Samrøða 12. februar 2001 við Honnu og Hildu um torvskurð í Mykinesi.

Hetta er samrøða, sum varð gjørd við systrarnar Honnu Joensen (f. 1915) og Hildu Abrahamsen (f. 1917 - 2003). Báðar eru uppvaksnar í Mykinesi í 20unum og 30unum. Tá var Mykines ein stór bygd, har búðu tá umleið 200 fólk. Í skúlanum vóru 30 børn. Í samrøðuni greiða tær frá torvskurði, um at ganga til neyta, tá neyakonugildi var og tá siglingarmenninir fóru avstað.

Endurgivin við loyvi frá rithøvindinum © Steingrímur Abrahamsen.

Torvskurður

Steingrim: Nær byrjaðu tit at skera torv?
Hanna: Í mai mánað. 14 dagar vóru menninir heima. Um hvítusunnuna, tá fóru vit á heiðina.

Steingrim: Hvar lógu torvheiðarnar hjá tykkum?
Hanna: Upp í Heyggj, uppi á Grønu Fløtu, uppi í Ovaru Heyggj høvdu vit eina krógv, so høvdu vit eísini torv á Vátaføllum. Tað var eitt stríð. Har var so nógv at skera av. Tað var tungt torv. Menninir stóðu í teimum djúpu grøvunum og langaðu torvurnar uppá, tað var uppi á Oyggj. Vit kallaðu tað fyri torveyga.

Steingrim: Hvør skar á Vátaføllum?
Hanna: Pápi og Ísak. Tað var so nógvur svávil í tí torvinum. Har var pent at vera uppi at síggja yvir bygdina. Torvið var tungt og brendi gott. Uppi á Oyggj var besta torvið hjá okkum. Har høvdu Karl og Jógvan húskáll eisini hús. Har var ein flott fløta , sum var breidd við torvi. Vit koyrdu torvið við trillibøru. Tá vóru vit væl klædd, tá vit fóru í torv at bera burtur. Vit vóru í handskum, tí hetta var skitið arbeiði. Tá tað var turt fóru vit at seta upp.Uppi í Heyggj mátti miðskiftast. So mátti man skunda sær, tá tað var liggjandi gott veður. Um tað ikki bleiv borið inn tá og regn kom, so fór alt í spønir, alt bleiv til torvmold. Øll bóru á høvdinum. Tað var strævið. Høvdið var sovnað, so man onki følilsi hevði í tí. Øll vóru glað allíkavæl. So plagdi vit at hava eld, so eftir vatni. Turran fisk og spik og skerpikjøt. Breyð og rullipylsu. So kókaðu vit drekka. Tað smakkaði nógv betur úti. Tað var dejligt at eta úti. Eina ferð hevði mamma kort eitt kjógv í bakarovnin og tað bleiv borið niðan á Oyggj. Á sum tað smakkaði væl. Tá hjálpti Aleksandra hjá Lisu okkum. Tá vóru vit allar fýra har uppi. Tá vóru menninir farnir at sigla. Teir náddu bert at skera torvið so mátti teir avstaðaftur.

Steingrim: Tit høvdu eitt hús á Vátaføllum, eitt hús Uppi í Heyggj, á Grønu Fløtu eina krógv, Ovaru Heyggj eina krógv og Uppi á Oyggj høvdu vit eitt hús. So høvdu tit torv til alt árið.
Hilda og Hanna: Pápi bestilti altíð kol. Tað var so snedugt fyrr, hvis mann skuldi fáa tað at loga, tí man hevði ikki so nógv gott torv og við hvørt var torvið so dovið, at tað fekst ikki at loga, tí vit høvdu ikki so nógv gott torv. So var farið eftir spiki, tí alt var goymt. Tað spikið, sum ikki var saltað og sum ikki var etandi, tað var koyrt í eldin. Tað brendi so væl, so blivu breyðini bakað av tí. Og altíð, tá vit bakaðu breyð, so benyttaðu vit eldin, tá vit høvdu nakað toy at strúka, settu vit jørnini út á og benyttaðu eldin. Trý jørn høvdu vit: eitt nummar 7 og tvey nummar 5. So høvdu vit eitt pressijarn. Á sum eg eri forharmað at tað skuldi fara. Tað hevur staðið úti í hjallinum, tað var rustað, tað er farið í Viðarhellið. Vit blivu biðin at pressa og reinsa hjá hesum ungu, tað var nokso tungt arbeiði.

Steingrim: Hvussu longi skóru tit torv.
Hilda: Oftani var torvið kanska Iiðugt, tá hoyggið kom fyrí, tað var ikki meiri. Vit plagdu at bera inn Uppi á Oyggj, tá tey vóru byrjað at hoyggja, tá var ringur terri tað árið.
Hilda: Tað var ringur terri tað árið, tí tá hoyggjaðu vit á Grótválum, tí teir vóru á fjalli á Borgardali. Gongan kom øll heim, tað hevði gingist so væl á fjalli. So minnist eg, tá teir fóru at fáa jólatorvið heim. Teir høvdu sledu, tá tóku teir seg saman, pápi, Jógvan húskall og Karl plagdu at fara niðan á Oyggj eftir torvi. Tá høvdu teir brennivín, so teir skuldu vera heitir.

Steingrim: Hví brúktu teir ikki rennistrong?
Hanna: Mykinesmenninir vildu ikki.
Hilda: Viðhvørt kom frost í torvið. Tá vóru vit forharmað. Tá var torvið spilt; tað brendi ikki , tað var so lætt at taka í. Alt arbeiði var farið til spillis. Torvhúsið tók tríggjar fláir. Miðgongdin kallaðist klovin. Har gingu vit, fyri at kunna laga torvið heilt upp undir takið. Húsið hjá Jógvan húskall lá mitt í, Karl hevði tað norðasta ag Santus tað sunnasta. Stóri Ísak, Hans í Gili og Ívar vóru eisini uppi á Oyggj. Jákup í Løðu hevði eitt hús, tað stóð upp á har teir skóru. Tað húsið hevði sinktak, tað var flatt. Tey høvdu torv í Sundadali og í Hvannabrekkuni. Lisa hevði torv uppi á Ovaru Regn. Har høvdu tey í Løðuni eisini torv.

Steingrim: Hvar var tað besta torvið?
Hilda og Hanna: Norðan fyri har sum bóndurnir vóru. Har hevði Lisa eisini torv. Tað var Norði á Gjónni, Norði á Eggini. Tey í Handanástovuni høvdu torv her og upp á Leiti. Karansvía hevði torv upp á Fløtuni, tað er í ovaru Heyggj. Magda og eg (Hilda) fóru einaferð eftir torvi í frosti. Vit tordu ikki við leypinum tvørtur um ánna, vit bar settu hann á glerið og skumpaðu hann yvir til hin áarbakkan. Úti á Skor var eitt, har áttu vit onki. Lisa átti á Grótválahorninum. Tað var stuttligt at vera á heiðiní í góðum veðri. At sita og eta úti eín góðan summardag er himmalskt. Tað var herligt at leggja seg á eina fløtu at slappa av og hoyra fuglarnar syngja, alt andaði so friðfult og herligt. Øll vóru á heiðini. Karl plagdi at kika eftir øllum. Allastaðni vóru eldar, øll vóru glað, tað var sunt at vera úti alt summarið, øll vóru sólbrend. Vit plagdu ikki at koyra leyparnar so fullar at bera inn. Vit vóru so sterkar. Tá vit ikki høvdu nakað at seta leypin á, so mann kundi fara undir hann , so var tað bara at koyra á høvdið, so plagdu vit at liggja á knøum og stiðja okkum við hondunum og so reisa okkum upp og so fara avstað. Tað var øðiliga tungt torvið Norði á Gjónni. Tað brendi so gott. Uppi í Heyggj var torvið so moyrt, tað var hopileyst at baka við tí torvinum, tað var til at kóka ketilin. Tað var ringur mógvur. Tað niðasta á torvuni var eitt sindur svartari enn tað ovara. Tá vit bóru burtur, tóku vit 4 torvur ella sum tað bar til og løgdu tær á fløtuna. Torvurnar lógu einar 3 - 4 dagar. So blivu tær settar upp tvær og tvær torvur. Viðhvørt plagdu vit fara at miðskifta. Tað var pent at síggja, tá alt var uppsett. Tá tað var turt, fóru vit at bera inn. Tað var stuttligt at eta úti. Vit fingu døgverða niðan í hagan, alt møguligt gott, fyltar lundar, turran fisk og fiskaknettir. Viðhvørt fingu vit eggjapylsu, sum mamma gjørdi, við eitt sindur av tálg í og gott deiggj og góð føroysk sjálvvelt eplir: Mamma var so ófør; hon var so flink.

Steingrim: Høvdu tit nakað gildi, tá torvið var komið til høldar?
Hanna: Nei, men vit høvdu neytakonugildi. Tað var meðan Niels Juel Arge var her vestri. Tað stóð í Gomlu Løðu. Heini plagdi at hava Blákorsgildi í Handanástovuni og hann plagdi at hava jólatræ, áðrenn loft varð lagt í. Tá loft var lagt í, fekk Heini sær bindimaskinu og hon stóð uppi á loftinum. Har sat hann og bant til fiskimenninar - undirklæði, undirbuksir, troyggjur, undirtroyggjur - alt var føroyskt. Hann dugdi at seyma hettur til beiggjarnar, áðrenn teir fóru á Suðurlandið. Dánjal Jákup, Jesar, Jákup og Ísak. Tey vóra 8 systkin, 5 beiggjar og 3 systrar, mamma, Magdalena og Bette. Omma var so ófør, hon dugdi alt at gera. Hon plagdi at sita og veva. So plagdi hon at fara niðan á Túala at rekja. Eg haldi tað var okkurt sum skuldi setast í vevin, tað var eitt stórt træ, sum skuldi rekjast, so skuldi hon hespa tað og seta tað í vevin. Eg minnist, at hon plagdi at siga, at abbi Ísak, hann æt Kristian Ludvíg. Hann plagdi at gera henni heklinálir. Kvøldið fyri hann gekk burtur kom hann við eini heklinál til hennara. Hann legði seg fram á vevin at práta við hana. Tað var ta síðstu ferðina. Tað kom sovorðið kavarok á teir. Maðurin hjá Onnusofíu í Skemmuni var eisini við. Mamma fortaldi onki sovorðið. Hon minnist bara, hvussu synd tað var i teimum. Tey gingu inn á Kumlar at hyggja, sum áttu við. Klæðini vóru fryst upp á miðju, hjá teimum. Eg haldi tað mundi vera mamma Dánjal Klett. Tað var ein syrgiligur dagur. So var tað maðurin hjá Lisu, sum hevði stungið seg á útiróðri. Hann bleiv sendur inn til Sørvágs, tí blóðforgift var komið í. Hann doyði, men Lisa fekk ikki deyðsboðini av honum fyrr enn átta dagar aftaná.

Top of page

At ganga til neyta í Mykinesi.

Steingrim: Hvørjar vóru neytakonurnar á Handanágarðinum.
Hanna: Tað var eg, Aleksandra, Herdis, Antina, Elsa, Dagmar. So fór eg út á Bøgarðin, har var taó Fia, Julia, Hanna Ellingsgaard, Hilda, Olivia hjá Jóan Heina, Jona, Henrikka, Annasofia, Stóra Aleksandra, Astrid, Esther var við viðhvørt og Borgny. Vit vóru 15 neytakonur.

Steingrim: Nær byrjaðu tit at ganga til neyta?
Hilda: Tá neytini løgdust úti, í juni. Um gott veður var, kundi tað vera um hálvan mai. Ein boðaði frá. Tað var Aleksandra.
Hanna: Eg gekk niðan í Stállhús at siga neytaboð, í Abrahamsstovu, til Henrikku. Aleksandra gekk út eftir. Hon fór til okkum, Annasofíu, Hildu, niðan til Aleksandru. Vit vóru tvær, sum boðaðu, vit byrjaðu k1.8. Tá vit komu á Grótválar bíðaðu vit eftir øllum.Tá allar vóru komnar, fóru vit tiI gongu. Vit vóru væl klæddar, tá regn var.

Steingrim: Hvussu nógv biði høvdu tit við tykkum?
Hilda: Eg hevði fýra kýr. Eg hevði eina lítla, sum tók 5 pottar á arminum. Hitt, sum eg mjólkaði uppí til Handanástovuna, var størri, tað tók 15 litrar. Fetilin var pent bundin, hann var dupultur. Tað var tungt at bera. Í hondunum høvdu vit stokkar. Vit vóru heilt ungar. Henrikka og Annasofa vóru yvir 70, hetta var síðsta árið tær gingu. Eg minnist, hvussu seint tær gingu. Eitt legði eg merki til, tá tær vóru komnar í neytini, hevði eg bara seIt niður eini kúgv. So skjótt gingu tær kortini. "Fram kemur hann, ið hóvliga fer", plagdu tær altíð at siga.

Steingrim: Hvar plagdu neytini at liggja?
Hilda: Tað var ymiskt. Við hvørt lógu tey úti á Skor , so væl fyri. Tá tað var mjørki, var ringt at finna tey, so gingu vit har vit høvdu mjólkað um kvøldið. Tá vit sóðu, at ein hevði kukkað, so stungu vit fingurin niðurí, fyri at vita um lorturin var heitur, so gingu vit eftir tí. So funnu vit tey. Men við hvørt funnu vit ongi neyt. Tá noyddust vit heimaftur. Tað kallaðu vit at grísa. Tá høvdu tey verið uppi á Knúki. Menninir høvdu verið tiI útiróðrar. Teir høvdu sæó tær uppi á Knúki.
Tá vit fóru heim sungu vit altiíð "Nú dagurin at enda er". Tað var stuttligt at sita uppi á Oyggj og síggja, hvussu vakurt alt var. Vit plagdu at hava 18 – 19 1itrar av mjólk heim. Tað var ymiskt sum neytini mjólkaðu. Tá duvaveður var, mjólkaðu tey betur. Vit plagdu at koma heim kl 11 - 11.30. Tá vit komu heim kókaðu vit mjólkina, tí hon súrnaði beinanvegin. Tað sum skuldi vera til rómastamp bleiv sílað og sett til síðis, Vit gjørdu eisini ost. Tað var nýmjólkað og var sett í eina grýtu við lítlum eldi. Kveikamagi/kálvamagi bleiv lagt niður í og so loypist mjólkin saman. So var mysan tikin frá.Hon var eitt sindur gullig. Tað var mjúkt at eta. So var osturin lagdur niður í ein ostaform við holi í botninum. Eitt tunt klæði var lagt niðurí, so koyrdu vit ostin - kostin - niðurí. Vit pÍágdu at koyra kumman í. Lokið var lagt á, tað var pent útskorið. Eitt lítið sindur av fergi var lagt á við einum lítlum steini. Hetta var mjúkur ostur, sum smakkaði sera væl. So gjørdu vit bollamjólk.
Tá kúgvin var kálvað, goymdu tey rámjólkina, t.e. tann fyrsta málið aftan á kúgvin hevði kálvað, hon var koyrd niðurí, tá tey gjørdu ketilsost. Vit fingu ketilsost úr Handanastovuni, Norðuri á Lonini, frá Atu, frá Annu fastur. Tað var herligt at fáa um veturin. Mjólkin mátti ikki vera ov heit, tí so gjørdist kosturin av harður. Kosturin var samanlopin..Misa var náttverðamatur. Ein penur føroyskur ostur var góður at fáa.
Vit gjørdu eisini smør. Tá vit høvdu kókað mjólkina, settu vit hana upp á loftið. So kom nógvur fløti omaná. So var tikið av. Tað skuldi vera leingi, at mjóIkin stóð við fløtanum. Fiøtin varð koyrdur í eina krukku, so var kydnað. So var smørið tikið upp. Tað, sum var eftir av blakið, varð drukkið. Tað smakkaði einastandandi væl. So var smørið elt, tey koyrdi vatn í. Salt varð koyrt í. Smørið varð koyrt niður í krukkur og ikki spiltist tað. Tá mann kom úr hoyggj í Handanástovuni, plagdu vit at fáa rómastamp. Tað var í træstampi. Har kundu 4 fólk sita rundanum og eta.

Top of page

Neytakonugildi.

Hanna og Hilda: Neytakonugildi hevur altið verið í Mykinisi. Tá tey hildu uppat at ganga til neyta uml. oktober mánað, var neytakonugildi hildið. Kokkarnir plagdu at ver Annkatrina hjá Jóhannusi, Marin í Handanástovuni, Holdanslisa, Ragnhild. " Á, denn vælsignaði matur", plagdi kunstmálarin at siga. Vit fingu smurdan mat í neytakonugildinum. So var sungið og dansað var norðuri í dansistovuni.
Oftani var ringt at ganga til neyta. Onguntíð vóru neytini farin inn í Skorar, tey vóru farin inn um Fulltúgvuna at kroka. Hann var høgur í ættini. Har kundu konufólkini ikki fara, So noyddist Hanna at fara eftir monnunum. Jákup hjá Heina og Jógvan í Ábrahamsstovu komu niðan at reka neytini útaftur. Strævið var ofta. Tá vit høvdu verið til neyta, fóru vit aftur eftir torvi. Jú, tað stævið um summarið.

Top of page

Tá siglingarmenninir fóru avstað.

Steingrim: Nær fóru fiskimenninir av stað?
Hanna: Fyrst í mars. Tá fóru teir á Suðurlandið. Teir komu aftur í maj mánað. So skóru teir torvið. Teir vóru heima á Hvítusunnu. Teir vóru heima í fjúrtan dagar. Tað var ein strævin tíð. Vit høvdu nógv at gera. Vi skuldu passa torvið og bera tað inn. Vit vóru liðug við tað, áðrennn hoyggið kom fyri. So er tað vit hoyggja, og er tað góður terri, so eru vit skjótt liðug, tí tað tornar so skjótt har vestri.

Steingrim: Tá siglingarmennninir komu heimaftur í maj mánað, hvusssu var so. Hvussu fyrireikaðu tit tykkuum tá?
Hilda: Tá fara teir á Eysturlandið. Jú forstendur tú. Her vestri vóru 20 siglingarmenn. Tá menninir fóru avstað í marts var alt fullgjørt. Teir høvdu eini 4 pør av vøttum og eini 6-7 pør av hosum , 5 sett av undirklæðum, bæði troyggjur og buksur. Mamma vav vadmal, so skuldi tað litast. Hettur, bæði seymaðar og bundnar. Oljuklæðir blivu seymaði av stouti. Tað var gulligt sterkt tøj. So blivu tey ferniserað 3 ferðir. So madrassu, sum eitt heitt ullint teppi var seymað niðurá og so madrassu. Tað sum seinast var lagt niðurí var bíblian. Pápi hevði skrín. So høvdu teir ofta klassekk. Oftani frættu vit frá teimum, vit fingu telegramm. Pápi var við Petru, sum Christian Emil átti. Aðrir mikinesmennn vóru eisini við t.d. Jesar, pápi Aage.
Høvdu teir fiskað væl, so vóru teir inni og landaðu, og vit fingu telegramm. Pápi skrivaði eisini bræv. Tá teir komu aftur, høvdu teir allan møguligan góðan mat við. Teir høvdu lippir, kjálkar, kongafisk, hetta var gott at fáa. Kongafiskurin hevði so hvøss bein, sum stingu so illa.

Top of page

Gerandiskostur í Mykinesi.

Steingrim: Hvat fingu tit at eta úti hjá tykkum?
Hanna og Hilda: Mamma roytti lundar, teir blivu saltaðir. Vit fingu grind og fisk. Súlu fingu vit eisini. Og so havhesturin. Hann fingu vit frá Niklasi. Hann bleiv royttur og sviðin. Tað var ein dejligur matur. Hann var lagdur í salt einar tveir dagar og so varð hann kókaður. Hann bleiv kókaður í tveir tímar. Eplini skuldu vaskast sera væl. So skóru vit eitt Iítið petti av eplinum, so at soðið kom í gjøgnum, tað smakkaði sera væl. Tá hann var skrallaður, gjørdi vit sós til. Hann var stoktur og lørini við. Vit kunnu eisini kóka hann og gera suppu við makkaroni og sviskum og rísi. Vit plagdu at gera bollar til av kókaðum eplum, sum blivu mosaði, so koyrdu vit eitt sindur av margarin í tað, eitt sindur av sukri og 2 egg. Bara so mikið av mjøli, at tað kom saman, onga mjólk.
So kundu vit eisini gera frikadellur av havhestum og steikja tær akkurat sum fiskafrikadellur. Tað smakkar nógv betur enn tað farsið, sum vit keypa. Tað var sum mamma segði, at havhestakjøtið var nógv betur enn lundakjøtið.

Steingrim; Hvussu gjørdu tit havhestafrikadellur?
Hilda: Vit koyrdu alt tað feita burtur. So skóru vit av bringuni og lørunum, so bleiv tað hakkað 2 ferðir, so bleiv elt. Vit koyrdu eitt sindur av mjøli í, 2 egg og salt og pipar, so tað smakkaði so væl. So var stokt. Vit gleddu okkum so nógv til henda døgverðan.
So fingu vit lundar. Vit kundu skralla lundarnar. Teir blivu stoktir sum vilt. Tað er at gera sósina fyrst. Brúnka bringuna og lørini og so koyra alt niður í sósina og so kóka teir har niðuri í. So høvdu vit fyltan lunda. So stoktu vit lundan við skinninum. Vit plagdu eisini at turrsteikja lundan, tað smakkaði væl. Tá brúktu vit primusovnar. Tá tað var góður lundi, plagdi vit at kóka teir. Saltsprongdur lundi smakkar einastandandi væl. Hann hevði ligið í salti 3 dagar.
Lundahøvd fingu vit til døgverða. Tað var ikki nakar góður døgverði, vit ótu heilan og tunguna. Vit høvdu eina suppu av lundum, sum vit koyrdu ingifer í. Tá var lundin væI vaskaður og feskur. Vit koyrdu rís í og okkurt annað. Alt er blivið søga. Marin plagdi at siga, at Mikines var eitt stórt spísikamar. Tá beinini vóru blivin grøn, plagdu vit at gera lundafrikadellur. Tað kundi oftani henda, tá tey høvdu verið á Nesinum og fleygað og lundarnir høvdu ligið ov leingi í góðum veðri. Roytíngarkonurnar tóku lundarnar frá, so blivu teir skradlaðir. Tá tey royttu, blivu vit altíð settar at kvista. Í góðum finasta veðri. So sótu vit í einum myrkum rúmi og kvistaðu. So komu roytingarkonurnar at taka burturúr. Tað var eitt ringt arbeiði fyri hendurnar. Tað sótu næstan altíð 3 roytingarkonur í Handanástovuni og royttu. Tað bar ikki til at hava handskar uppiá. Tað vóru mamma, Sjúrðaelspa og Julia og Annkatrina.

Steingrim: Hvussu nógvar plagdu tær at royta ein dag?
Hilda: Hundrað. Mamma plagdi at royta 25 um tíman, tá væl lá fyri. Við skaftinum á knívinum dúnaði man lundan. Lundin bleiv royttur heilt upp í knokkin, tí fjøðurin var so dýr. Tá posturin kom, plagdu teir at bera royttar lundar í leypi at selja til Sørvágs, alt bleiv keypt.
Um summarið fingu vit feskan fisk. Vit keyptu fisk. Vit gjørdu knettir og frikadellur og høvd.
Tá mamma hevði verið niðri við drekka, plagdi hon at koma niðan við fiski. Hon koyrdi burturav og hakkaði til fiskabollar og súpan, so koyrdi hon eitt kjøtbein niðurí. Tað vóru nógvir árabátar og maskinbátar har vesturi. Nógv er forandrað, tað er heilt óalmindiligt. Tá kúgvin hevði kálvað, høvdu vit ofta rísvelling.
Vit høvdu eina stóra eplaveltu uppi á Hanusarmørk. Seteplini lógu uppi á loftinum undir songini. Fyrst var pappír lagt undir tey og so oman yvir tey. Vit løgdu tey í januar/februar mánað. Vit settu eplini niður í majmánað. Vit høvdu eina lítla veltu á Systrannamørk. Vit plagdu at seta eini 800 eplir niður. Mamma plagdi at geva lundar fyri eplir. Hon plagdi at fáa eplir av Oyruni í Sørvági frá Marionnu í Stórustovu ella KeldiJákup.
Top of page