Um MYKINES
Mykines hevur eina vídd uppá 10 km2.
Mykines er vestasta oyggj í Føroyum og har búgva einans 11 fólk. Tann elsti er 81 og tann yngsti er 12 ár.
Har eru íalt 40 hús, men í bara 6 av teimum eru fólk í alt árið.
Fyrr í tíðini var Mykines millum tær størstu bygdirnar í Føroyum. Í 1940 búðu uml. 170 fólk í Mykinesi.
Kirkjan er bygd í 1879 og skúlin bygdur í 1894.
Áseyðatali í oynni er uml 1200.
Vestast í Mykines er Mykineshólmur. Ein 40 meter long brúgv er ímillum Mykines og Hólmin. Úti á Hólmanum er ein viti ið var bygdur í 1909.
Uppi í haganum á norður síðuni er Korkadalur. Her eru basaltsúlur. Hettar økið verður kalla steinskógurin.
Málarin Sámal Joensen-Mikines er ein tann kendasti málari í Føroyum.
Hann var føddur í Mykinesi í 1906 og doyði í 1979.
Hansara barnaheim eitur "Innistova" og er uml. 100 ára gamalt.
Gistingarhúsið Kristianshús var hansara verkstova.