625 | Sáð er funnið, sum sigur frá havra- og byggøkrum í Mykinesi. Fyrstu búsetingar munnu hava verið munkar og einbúgvar. |
1538 | Christian III setur trúbótina í gildið; tá verður kirkjan í Mykinesi sum fleiri aðrar rivin niður. |
1592 | Í "Norges beskrivelse" sigur norski presturin Peter Claussøn Friis frá, at 7 prestagjøld eru í Føroyum Húsmýs eru í Føroyum og eisini í Mykinesi. Húsmýs í Føroyum eru serligt slag, og tær í Mykinesi ein undirdeild við longum, sterkum bakbeinum. |
1595 | Millum 1580 og 1600 sigst stór vanlukkkkka vera hend 11. summardag, 25 apríl. Landnyrðingsódn brast á við kava, 50 bátar gingu burtur vil øllum manningum,og millum tær allir arbeiðsførir mykinesmenn. Flestu bátar vóru tristar; tí kom forboð at fara til havs í hesum bátum. Tað er ikki vist, hvat ár tað var, men helst nær aldarskiftinum. Hildið verður, at millum 200 og 300 menn druknaðu, og tað er hægsti prísur, havið nakrantíð hevur kravt av Føroya fólki í einum ári! |
1667 | Hollendsk herflotadeild spjaðist í stormi. 10 skip hittast aftur í Hvalvík. Eitt skip strandar í Íslandi, og 12. skipið "Walcheren" drívur á land millum Kvívik og Leynar. Nakrir menn doyggja. Skipið flotnar aftur, rekur móti Suðuroynni og renur á land. Tað flotnar aftur og rekur móti Mykinesi, har tað so søkkur. Vørur úr skipinum vórðu vanligar millum fólkið. |
1680 | Vágapresturin, Rasmus Olsen, vinnur í kortspæli 4 gyllin jørð í Mykinesi. Taparin var sorenskrivarin Peter Sørensen Broberg. |
1750 | Í toku strandar skip úr Londerry í Mykinesi. Manningin fór í bátarnar, men slapp ikki upp á land. Teir róðu norðureftir og forkomnir vinna teir land í Saksun. |
1757 | Maður dettur oman á fleygi. |
1769 | 61 fólk búgva í Mykinesi, 13 børn, 23 kvinnur og 25 menn. |
1778 | Mykinesfólk fáa loyvið at sleppa fyrst framat í handli í Tórshavn, eins og suðuroyingar fyrr kundu, tí ferðin hjá teimum var so long. |
1792 | Tveir menn detta oman undir fleyging; teir vóru av trygdarársøkum og gomlum reglum bundnir í somu línu. Vanlukkan bar í sær, at menn skuldu ikki verða bundnir í somu línu í hesum vandamikla arbeiði. Hetta forðar tó ikki øllum vanlukkum. |
1800 | Ein 26 ára gamal madur verður dripen av omankasti. |
1801 | 74 fólk búgva í Mykinesi, 19 børn, 30 kvinnur, 20 menn millum 15 og 60 ár og 5 menn yvir 60 ár. Tey bugva í 17 húsum. |
1819 | Skip við ongari manning drívur á land í Mykinesi; nakað av timbri fæst til vega. |
1834 | 92 fólk búgva í Mykinesi, 24 børn, 33 kvinnur, 27 menn millum 15 og 60 ár og 8 menn yvir 60 ár. |
1840 | 97 fólk búgva í Mykinesi, 24 børn, 33 kvinnur, 32 menn millum 15 og 60 ár og 8 menn yvir 60 ár. |
1845 | 99 fólk búgva í Mykinesi í 19 húsum. |
1855 | 112 fólk búgva í Mykinesi, 30 børn, 44 kvinnur, 32 menn millum 15 og 60 ár og 6 menn yvir 60 ár. |
1862 | Havhestaungar tiknir fyrstu ferð til matna í Mykinesi. |
1863 | Kirkjan verður skadd í stormi. |
1870 | 114 fólk búgva í Mykinesi, 34 børn, 41 kvinnur, 31 menn millum 15 og 60 ár og 8 menn yvir 60 ár. |
1874 | Fleygað verður 80.000 lundir hetta ár. |
1877 | Kirkjan verður aftur skadd í stormi. |
1879 | Nýggj kirkja verður vígd í Mykinesi. |
1888 | Fuglur veiddur á Grønaskoradrangi fyri seinastu ferð. |
1890 | 154 fólk búgva í Mykinesi, 53 børn, 54 kvinnur, 45 menn millum 15 og 60 ár og 2 menn yvir 60 ár. Fleygað verður 61.000 lundir hetta ár. |
1891 | Fleygað verður 28.000 lundir hetta ár. |
1892 | 2 ungir menn duttu oman á fleygi, 2 mánaðir ímillum. Hetta er møguliga árið, tá havhestur varð fleygaður fyrstu ferð og tá til agn; seinni varð hann eisini fleygaður til matna á vetri. Fleygað verður 67.000 lundir hetta ár. |
1893 | Fleygað verður 18.000 lundir hetta ár. |
1894 | Í 34 ár hevði súlukongur (albatrossur) verið í Mykineshólmi. Hetta árið varð hann skotin. Se myndirna her. Fleygað verður 56.000 lundir hetta ár. |
1895 | 26 januar gongur bátur úr Mykinesi burtur. Allir seks menn lata lív. Fleygað verður 21.000 lundir hetta ár. |
1896 | Mykines fær skúla. Fleygað verður 37.000 lundir hetta ár. |
1900 | Ein 5 ára gamal drongur dettur oman úti á Berg. |
1906 | Kendi listamálarin Sámal Elias Frederik Joensen varð borin í heim 22 februar 1906 í Innistovu. Hann varð kendur undir navninum S. J. Mykines. |
1909 | Vitin úti í Hólmi varð bygdur, og sama ár varð brúgv bygd um Hólmsgjógv - fyrsta brúgv um Atlantshav, og bar tí sama navnið. Hon var 42 m. long og 27 m. yvir havinum, bygd sum heingibrúgv. Festið sæst enn norðan fyri brúnna, sum nú er. Áðrenn brúgvin varð bygd, vórðu vørur fluttar út í Hólm í báti, og tiltiknu mykinesoksarnir vórðu somuleiðis førdir av Hólmi. Ein lína var um gjónna, og vørukassi kundi hálast yvir um. 16 ára gamal drongur dettur oman á fleygi. |
1911 | Mykines gerst sjálvstøðug kommuna, 3 limir eru í bygdaráðnum. |
1925 | 179 fólk búgva í Mykinesi, og hetta man vera størsta tal; 27 børn gingu í skúla. |
1927 | Fyrsti svimjihylur í Føroyum verður stoyptur í Mykinesi niðan fyri lítlan foss í ánni, sum rennur gjøgnum bygdina. Kendi lærarin Poul N. Pedersen var sera ítróttarhugaður og setti hetta í verk. Hann helt eisini ítróttarstevnu í Mykinesi. Ætlanir vóru um telefonsamband til Mykinesar, men tað varð ov dýrt, og tí varð hugsað um telegrafsamband. Hvørgin ætlanin sá dagsins ljós; men eftir samráð við vitaverkið, sum skuldi leggja telefonsamband til vitarnar í Mykinesi og Nólsoy, fekst eisini møguleiki fyri telefonsambandi inn í bygdina, og arbeiðið varð gjørt í 1928. Ein Mykinesbátur gekk burtur og ein maður druknaði. |
1928 | Vitarnir á Borðuni og Hólmi fáa radiosendara til skipaferðsluna, og bygdin fær telefonsamband. |
1934 | 7. mars sjólótust 43 menn, tá sluppirnar Neptun av Vestmanna og Nólsoy úr Havn gingu burtur í stormi undir Íslandi. Tað er møguligt, at sluppirnar stoyttu saman, 23 og 20 menn um borð. Fleiri brøður og feðgar sjólótust. Minnisvarði varð reistur "úti í Dali" uttangarðs eftir hesa vanlukku. |
1939 | Minnisvarðin fyri sjólatnar úr Mykinesi verður vígdur. Talvurnar við nøvnum standa nú í kirkjuni. Tvey hús bygd aftrat úti í Hólmi, so nú búðu 3 húski har. |
1940 | Kríggið fær nú avleiðingar í Føroyum; nógv ókend flogfør síggjast fyrstu mánaðir í Nólsoy, Akrabergi og 9. apríl í Mykinesi. 22. apríl vóru allir 26 vitar í Føroyum sløktir eftir boðum frá enska hersetingarvaldinum. | ||
1941 | Vitin og radiohúsið vóru fyri trimum álopum av flogførum. Fyrsta álopið var 8. august. Klokkan 14 sást flogfar flúgva í ein sunnan tætt vestan fyri Hólmin. Boð vóru send til Havnar. O.u. 1 tíma seinni kemur flogfar sunnanfrá tætt við sjógvin, lyftir seg upp, og tá tað er árakað húsini skeyt tað við 22 mm. kúglum. Ein maður fekk splintur í beinið og varð førdur til Tórshavnar á sjúkrahúsið til viðgerðar. Húsini fingu skaða. Annað álopið var 24. august. Tvær bumbur vóru sleptar og brustu í bønum; húsini fingu skaða, men eingin mannskaði hendi. 30. oktobur var triðja - og seinasta - álopið á vitan í Hólmi. Flogfarið skeyt við maskinbyrsu og slepti 6 bumbum, men bert tann eina brast, tá hon kom í sjógv. Skaðar førdu við sær, at radiosendarin mátti umvælast, men var klárur aftur á kvøldi. | ||
1942 | Bretar byggja bygning til radarstøð á Ólakletti í Líðarhaga. Toftirnar síggjast enn. Se myndirna her Ein mina rak á land og skaddi nøkur neyst. | ||
1943 | Brimgarður varð stoyptur vestan fyri bátahylin. Betongið varð alt blandað við hondum. | ||
1945 | 13. mei vóru vitarnir tendraðir aftur, og radiosendararnir sendu aftur til skip og flogfør. | ||
1950 | Ytri brimgarður varð stoyptur, arbeitt varð sum fyrr. | ||
1954 | Fólk flyta av oynni. Í 1925 búðu 179 fólk, í 1940 120; men undir krígnum og stutt eftir vaks aftur upp á 153 fólk í 1950. So fækkast so líðandi og javnt til 1977, tá 30 fólk eru í kommununi. Onnur flyta við, og í 1996 og 1999 vóru 16, og í oktobur 2001 hækkaði fólkatalið upp á 22. | ||
1955 |
| ||
1959 | Maður datt oman á fjalli og doyði. | ||
1961 | Arbeiðið uppá bátadráttin byrjaði og var liðugt 3 ár seinni; arbeitt varð summarmánaðirnar. | ||
1963 | Maður datt oman og doyði. | ||
1968 | Ravmagnsverkið (el-) var tikið í nýtslu, og Niclas, 98 ár og elstur í bygdini, setti motorarnar í gongd. Margretha, krúnprinsessa og Henrik, prinsur vitjaðu í oynni. |
2001 | Den islandske præsident Ólafur Ragnar Grímsson og den færøske lagmand Anfinn Kallsberg besøger Mykines. |
2002 | Besejlingen af Mykines privatiseres, men sejladsen besørges stadig af "Sulan". Der bevilges penge til udbedring af landingspladsen og projektering af en ny landingsplads i Hellis Gjogv. |
2004 | Besejlingen af Mykines kommer igen ind under Strandferdslan. Der indledes forhandlinger med Sørvagur kommune om sammenlægning og i slutningen af september måned underskrives aftalen, der skal træde i kraft 1.januar 2005. |
2005 | Efter i 1911 at være blevet en selvstændig kommune, ophører Mykines 1. januar som kommune og er herefter en del af Sørvagur kommune. |
2006 | Sejladsen til Mykines privatisere igen. Denne gang med et beskedent ombygget hurtigtsejlende fiskefartøj, "Brynhild". Turen kan gøres på 25 minutter, men i almindelig rutesejlads på omkring tre kvarter. |
2007 | Der opsættes nye olieanke. De sejles ud, trækkes op ad bådeophalingsrampen, køres videre på en specialbygget vogn og placeres endeligt ved hjælp af stilladser og spil. |
2008 | 28. juni afholder Utoyggjafelagið (Foreningen af småøer) sit årlige stævne, med generalforsamling, forskellige oplysende tiltag, Folkemøde og dans. Det anslås, at der har været over 1000 mennesker forsamlet i det meget smukke vejr. Det er formentlig det største antal mennesker, der nogensinde har været forsamlet på Mykines. 4. august bliver det istandsatte mindesmærke over på havet omkomne sømænd fra Mykines, viet ved en højtidelighed oppe ved mindesmærket. Velsignelsen foretages af biskoppen for Færøerne. Til stede er desuden Vagar præsten, borgmesteren for Sørgvagur kommune, samt omkring 150 mennesker, der i blandt de nærmeste pårørende til de sidst omkomne. Foruden de opdaterede tavler for forliste sømænd, er der nu opsat en tavle for de Mykines beboere, der er omkomne under fuglefangst og røgtning af får. |
2009 | Den færøske indenrigsminister, Annika Olsen, besøger den 21. august Mykines, som led i en rundrejse til alle småøerne, for at sætte sig ind i småøernes specielle vilkår. |
2010 | Den 28.ende juni besøger Dronning Margrethe og prins Henrik Mykines i et par timer, ledsaget af den Færøske lagmand, Kaj Leo Johannesen, der stammer fra Mykines. Dronningen blev vist rundt i bygden, fulgt af et talrigt følge af øvrighedspersoner og et talstærkt pressekorps. Besøget var lige ved at blive aflyst, men blev gennemført i et ganske pænt vejr. Søndag den 26.september, 40 års dagen for nedstyrtningen af den islandske flyver, hvor 7 blev dræbt, blev der afholdt en højtidelighed i Udmarken oppe under Knukur, der hvor flyet faldt ned. Der var over 100 mennesker forsamlet, overlevende, familie til dræbte, den islandske første pilot og andre, blandt andet nogen af redningsfolkene. Den færøske biskop holdt tale og der blev afsløret en mindeplade med navnene på de omkomne. Vejret var fint og både Silja Star og Brynhild sejlede mennesker til Mykines, ligesom helikopteren fløj 3 gange. Det var en bevægende højtidelighed, som mange var taknemmelige for, at der var taget initiativ til. |