Staðanøvn hvørva!
Fólk flyta úr útjaðaranum inn á meginøkið. Henda gongd hevur við sær, at stórur partur av staðanøvnum í útjaðaranum hvørva, tí ongin er at nýta tey. Staðanøvn eru áskriftir, sum sipa til støð úti í landslagnum ella har fólk búgva, men samstundis siga tey eisini nakað um føroyskt mál, føroyska náttúru, føroyska staðfrøði og sostatt eisini nakað um sosialan felagsskap og samleika. Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, har eru uppskrivað eini 1500 staðanøvn.
Í okkara samfelag, sum er merkt av størri og størri miðsavnan kring stórplássini, geva vit okkum ikki rættliga fær um, hvønn týdning staðanøvnini høvdu fyri 50 – 70 árum síðan. Serliga á avbyrgdum plássum hava staðanøvnini havt avgerandi týdning. Á støðum har nógv virksemi hevur verið, td. í bjørgum, í bønum ella á lendingarplássum eru staðarnøvnini tøtt.
Staðanavn – hvat er tað?
Ja tað sigur seg sjálvt. Tað er jú navnið á einum stað – tað liggur í sjálvum orðinum.Tá tey fyrstu niðursetufólkini komu til Føroyar, hava tey kunnað seg við landslagið, hvar høgligast var at leggja at við skipi, hvar veðurbesta pláss var at seta búgv. Eftirhondini sum tey kunnaðu seg við oyggjarnar, landslagið og veðrið og eru komin at kenna hetta land betur, eru tey farin at seta nøvn á støð í landslagnum og umhvørvinum, har tey hava ferðast. Hetta er eitt tað fyrsta menniskju gera, tá tey stovna eitt samfelag. Sostatt kunnu vit siga, at staðanøvnini eru líka gomul sum málið. Staðanøvnini virka sum eitt slag av samskiftismiðli, tá fólk ferðast í landslagnum. Á henda hátt kunnu tey greiða frá, hvar tey hava ferðast, hvar tey hava verið stødd, tá tey upplivdu eina ávísa hending.Svenski staðarnavnagranskarin Jan Paul Strid við Univeristetið í Linköping nýtir heitið topolingvistikkur. Heitið vísir til málið, soleiðis sum tað møtir okkum í landslagnum. Á sama hátt sum vit tosa um søguna í landslagnum, kunnu vit tosa um málsøguna í landslagnum, um ta málsligu dimensjónina í landslagnum. Orðingin "at lesa landsløg" fær ein djúpari týdning, um hon umfatar tey minni um ta horvnu tíðina, sum koma til sjóndar í málinum. Á henda hátt verða stað og mál sett í samband hvørt við annað.
Málsligt samskifti er ein fortreyt fyri, at menniskju taka seg saman og byggja eitt samfelag og í samanspælinum millum menniskja og landslag hevur málið ein avgerandi leiklut Málið er eitt sosialt fyribrygdi, sum er neyvt knýtt at náttúruni. Sum meginregla kunnu vit siga, at í í teirri løtu, tá tveir persónar medvitað fara at nýta eitt ávíst navn um eitt ávíst stað, so tosa vit um ein navnabrúkarafelagsskap. Men ofta verða staðanøvn til innan størri sosialar felagskapir, t.d. á einum garði, í eini bygd, í einum landsparti ella á eini oyggj. Málið er við øðrum orðum ein mentanarfrásøgn, sum kann geva okkum upplýsingar um týðandi broytingar í landslagnum.
Staðanøvn og samleiki
Áhugin fyri staðanøvnum í Føroyum er stórur. Í summum bygdum eru menn farnir undir at savna og skráseta staðanøvn og leggja tey út á netið, so at onnur, sum hava tilknýtið til bygdina ella eru áhugað í teimum kunnu síggja nøvnini og gera viðmerkingar. Tann stóri áhugin fyri bygdasamfeløgum, serliga útjaðaranum í oyggjasamfeløgum, er eisini við til at vaksa um áhugan fyri staðanøvnum alment. Ein tann sterkasta felagsskapskenslan í einum bygdaumhvørvi er uttan iva bygdarmálið, tað lokala málið á staðnum. Tað er óivað ikki nakað fyribrigdi, sum kann knýta fólk so tætt saman sum málið, at tey hava eitt felags mál. Staðanøvn hava nógv størri týdning fyri felagsskaparkensluna og umhvørvissamleikan í einum bygdarsamfelag enn vit vanliga geva okkum far um.Hvør man orsøkin vera, at fólk hava so stóran áhuga fyri staðanøvnum. Føroyingar og norðurlendingar sum heild hava eina høgt menta staðarkenslu, serliga tá tað snýr seg um føði- og heimstað. Eitt tað fyrsta føroyingar spyrja hvønnannan, tá teir hittast í arbeiði ella í vertsskapi, er: Hvaðani ert tú? Øll eru vit ættað onkrastaðni og hetta staðið hevur eitt navn, sum vit seta viðkomandi í samband við. Ein trúlig orsøk til at fólk hava so stóran áhuga fyri staðanøvnum í okkara modernaða samfelagi er, at fólk síggja, hvussu skjótt samfelagið og landslagið broytast. Fólk flyta úr útjaðaranum inn á meginøkið. Henda gongd hevur við sær, at stórur partur av staðanøvnum í útjaðaranum hvørva, tí ongin er at nýta tey.
Staðanavnafunksjónir
Staðanøvn hava ymsar funksjónir. Tey eru fyri tað fyrsta ein hentur samskiftismiðil. Tey eru áskriftir, sum sipa til støð úti í landslagnum ella har fólk búgva, men samstundis siga tey eisini nakað um føroyskt mál, føroyska náttúru, føroyska staðfrøði (topografi) og sostatt eisini nakað um sosialan felagsskap og samleika. Av teimum ymsu funksjónunum eitt staðanavn kann hava er tann praktiska funksjónin – adressufunksjónin - yvirskipað hinum. Bústaðanøvn eru áskriftir til støð, har fólk hava fastan ella fyribils bústað. Hesi nøvn vilja tí halda sær longst, sjálvt um vinnulívið broytist radikalt. Hetta er galdandi fyri nøvn á húsum, gørðum og húsatoftum. Tær urbaniseraðu Føroyar hava eisini brúk fyri staðanøvnum. Av tí at tann siðbundni bygdarmiðdepilin veksur og ætlan verður gjørd um nýggj bústaðarøki, so økist eisini tørvurin á adressunøvnum, tvs. gøtunøvnum og veganøvnum fyrst og fremst, men eisini tørvurin á nøvnum á bústaðarøkjum og á ymsum stovnum er vaksandi.Staðanøvn í Mykinesi
Mykines er vestasta oyggj í Føroyum. Hon er góðar 10 km2 til støddar og er mett til 40 merkur. Oyggin lá sera avbyrgd, áðrenn fast tyrlusamband kom í 1981. Í 1920-30 tá fólkatalið var størst, búðu eini 180 fólk har vestri. Nú eru bert 10 fólk fastbúgvandi. Í Mykinesi eru uppskrivað eini 1500 staðanøvn. Staðanøvnini finnast í stórum tali, har fuglaveiða og seyðahald hava verið. Hetta er serliga galdandi fyri suðursíðuna á oynni, sum er sermerkt av teimum mongu rókaløgunum og djúpu gjáunum. Alt virðið, sum oyggin ber, hevur eina ferð verið gagnnýtt. Nógvur lundi er fleygaður, tað bera teir mongu lundasessirnir kring oynna boð um. Men nú verður bert ein lítil partur av hesum tilfeingi gagnnýttur og tí eru tey nøvn, ið eru knýtt til hesa veiðuhættir, um at hvørva.Mykineshólmur
Vestasta plássið í Føroyum eitur Knikarsboði. Mykineshólmur er 45 ha til støddar. Hann er væl vallaður. Ì 1909 var vitin bygdur Úti í Varpi. Út í Hólmi eigur súlan. At fara eftir súlini er aldargomul veiða. Súlan tekur land pálsmessudag 25. januar. Síðst í august mánað fara menn eftir súluni. Farið verður niður á røkurnar norðan fyri úti í Hólmi, m.a Loftrók, Urðin og Rókin í Hivni. Eisini verður farið á drangarnar, Píkarsdrang og Flatadrang vestan fyri Hólmin. Staðanavnið Í Traðki sipar til staðið, har mykinesrisin Óli Rami og gásadalsrisin Tórur Rami bardust. Til eina ferð fyrst í 70unum gingu 8-10 oksar úti í Hólmi. Áðrenn brúgvin var bygd í 1909, blivu oksarnir leiddir oman á Skarvaklett, koyrdir á sjógv, tiknir inn í eitt tíggjumannafar, ein oksi inn í hvønn skutin og síðan varð róð inn til Sørvágs. Jóhanna Maria Skylv Hansen hevur greitt frá eini slíkari ferð, tá mykinesmenn fóru til Havnar við oksum. Aftan á at brúgvin var komin, vórðu teir leiddir heim í bygdina og oman í Fjøru, har teir blivu fatlaðir og sleipaðir út til Smiril, sum plagdi at koma vestur um mánaðarskiftið september-oktober. Hann kom vestur við vetrarforsýningini og samstundis fór nógvar seyður avstað. Tað var matvøruhandilin Smæran í Havn, ið keypti oksarnar og seldi teir út aftur til fólkið í Havnini. Vestur við Hólminum eru nógvar gjáir. Ein av teimum eitur Kranagjógvin. Hetta er eitt ungt staðanavn, tí her stóð krani, sum lossaði alla vøru, sum kom upp á Hólmin. .Staðfesting av staðarnøvnum
Tá arbeitt verður við staðanøvnum er umráðandi at fáa at vita, hvar eitt staðanavn liggur. Vanligast er at staðfesta navnið á einum máliborðsblaði ella á eini mynd. So verður gjørd ein stutt lýsing av umhvørvinum kring staðarnavnið og sagt verður frá onkrari hending ella søgn, ið møguliga er knýtt til staðið.Men við nýggju teldutøknini opna seg nýggir og betri møguleikar fyri staðanavnagransking. Teldufyritøkan Munin hevur ment eina skipan, sum millum annað er vælegnað til staðanavnaarbeiði. Henda skipan byggir á GIS, sum stendur fyri "Geografisk Informatións Skipan". Her verða geografiskir upplýsingar goymdir, viðgjørdir og greinaðir – tvs. í telduni og hennara ritbúnaði. Í hesi skipan ber til at arbeiða við málsborðsblað og loftmynd, soleiðis kann ein neyv staðfesting gerast av, hvar eitt staðanavn liggur. Eisini ber til at leggja inn mynd av staðanavni, sum vísir lendið.
Staðanøvn í Føroyum
Staðanavnagranskarin Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini við Fróðskaparsetur Føroya metir, at tað munnu finnast millum 40.000 og 50.000 staðanøvn í Føroyum.Á Føroyamálsdeildini er føroyskt staðanavnasavn við tilfari frá eldri og yngri innsavningum, td. navnalistar, kort, ljósmyndir, seðlasøvn og bandupptøkur. Arbeitt verður áhaldandi við at skipa søvnini og at leggja tey inn á teldu.
Hjá tí, sum hevur áhuga fyri staðanøvnum ber til at venda sær til Føroymálsdeildina:
Postbústaður: | Postrúm 272 , FO 110 Tórshavn |
Bústaður: | V. U. Hammershaimbsgøta 16, F0 100 Tórshavn |
Heimasíða: | Fróðskaparsetur Føroya |
T-postur: | Føroyamálsdeildina |
Telefon: | 35 25 20 |
Faks: | 35 25 21 |
Heimasíða íð greiðir frá staðanøvnum við Gjógv. Sigvardsen
Heimasíðan hjá teldufyritøkuni Munin
Heimildir:
Strid, Jan Paul 2003: Varför topolingvistik? Sydsvenska ordnamnssällskapets årsskrift.
Weyhe, Eivind 1993: Færøske stednavnesamlinger – tilblivelse og tilgængelighed, í: Útgáva og atgongd. Norna-förlaget. Uppsala.
Hansen, Johanna Maria Skylv 1968: Gamlar Gøtur I. Helgi Justinussen Bókhandil. Tórshavn.