Súgdýr í Mykinesi
Bert tvey sløg av súgdýrum liva í Mykinesi, (hús)músin og haran.Haraftrat eru húsdýrini seyðir, hestar, kýr, hundar og kettur.
So at siga dagliga síggjst tvey sløg av kópum – steinkópur og láturkópur.
Tað kann henda, at hvalir eru at síggja – bóghvítuhvalur (mastrarhvalur), grindahvalur, nísa og sjáldnari nebbafiskur, augustur og kúlubøka.
Súgdýrini í Mykinesi.
(Hús)Mýs.
Eingin veit at siga, hvussu leingi mýsnar hava livað í Mykinesi, men nevnt kann verða, at presturin Land skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" í 1800, at tá vóru ongar mýs í Mykinesi. Ringt er at meta við vissu, um hetta er rætt, men helst er tað ikki so. Nýggjar DNA-kanningar hava víst áhugaverd úrslit. Hvussu víða mýsnar eru, kann vera við at vísa, hvussu og hvaðani Føroyar eru búsettar, tí húsmýsnar fylgja menniskjunum. Íløgukanningar av føroyingum hava víst, at føroyskir menn eru komnir úr Noregi, meðan føroyskar kvinnur er komnar úr Írlandi.Húsmýs kunnu býtast í tvey sløg – eysturmýs, ið komnar eru úr Noregi; og vesturmýs, ið komnar eru úr Týsklandi og Onglandi, og sum í dag finnast í Mykinesi, Hesti, Nólsoy og Fugloy. Í hinum oyggjunum eru blandingssløg av eystur- og vesturmúsum. Hevur Land rætt, er tað áhugavert, at mýsnar í Mykinesi eftir 200 árum hava ment seg til eitt serligt slag við egnum navni: Mus Musculus Mykinessiensis. Tað hevur helst tikið um 1000 ár at nátt fram til hetta slagið. Eingin veit at siga, hvussu nógvar mýs eru í allari oynni. Tær eru at finna í húsum, hjøllum, úti í náttúruni, í lundalendi og heilt yviri á Borgardali.
Mykinesmýsnar eru kropsliga sermerktar, felags við øðrum vesturmúsum í Føroyum, t.d. er halin langur, bakbeinini long og sterk, og tað gevur sterka kraft í lopum. Tær eru øðrvísi littar enn vanligu húsmýsnar, brúnligari á liti, men ljósari búk. Mykinesmýsnar hava áhugavert fyribrygdi, tí innaru nasagluggar eru meiri viggskornir enn á øðrum músum og hetta hava tær felags við mýsnar á St. Kilda, vestasta oyggj heilt fyri seg sjálva á Hebridunum. Hugsast kann, at húsmýsnar í Mykinesi og í St. Kilda umboða elstu mýsnar í Evropa.
Vanliga síggjast mýsnar ikki, men eru í kjallarum, hjøllum og tær kappast við starar. Tær kunnu krúpa gjøgnum smá hol, sum ikki eru størri enn l6 mm.
Les meiri um húsmýsnar í Føroyum her (á føroyskum): Her (á enskum).
Harur
Harur eru í Mykinesi, men tær eru ikki nógvar og talið tykist ikki broytast. Tær hava vist júst til lívsins uppihald, tí talið veksur ikki. Menn fara ikki at skjóta harur.Fyrstu harur komu ikki fyrr enn 1965 í Mykines.
Tað løgna er, at harurnar oftast liva í 400 til 500 metra hædd uppi í haganum og ofta síggjast tær heilt uppi við Knúk í urðini vestantil har radiomasturin stendur. Tær kunnu koma heilt oman í hagan, oftast ein og ein, og hon er skjót at leypa úr staðnum, har hon hevur sitið trygt og goymt fyri at koma nóg langt burturfrá.
Harurnar í Mykinesi eru av somu ætt sum hinar í Føroyum; upprunaliga komu tær úr Noregi í 1850-unum av norsku oynni Kragersø. Upprunaliga var slagið snjóharur, hvítar um veturin, men tey mongu árini í Føroyum hava ført við sær, at tær eru gráligar á liti um veturin.
Myndir av harum í Mykinesi
Havsúgdjor undir oynna.
Kópar.
Tá tú kemur niðan á Rógvu og gongur út í Hólm, sært tú mangan kópar líggja á flesjunum norðan fyri Hólmin alt árið. Út fyri lendingini og út fyri Hólmsgjógv á lítlari fles síggjast kóparnir nær við og tað sær út sum eru teir forvitnir, ikki minst tá tú ert í báti nær við. Tú sært høvdið við stórum myrkum eygum leitandi, og brígslar tú, hyggja teir forvitnir.Fyrr í tíðini vóru kópar regluliga jagstraðir og menn fingu pening fyri at koma við kópakjálkabeinum; hildið var, at teir tóku nógvan fisk. Á látrum fóru menn í land og slógu kvølparnar íhel, aðrenn teir fóru á sjógv. Nú kemur tað fyri, at kópur verður dripin – og tvøstið smakkar hendinga væl, men er feitt.
Tað kann koma fyri, at einir 300 kópar liggja á flesjunum vestan- og norðanfyri, tá fjøra er og tá tornar skinnið. Teir geva ljóð frá sær,sum hoyrist langan veg. Í góðveðri við sól er hetta ein vøkur sjón at síggja, har teir liggja á flesjunum ella svimja í klára sjónum Úti á Bøli – víkini beint vestan fyri vitan.
Myndir av kópum á flesjunum
Hvalir.
Frásagnir eru so at siga á hvørjum ári um hvalir, sum sæddir eru í Mykinesi.Fyri nøkrum árum síðani vórðu nakrir hvalir hildnir til í lendingargjónni. Seint í 1990-árunum sigldi postbáturin SÚLAN beint fram á lítla grind uttan fyri lendingargjónna. Grindin varð rikin til Bíggjar og har gjørdi hon landgongd.
Seinnu árini eru fleiri mastrarhvalir – bóghvítuhvalir – sæddir framvið landi. Ein dagin, tá menn vóru á fjalli, sóu teir fimm mastrarhvalir svimja fram við landi og millum skerini eystan fyri bygdina.
Ár 2000 sást ein kúlubøka um 100 m. norðanfyri Hólmin, nær Hólmsgjógv. Nakrar dagar seinni sást ein kúlubøka frá báti sunnanfyri bygdina. Mundi tað vera hin sama?
Seint í 1990-árunum sóust nebbafiskar og augustur sunnan fyri Mykines. Tveir nebbafiskar svumu vestureftir nær landi. Augusturin var langt frá landi, men var eyðkendur við sínum skráa blástri.