fær frið.
Top of page

Kópur

Kópurin er nógvur undir Mykinesi. Serliga norðan fyri oynna. Á eini fles nakað miðskeiðis norðanfyri, Flesini undir Høvnini, kann góðar dagar verða so nógv av kópi, at tú í kikara kanst telja yvir hundrað. Men eisini hann fær frið fyri Mykinesmonnum, hóast kópaskinn í dag hava meira virði enn danska krónan.
Top of page

Minnisvarðin

Í 1939, reisti bygdin ein minnisvarða yvir teir, sum farnir vóru. Men eisini hann er hoyknaður niður og pláturnar við nøvnunum, standa nú í kirkjuni. Størstu vanlukkurnar hendu í 1895, tá ið Skemmubáturin gekk burtur vesturi undir Hólminum á útróðri við seks monnum og í 1934, tá ið níggju Mykinesmenn í bestu árum gingu burtur á Suðurlandinum við Vestmannasluppini »Neptun«. Ein pláta við tøkk frá Flogfelag Islands í sambandi við flogvanlukkuna í 1970, hongur eisini í kirkjuni. Kirkjan varð bygd í 1879. Doypifatið er frá 1643, og er so statt ein av teimum elstu lutunum í kirkjunum, sum bygdar eru eftir trúbótina. Úrga er í kirkjuni, men tað er ikki hvønn sunnudag nakar er at spæla, og í summar varð ikki farið í kirkju hvønn sunnudag.
Top of page

SEV

SEV bygdi fyri nøkrum árum síðani eitt motorverk, so at Mykinesfólk kunnu hava somu hentleikar sum onnur fólk í Føroyum. Hetta hevur nógv at siga, tí nú er eisini elektriskt spæl til dráttin, sum ger alt árbeiði við at føra vøru og bátar niðan úr fjøruni til eitt spæl. Vognurin hevur fingið navnið Stallhúsbussurin eftir einum húsi í bygdini. Tað komst av, at Rasmus í Stallhúsi skipaði fyri, at ein nýggjur vognur varð gjørdur. Og gøtulyktirnar eru so frálíkar til at fanga lundapisur. Tær flúgva eftir ljósinum, stoyta ímóti og detta niður. So er bara at standa undir lyktunum og bíða eftir lundapisunum, ið jú eru ein leskiligur biti. Men hendan hentleikan fáa Mykinesmenn ókeypis frá SEV. Okkurt gott hevur Hjalgrímur sostatt gjørt. Sjódrift er eingin. Har eru nøkur fýramannafør við uttanborðsmotori, eitt seksmannafar og eitt áttamannafar. Men eingin mannmg.
Top of page

Summargestir

Julianna og Reðin Leonsson í Havn hava keypt eini hús til summarbústað. Her halda tey summarfrí á hvjørjum ári saman við skyldfólki og kunningum. Tey eru sera vælkomin, tí tey geva Mykinesfólkum eina hond, m. a. at ganga á fjall. Men útlendskir ferðamenn eru ikki væl sæddir í Mykinesi. Tað er natið og kraddút fólkaslag, ið kemur hendan vegin. Ein dagin í summar høvdu teir vaskað klæðir í vatnbrunninum, sum Mykinesfólk drekka úr. Tílíkum ferðamonnum fer eingin føroyingur at liva av, siga Mykinesmenn, tvørturímóti.
Top of page

Ungur bóndi

Útistovubóndin hevur givið skarvin yvir. Hann helt seg ikki kunna halda fram við hálvarutriðju mørk, og er farin til Sandavágs át arbeiða veg. Fimmarkagarðurin í Handanástovuni hevur fingið unga manning. Bóndakonan Helga er 20 og bóndin Eddi er 22. Hann er Sørvingur. Herrid og Louis hava latið tey ungu tíkið við og eru sjálvi farin til Sørvágs. Túvalsgarðurin er triðja fest við 4 merkum. Har er bóndaeinkjan við tveimum umgum dreingjum.
Top of page

Postbáturin

Postbáturin kemur tríggjar ferðir um vikuna úr Sørvagi, tá ið kyrra er, men ofta kunnu ganga nógvar vikur uttan nakað samband hendan vegin. Seinasta vetur vóru ikki líkindi hjá honum at koma vestur í heilar sjey vikur, men helikoptarin er góður at heita á, tá ið illa veit við í ókyrrum tíðum.
Top of page