Góð ráð fyri færdsel á Mykines

Top of page

Leiðbeining fyri ein tur til Mykineshólmur

Gøtan út í Hólman er ikki varðagøta og tí ikki almenn. I lundalandinum kemur ein tætt at fuglinum, sum eigur at fáa frið.
Fylg tí traðkaðu gøtuni niðan gjøgnum bøin móti eggini.
Minnisvarðin varð reistur í 1939 til minnis um sjólætnar fiskimenn.
Gøtan gongur um eggina og niður gjøgnum bergið til "í Lamba", sum er eitt av størsti lundalondunum í Føroyum, har nógvur lundi verður fleygaður.
Brúgvin í Hólman verður kallað Atlanterhavsbrúgvin.
Flatidrangur, Pikarsdrangur og norðursiðan av hólminum eru einastu støð í Føroyum, har súlan eigur.
Vitin er bygdur i 1909. Hetta er vestasta stað í Føroyum.
Hygg niður yvir súlurøkurnar a vegnum heim.
Longd: 2 timar fram og aftur til vitan við javnari gongu uttan støðg. Torleikastig: Miðal. Gøtan er brøtt og ein skal ikki ræðast hæddir, tá farið verður um eggin og oman gjøgnum bergið. Minnist til at lata hagarportini aftur.
Top of page

Bygdargøtur

Bygdagøturna eri elligomlu, almennu samferersluðirnar millum bygdir. Aðrenn koyrivegirnir komu, varð vanliga gingið millum bygdir, eitt nú til ting ella næstu kirkju til gudstænastu, barnadóp, brúðvigslu og at enda ta seinastu ferðina borin í kistu.
Gøturnar eru merktar við varðum, sum eisini eru elligamlir. Eins og i grannalondunum vísa varðarnir, hvørja leið, gøtan gongur, so tann ferðandi ikki villist av leið.
Almennu gøturnar er loyvt einum og hvørjum at brúka, men eftir galdandi lóg er tað revsivert ikki at lata portur aftur eftir seg.
Top of page