Upprunalig printað í Oyggjatiðindi nr. 58, 12 december 1979. Við loyvi frá rithøvundin © Janus Mohr og Oyggjatiðindi.

Nogle ord:
Fleyge. At fange lunder i flugten med et ketsjerlignende redskab, et net udspændt mellem to slanke stænger for enden af en ca 3,6 meter lang stang.
Fleygeses. Det sted i fjeldet, man sidder og fanger lunderne. En slags stol, dannet af de forhånden værende sten, nogen gange i en beskeden fordybning i forhold til det omgivende terræn, således at fleygemanden sidder lidt skjult for de forbiflyvende lunder.
Der er forskel på lundernes flyveretning og vindretningerne.

Kópurin undir oynni liggur, lundin flýgur í ring.

Hesi orðini hjá Jóannesi Niclassyni úr ti 37. ørindinum í Brókatátti geva eina góða lýsing av tí, ferðamaðurin sær, tá hann vitjar tá vestastu av oyggjum okkara, Mykines.
Í Landalæruni, sum kam ut í 1926, skrivar Mikkjal Dánjalson á Ryggi m.a. um Mykines:
»Rundan um alla oynna eru berg við dimmum gjáum og fagurt grønum lundatorvum, flingrum og feitilendum. Lendingin er á suðursiðuni inni í einum hyli, so ikki nytist at draga bátarnar upp, tá kyrra er. Men stundum er øgiligt brim, og um veturin ganga mánaðir, sum tað hvørki slepst til ella frá oynni.
Mykinesfjørður er ógvuliga streymharður og óreinur og hevur orð fyri at vera versti fjørður í Føroyum. Har liggja Skjaldarbarboði Tindagrynnan, Mýlingsgrynnan, Saksunargrynnan og aðrar grynnur.«
Soleiðis sigur Mikkjal á Ryggi um Mykines í Landalæruni, sum kom út í 1926.
Sum yvirskrift brúktu vit brot ur Brókartátti. Eina aðra staðni í hesum sama tátti - í tí 34. ørindum - tekur Joannes Niclason saleiðis til: "Eg eigi jørð í Mykinesi, betri enn reyðargull" - Ja, óivað hevur jørðin verið betri enn reyðargull á Joannesar Niclassonar døgum, men nógv er umskift siðani tá. Um tað mundið vóru kanska eini 200 fólk í oynni, meðan tað nu bert eru eini 15-20 fastbúgvandi fólk, so tað sigur seg sjalvt, at jørðin og bjørgini ikki kunnu kasta tað sama av sær nú sum tá.
Men um alt hetta er ein farin tíð, er oyggjan tó vøkur og hugtakandi at vitja hjá fremmandamonnum, tí enn liggur kópurin undir oynni, og lundin flýgur í ring.

Í 1960-unum savnaði eg saman ymiskt søguligt tilfar vesturi í Mykinesi. Millum heimildarfólk mini var Niclas Hansen, ættaður úr Miðvági. Hann kom 15 ára gamal vestur til Mykinesar at vera á Handanágarðinum. Tað bar soleiðis til, at Mykinesmenn vóru í Miðvági í grind. Bóndin í Handanástovuni, Jákup, var við í ferðini, og bað Niclas koma at vinda sær undir meðan hann brýndi sær knivin á hvørvisteini.
Jakup fekk gott eyga á hesum fitta dreingi og spurdi hann, um hann ikki hevði hug at koma vestur til Mykinesar at læra seg at velta og fleyga lunda.
Niclas fór vestur og varð verandi á Handanagarðinum, til han giftist 25 ára gamal.
Niclas var, hóast ikki føddur á staðnum, av djarvastu mannum í bjørgunum og av bestu fleygamonnum - størsta veiða hansara eftir einum degi var 810 lundar, sum hann fleygaði norðuri á Nesinum, fýra fjórðingar frá bygdini. Hann var íðin fleygamaður, lunda um summarið og havhest um veturin. Eisini dámdi honum væl at rógva út, og mær er sagt, at visti hann, at onkur var í bygdini, sum ikki átti fekst - fugl ella fisk - var hann altið skjótur at geva burtur av veiðuni.
Niclas doði í 1969, 95 ara gamal.
Frágreiðingarnar hjá Niclasi her, sum mest viðvikja fuglaveiði eru endurgivnar orðarætt, sum hann sjálvur bar fram.         Janus Mohr
Top of page

Fleygasessir

Fleygasessirnir vóru nógvir í Mykinesi, og eg kann nevna nakrar av teimum. Oyggin var býtt í helvt eftir sum teir áttu av ognini á hvørjum plassinum. Bøndurnir høvdu síni pláss mest einbýtt. Lamba til dømis, tað er til Túalsgarðin. Har eru bara tríggir gyllin í Lamba, sum eru ogn. Lambin er 33 gyllin.
Tað vóru fimm sessir suðurá í Lamba: Fleytanevið, Drangsessurin, Hóva, í Setuni, og ein var uppi á Ryggi. Teir róptu tað Ryggin á Hvalagjónni. Har fleyg eisini suðurá.
Og so fleygaðu teir inni í Urðini fleiri staðni - ein urð, sum var innan fyri sjálvt slætta Lamba. Teir sessirnir høvdu eingi nøvn uttan bara inni í Urðini. Jákupi á Túali, hinum gamla, honum dámdi so væl tann innasta sessin í Urðini - hann var tætt inni við Myrkhelli - tí har fleyg so nógvur lomvigi. Men teir vóru ringir at fáa eyga á, tí tað bar upp í bergið.
Í Eggini í Múla er ikki meira enn ein suðursessur av røttum. Teir plagdu at fleyga suðurá heima í Bakkanum eisini við hvørt, tá ið hann var høgur í ættini.
Ein vestursessur er úti í Nevinum. Teir eru bara ein vestursessur og ein suðursessur har, sum teir vanliga fleyga í. Og so er eitt, sum teir rópa uppi undir Havinum. Tað er tað, sum gongur niðan imóti Rógvuni. Har var ein sessur.
Her uppi í Eggini kann eg nevna Skarðsfløtt. Tað var ein góður fleygasessur fyrr. Skarðsfløttur er beint niðan av bygdini. Har flýgur so nógvur lomvigi, og lomvigin bleiv ikki latin til landið. Tað átti man. Tað var likasum tá teir fiskaðu steinbit fyrr. Tað fekk man einki fyri. - Landnyrðingur var tann besta ættin uppi í Skarðsfløtti. Skúgvalið, tað var eisini á landnyrðingi.
Norðan fyri oynna fleygaðu teir í Kumlalíð, og har var eitt, sum teir róptu Gamlasessin. Har fleygaðu teir bæði havhest og lunda. Og so var eitt pláss, sum teir róptu í Bøkkinum. Har mátti man fara niður í linu. Tað eigur Túalsbóndin. - Og niðri á Lending, har fleygaðu teir á landsynningi.
Á Kálvadali vóru sessir uttafyri, har sum rættin er. Ein urð liggur har. Teir rópa tað í Vallaskriðu. Har vóru tveir góðir sessir, annar var norðurá og annar var suðurá.
Á Borgardali eru nógvir sessir. Í Ennisskriðu er ein góður sessur á landsynningi, og teir fleygaðu í honum á landnyrðingi eisini. Og so á Núgvunesi. Har gekk eg altíð, tí eg var í níggju ár í Handanástovuni (hetta hoyrdi til Handanástovuna), og tá var tað mítt pláss at ganga á Núgvunes.
Tað var best á Núgvunesi, tá tað er eystfall, tí tá rekur allur fuglurin undir Nesið. Har gongur ein strongur úr Núgvunestanganum, og tað tekur seg upp at flúgva, tá tað kemur í tað óslætta í streinginum, og kemur so upp í ringin upp á land at flúgva.
ì Bjørgunum eru eisini nógvir sessir. Har fleygaðist alla staðni í Bjørgunum. Eg gekk altið inn í Bjørgini - inn í Stúgvar. Eg plagdi at fleyga á Stórarygginum. Har vóru tveir sessir tætt tilsamans, Stóriryggurin og Keldan. Og Ryggin við Drang, har eru tríggir, sum eru eitt sindur burtur frá hvørjum øðrum. Har fleygaðist á høgætt.
ì Slumbuni fleygaðu teir eisini. Tað er eisini inni í Bjørgunum. Har fór ikki meira enn fjórðingurin til landið. Á Borgardali er tað triðingurin til landið, og í Bjørgunum er fjorðingur. Á Kálvadali er tað triðingur.
Í Skorunum eru góðir sessir, ja, og á Heimaranesi. Í Heimaranesi fleygaði eg ofta 500. Tað var helst á útnyrðingi. Tað var besta ættin á Heimaranesi. Og landsynningur niðri í bakkanum á Heimaranesi. Tá fleyg tað suðurá. Og tað er tann góða ættin í Tanga eisini, har inni í Skorunum.
Her nærhendis fleygaði teir allastaðni. Í Lírabergi. Tað er beint sunnan fyri Gásdal, men eitt sindur ovari. Og teir fleygaðu inni í Tindskriðu eisini. Tindskriða er áføst við íralið, og man kann ganga úr Íralið inn í Tindskriðu.
Í Gásdalsmúlanum høvdu teir vist tveir ella tríggjar sessir uppi í Urðini, og so var ein sum teir róptu undir Bólinum. Tað er beint niðanfyri Urðina. Har situr man undir einum steini. Í Gásdalsmúlanum eru ættirnar vesturætt og sunnan. Beinur sunnan er besta ætt. Tað flýgur suðurá í Gásdalsmúlanum, um hann er útsynningur sunnan. Tað er fyrsta plássið í oynni, sum tað flýgur suðurá.
Í Íralið vóru triggir sessir. Tað er Drangasessurin, ein, teir róptu Túgvusessurin og ein niðre á Helluni. Teir eru eru tætt tilsaman. Man kann næstan sláa stengurnar saman. Tað er alt á vesturættini, og er hann so høgur, at hann blivur norðan, so flygur vesturá.
Í Uldaliðbakkanum eru tveir sessir. Ein góður vestursessur og ein suðursessur. Ættin skal vera sunnan og upp til landsynning í suðursessinum. Og í vestursessinum í Uldallið er besta ættin útsynningur vestan.
Top of page

Lundafleyggj

Eingin er komin til reiðiliga túsund lundar á stong um dagin. Eg haldi, at ein sum æt Laurits, er tann sum hevur fingið mest- antin var tað Laurits ella Andrias á Túali. Teir fingu yvir 900.
Eg havi ongantið fingið meira enn 870. Tað var í Núgvunesi, og tá var eg við hús á miðdegi. Eg fór klokkan trý um náttina.
Tað eru fýra fjórðingar at ganga - longdin á øllum Mykinesi. Eg plagdi at ganga tað í hálvanannan tima, men tá rann eg tað nógva út eftir Borgardali, tí har er so slætt.
Dagin fyri, sum eg fekk hesar 870, bað bóndin meg fara yvir at fleyga. Ein húskallur, sum var í Handanástovuni tá, fór eisini henda sama morgunin, men hann var nakað seinni frá húsum enn eg.
Jákup, Handanábóndin, skuldi koma til mín. Eg kom í sessin klokkan fimm, og tá klokkan var sjey, kom hesin húskallurin, eg nevndi. Tá hevði eg fingið eitt sindur í triðja hundrað í tveir timar. Og hann bara bannaði, hvør hevði lovað mær - hvør hevði sent meg her í morgun. Eg segði sum var, at Jákup hevði sjálvur lovað mær, og at hann skuldi koma til min.
Hevði eg sloppið at sitið tann dagin, so haldi eg, at eg hevði fleygað 1000. Men eg mátti ryma til hús. Hann lovaði at reisti eg meg ikki úr sessinum, so skuldi hann koyra meg utav. Eg bant mær 100 til eina byrðu, koyrdi hitt í krónna, og so fór eg til gongu.
Ta eg kom niðan í Lánna á Borgardali, fór eg inn í Brúgvarendan í ein sess, sum har er. Har fleygaði eg úti við 100.
Top of page

Amboðini

Ein fleygastong er vanliga seks alin til longdar. Stangararmarnar plagdi eg at bruka frá sekstan handfangum og niður í tólv. Eg tveitti teir ikki burtur ella skoytti uppi teir, so leingi, sum teir vóru tólv handfang. Og tað gjørdi ikki mun, um stongin ikki var meira enn hálvsættu alin. Hevur man somu stongina í sama sessi, so flygur fuglurin altið eftir stongini.

Teir bruktu fyri tað mest keypt togverk til linur, men løgdu eisini viðhvørt. Teir spunnu tað burtur ur hampi - spunnu tað á bandasnældu. Teir søgdu, at tað var líika gott sum tað keypta.
Faksabondini vóru so sera sterk. Tey vóru so góð at lesa seg eftir, av tí grund, at tey lika sum strektu seg, tá man togaði á tey, og so styttu tey seg saman aftur, tá man lesti seg. Tá man fekk fótin í, var tað akkurát sum at ganga. Ein maður sum var lættur at draga upp í linu hevði lag á kroppinum á sær í tí, at teir drógu. Hann bleiv tvær ferðir so lættur at draga.
At vera í bandi, tað var alt ein kunstur. Ein maður, sum ikki dugdi, hann hekk deyður, hvørki rørdi beinini ella nakað. Og var loft, har sum teir drógu, so mátti man spenna beinini í og sveiggja sær langt út í luftina, og so inn aftur. Man svumdi via beinunum og hondunum í luftini, so at man kom rættur inn aftur.
Top of page