Inngangur Lundafleyggj Ein strevin fleygatúrur Draga lunda, taka lundaegg Lomvigafleyggj Eftir súluni Bjargaferðir Landpartur - tíggjund Bønarhald
|
Fyrst eg minnist og nakað langt út eftir, var nógvur lundi fleygaður í Mykinesi. Tað vórðu umleið 1000 fleygaðir um dagin. Jørgin var eina ferð á Núgvunesi, og hann fleygaði vist einar 1000. Og so fleygaði hann aðrar ferðir eisini 900, og eina ferð fleygaði hann 900 í Bjørgunum, á Urðarenni, teir kalla. Tað var ein vælsignað rúgva. Teir fóru eftir tí við báti.
Tá tað nú var so langt sum á Núgvunesi og í Bjørgunum, so máttu teir føra fuglin heim. Tað bar soleiðis til, at teir fingu kastað hann. Bátur lá undir í neðra og fór eftir honum.
Tá man fleygaði á plássum, har fuglurin ikki bleiv førdur, bleiv hann borin til hús. Eina mansbyrði roknaði man til 100 lundar. Tað var ein sámulig byrði. Tað, ið meira var, tað var ov nógv. Ein lundi man viga umleið eitt pund. Og tað er nóg tung byrða, men sjálvfylgiligt, teir hava borið 200. Og eg veit, eg havi sjálvur borið 220. Tað er nógv ov tungt. Men tað hava teir roynt at borið, tá tað hevur verið uppá tann máta, at man er komin upp á slætt toluliga í ljósum, og har, sum slættari hevur verið at ganga.
Inni í Bjørgum til dømis var tað hopleyst at kunna bera tað í heilum, tí har er bæði langt at ganga og ringt at ganga. Og lundi um summarið, tað er so skjótt, tað spillist. Einar tríggjar dagar, so er hann ikki brúkiligur.
Tá tíggjundin var latin, plagdi gamli Heini at spyrja meg, hvussu nógv eg helt vera komið av lunda í Mykinesi. Antin tað var heilt beint, at tíggjundi hvør bleiv latin, tað veit eg ikki, men tað vóru altíð einir 15.000 - 20.000 tá mest var. Tað var ein øgilig rúgva.
Hvønn dag var hvør einasti maður; tað vóru kanska einir 30 manns, sum gingu hvønn dag at fleyga. Og teir fleygaðu so nógv, sum teir kundu bera, og fingu teir ikki í einum stað, so fóru teir í eitt annað stað. Men nú er tað ikki soleiðis, nú leita teir ikki. Fáa teir ikki í einum plássi, so fara teir ikki víðari.
Tað viðraði altíð onkustaðni. Alt tað var nakað á landinum, so riggaði onkustaðni at fáa nakað.
Teir byrjaðu at fleyga á Jóansøku. Tað var tað fyrsta, men tann rætta fleygatiðin, hon er ikki fyrr enn átta dagar eftir Syftunsøku.
Ein strevin fleygatúrur
Einum heldur sjáldsomum fleygatúri skal eg siga frá. Eg fór úr einum plássi, sum teir rópa Bøkkinum, niður at fleyga. Tað er norðuri í Kumlalíð.Haðani fór eg longur niður. Men eg var ikki nøgdur við tað. Har fekk eg for lítið, og so gekk eg gjøgnum eina rók. Einsamallllr var eg. Fór so yvir í Sjúrðarberg, teir kalla. Tað er eitt berg, sum er einar fjøruti favnar, men tað er grasað og alt fult av fugli niður eftir. Tað er bara sinugras og so vorðið.
Eg fór upp aftur, har sum eg var niðurkomin og so niður aftur gjøgnum Sjúrðarberg fyri at fáa ein enda á. Eg hevði langan enda við mær, hann var klænur, men nokk var tað, so fór eg. Og eg fekk hálvttriðja hundrað lundar. Og tá eg var liðugur, var eg so keddur av tí, tí eg fekk teir ikki upp. Einsamallur var eg sum sagt.
Eg hevði bara eina lítla bastalínu, eitt sovorðið, sum teir kalla hoybaraband. So mátti eg upp, og eg fekk fuglin nakað upp í Sjúrðarberg, hesar hálvttriðjahundrað lundarnar. Tað vóru kanska einir tjúgu-fimmogtjúgu favnar eftir, men so slapp eg ikki longur.
Nú fór at seinkast á kvøldi. So knýtti eg upp í endan. Tað var so mikið langur endi, at eg fekk havt hann dupultan. Eg lesti meg upp og dró báðar endarnar upp og fekk 30 lundar uppi á hvørjum endanum. Soleiðis fekk eg 60 beinan vegin. Men so mátti eg niður aftur, lika niður aftur ígjøgnum at knýta uppí og so upp aftur at draga upp. Tað var ein strevin dagur.
Vit vóru gift tá, tað veit eg, tí at bangheit var komin á Katrinu, og hon hevði sent bróðir, Ívar, avstað at leita. Tá var seint um kvøldið. Eg haldi, klokkan var níggju. Tá hevði eg fingið alt hálvttriðja hundrað saman í posar og teggju, og nú hoyri eg so ræðuligt róp. Hugsi eg við mær - ja, ja, eg hevði forrestin væntað tað fyrr. Og hann rópar - harðmæltur var hann. Eg rópti aftur, men hann var so kvikur í vendini. Hann bar upp fyri luftina á Eggini, og eg rópti til hansara at biðja hann koma at hjálpa mær, men hann var so kvikur í vendini. Og hann heim aftur at fortelja, at eg var á lívi. Hann hevði hoyrt meg.
Tað gekk ein sovorðin tíð. Tá eg kom út á slætt - og gekk gjøgnum eina rók - tá var vánaIigt at ganga, og tað var heldur myrkleitt eisini - tá var eg so troyttur, at eg kann ikki siga frá tí. Eg legði 150 eftir har, koyrdi teir undir ein torvbakka, og so fór eg heim. Tað var ein ringur túrur. Ónatúrliga ringur. Tað er tann ringasti fleygatúrur, sum eg havi havt.
Draga lunda, taka lundaegg
Teir kundu fáa eini 100 egg í part í hesum ymisku plássunum, tá ið grunt var. Tey smakkaðu væl, lundaeggini, tá tey vóru nýggj og nývorpin. Men tá tað líður út og kemur í unga, so blívur tað ikki brúkt.Teir gjørdu heilt nógv av at draga lunda og kundu draga í túsundavís. Teir drógu ikki hvørt plássið meira enn annaðhvørt ár. Drógu teir í fjør, so varð ikki drigið í ár. Men tað kundi vera okkurt pláss í Bjørgunum, teir drógu árið eftir, sum ikki var fleygapláss, tí tað darvaði lundafleyggina at draga á hvørjum ári, og tað misfórst altíð nakað, tá man dró. Tað brotnaði altíð nakað av eggum.
Lomvigafleyggj
Tað var ikki veitt nógv av øðrum fugli enn lunda. Tað kundi vera onkur túrur, man gjørdi at fleyga lomvigar. Eg minnist, at einaferð fóru Ívar, bróðir, og eg niðan á Skarð at fleyga lomvigar, og vit fingu 150 bara eina løtu.Vit fóru niður á eina rók. Hon er breið og sløtt at ganga eftir, og so rukku vit upp við stong á hesar ymisku pallarnar. Ikki vóru vit í stand til at lesa okkum upp aftur, men so funnu vit uppá, áðrenn vit fóru, at hava ein blokk við okkum, tí boð høvdu vit nógv. Tað bar so illa til hjá bara øðrum at fara niður, tað var betri, tað vóru báðir, og so fóru vit niður. Men har er tað ikki meira enn 20 - 25 favnar niður. So bundu vit henda blokkin akkurát í upsini, og drógu ein klænari enda út í har, men hann var sterkur, og so høvdu vit eina ordiliga línu eisini, og góvu okkum sjálvum niður. Hildu okkum í hesa tjúkku línuna, og so tá vit komu til hina, høvdu vit hana tvørtur um miðjuna. Tað fór ígjøgnum blokkin, og tað gekk væl.
So komu vit niður á rókina, og tá vit vóru lidnir at fáa hesar - eg haldi tað vóru um 200, vit høvdu fingið - so tímdu vit ikki at fáa meir, tí tað var nóg nógv.
So fóru vit at royna at fáa hetta upp aftur. Ívar bant á seg, og eg taljaði hann upp. Tað gekk uppá stás. Hetta gekk so grúuliga leingi hjá okkum at fáa fuglin upp, tí tað var eitt so tungt tak hjá honum at taka teir upp um upsina, tá teir komu heilt upp undir. Hann mátti halda sær við aðrari hondini og taka teir við hinari, og so kundi tað vera tað, at eg hevði bundið nakað nógv uppí við hvørt. Men nokk var tað. Tað gekst væl hjá okkum, men tá vit vóru lidnir, vóru vit so fyrilagstir. Ívar helt, at tað var nógv betri at kasta allar út av, tí tað var nógv for strevið hjá mammu at fara at royta.
Men fuglurin kom so til hús í øllum góðum.
Eftir súluni
Tá teir fóru á drangarnar eftir súluni, fóru teir upp á Hólmin, upp á Bølið, teir kalla. So sat fólk har og helt í. Einir 10 manns ella meira fóru upp á Steinin, og so settu teir á ein enda, ein uppstandara, tað teir vóru mentir, so fingu teir tað upp á drangin, og teir fingu tað á eina bestemta skørr á dranginum. Tá teir høvdu fingið tað har at liggja, sótu hinir á Hólminum og hildu ella løgdu um ein hæl eisini, og so koyrdu teir tað niður og hálaðu upp, hálaðu henda klæna endan upp, inntil ein onnur lína var á komin upp á drangin. Teir plagdu at hava ein blokk við einari skivu i, tí tað er nakað høgt og tí nakað ringt at lesa seg upp, og tað drógu teir upp undir so langt, sum teir fingu, og so hildu teir. So fór ein maður, og hann bant annan endan á seg, sum var úti í hesum blokkinum, og so háIaði hann seg sjalvan upp eftir, til hann var á dranginum.Hetta er tann hægri drangurin. Hann man vera umleið 40 favnar. Hvørt ár fóru teir fyrr, men ikki nú. Nú fara teir bara upp á tann lága. Har fáa teir 100 súlur.
Á Píkarsdrangi fingu teir einar hálvthundrað. Hann er spískari - minni í erva.
Á Flatadrangi fáa teir umleið 100 súlur nú, men fyrr áttu tær ikki meir enn sum á hálvum dranginum, tí ein bakur átti heiman fyri. Flatidrangur er eitt sindur smalari um miðjuna, og heiman fyri tað átti ein bakur á hvørjum ári, og súlurnar komu ikki til hansara. Tær komu ikki heim um har. Hann vardi allan tann hálva drangin.
Einaferð, vit vóru til útróðrar, Andrias, pápi og eg, so sigur Andrias víð pápa: Aleksandur, høvdu vit nú fingið bakin av dranginum. So blakaði hann livur út. Jú, bakurin kemur, hann skjýtur, og bakurin liggur. Tað var í verpingartíðini. Nú bleiv bara ein bakur at síggja, tá vit róðu út fyri Steinsund. Men tað var skjótt eftir tað, so vóru tveir aftur. Nakrar dagar aftaná, at Andrias skjeyt hendan, hevði hann parað seg. So aftur nakrar dagar seinni fekk hann skotið tann triðja, og eingin er komin aftur síðani. Súlan for tá at eiga eftir øllum dranginum alt fyri eitt. So nógv kann tað gera hvørjum øðrum fortreð, fuglurin.
Á Hólminum tóku teir eisini súlur. Í hesum ymisku rókunum. Tær hava alIar navn. Loftrok og Urðin, Nýggja plássið, Gamla rókin, Norðasta rókin, Rókin í Hyvni og aðrar. Tað hevur hvør rókin sítt navn. Tað vóru stuttligir túrar.
Tá ið man for út á drangar, so mátti man endiliga hava eina fløsku við. Tað hevði hvør ein tann einasti, sum fór fyrstu ferð eftir súluni út á drangar. Og tá ið tú fórt í Hólmin, so hevði tú eitt krov við fyrstu ferðina. Hvør maður, sum ikki hevði verið fyrr - tað kundu gott vera einir 5, 6 - 7, sum ikki høvdu verið fyrr - teir høvdu hvør sítt krov við, og elsti maður, sum fór eftir súluni, hann býtti tað. Tað bleiv sundurskorið og býtt millum menninar. Og tað var ikki nokk við tað. Ikki slappst tú longur enn niðan um rásina - ein rás gongur eftir Hólminum í erva, uppi á Hólminum, tvørtur eftir eggini har - og har niðan um sluppu teir ikki, sum ikki høvdu verið fyrr. So plagdu teir at liggja og beistast í snarinum. Snar bleiv gjørt á endan á línuni, og har máttu teir liggja. So plagdu teir, sum ikki høvdu verið fyrr, at skiftast at vera har alla náttina ígjøgnum. Teir skuldu ikki niðan um fyrstu ferðina. Og fyrstu ferðina, tú fórt niður á røkurnar, tá skuldi tú eisini hava eina fløsku.
Tað munu vera einir 40 favnar niður á røkurnar. Súlulínan er nokk 50 favnar long, haldi eg. Men tað er gott - hampuligt - at koma niður. Menninir blivu koyrdir niður, og so bleiv línan uppdrigin, og teir vóru so eftir og drupu, til teir vóru lidnir. Hinir, sum høvdu koyrt teir niður, vóru ikki til taks eftir teimum beinan vegin. Teir fóru og sleptu niður á aðrar røkur, inntil fólk var farið á allar røkurnar. Men hvat gjørdi man tá - legði seg at sova íblant súlurnar. Og so uddi man í súlulúsum um morgunin, ja, sum eg veit ikki hvat. Tað var ein grúuligur standur.
Røkurnar eru nokkso breiðar. Tær eru einar tríggjar favnar í hvussu er, tær flestu av teimum. Men so eru mjógvar uppi í, sum eru ringir at ganga, tað vil siga í myrkri, tí tá er myrkt um Mikkjalmessútíðina. Tað er tíðin, man var eftir súluni. Men tað veit eg ikki. Tað gekk altíð nokkso væl, tí tað vóru sovorðnir menn, sum høvdu verið fyrr.
Teir kundu fáa einar 800 - 900 súlur. Tær blivu so kastaðar av rókunum niður í sjógv. Bátar lógu undir í neðra og hentaðu, men tað hendi seg ógvuliga oftani, at teir ikki kundu henta. Tað kundi koma brim, og so máttu teir draga upp, og tað gekk altíð meira enn ein dagur til tað. Tað var grúuliga strevið at draga upp og bera heim so nógv. Tað er ikki so nógv súla, ein maður kann bera, Einar tíggju súlur, tað er nóg tungt at bera úr Hólminum, tí tað er so illtungt at bera, og tað er tungt at ganga niðan gjøgnum Lamba, tá man var illa svøvntur, hevði vakt alla náttina og so framdeilis og tuskaður til í berginum, sum man hevði slongst har.
800-900 súlur, tað plagdu teir sum sagt at fáa, tá teir fóru í góðari tið. Men nú kundi tað vera, at veðrið tillagaði seg ikki - at teir fóru seinni - og tá kundi nakað vera farið.
Tær fara um Mikkjalsmessutíðina, í september mánað. Eftir hálvan, tá plagdu tær at fara. Um ta tiðina plagar man at fara eftir súluni. Ein góð súla vigar einar sekstan merkur.
Bjargaferðir
Tað longsta vit sigu, kundi vera um einar 60 favnar. Man mátti loysa seg úr viðhvørt og ganga eftir royðurókunum í berginum. Tað skuldi í grundini mót til at síggja niður fyri. Tað var kanska ein góðan fót sumstaðna og ein alin sumstaðna, man gekk eftir, og har mátti man ganga fleiri ferðir aftur og fram og bera so nógv, sum man fekk av havhestum eftir rókini.Har, sum hægst var at siga, var á Norðanesi, teir kalla. Tað er hetta nesið norðan fyri gjónna.
Landpartur - tíggjund
Tá teir fleygaðu so nógv og bóru tað heim, so lótu teir landpart av tí, teir bóru hvørja ferðina, men tað sum teir ikki bóru, lótu teir ikki landpart av, um tað var nakað, sum teir ikki kundu bera. Men hesi plássini, sum teir bóru - til dømis av Núgvunesi - tað var Handanábóndin, sum átti tað - har lótu teir ikki meira enn fjórðingin til landið. lnni í Bjørgum lótu teir eisini fjórðingin. Men tá teir komu heim um Tindarnar, so lótu teir triðingin. Á bjarglendinum.Men ikki á slættanum, har lótu teir helvtina. Tá tað var slættari at ganga og stytri, so komu teir til helvtina.
Á Kálvadali lótu teir triðingin. Og eisini á Borgardali. Í Árnafjalli varð nógv fleygað, og har lótu teir ikki meira enn triðingin til landið. Av øllum plássum heimanfyri bleiv helvtin latin.
Hetta er alt roknað heimanfyri: Gásdal, Íralið, Tindskriða, Skorarnar, og eisini Kumlalíð - norðan fyri. Har bleiv helvtin latin. Men tá man kom norð í Skriðu, har norður í Líð, so lótu teir ikki meira enn triðingin.
Tá nú fleiri áttu lendið, har fleygað var, so bleiv landparturin borin til tann, sum átti mest á tí ávísa plássinum. T. d. Íralið. Har bleiv landparturin borin norð til Poul - lítla Poul kallaðu teir hann, og so býtti hann út til teir, sum áttu. Poul átti so nógv har, hann átti fjórðingin. Og Gásdal. Har varð borið fyri dyrnar hjá Gamla Heina, ella norðuri á Lon, teir kalla. Og so býtti hann út til allar ánararnar á Gásdali. Hann visti best um, hvør ið átti.
Úti í Lamba fór helvtin til landið, og tað bleiv borið niðan á Túala. Og tað vóru ikki meira enn tveir gyllin, ið fóru frá. Stallhús átti annan, og tey niðri hjá Niclasi áttu annan.
Tað, sum bleiv fleygað í Eggini í Múla bleiv alt lagt uppá eitt pláss mitt í bygdini, og tað var ein maður, sum hevði uppsíggjandi yvir tí. Og hann býtti so út til teir, sum áttu hvørja ferðina, tí allar fjøruti merkurnar eiga í Eggini í Múla. Og so kundi tað vera, at tað ikki var hvørja ferð til hvønn gyllin. Allir fingu kortini, nakrir í dag og nakrir í morgin, av landpartinum.
Tann, sum fleygaði, átti helvtina óbeskorna, uttan bara tíggjundina. Hon mátti av, og tað bleiv helvtin borin út í Stovu og helvtin norð á Lon. Gamli Heini norðuri á Lonini keypti kirkjútíggjundina og tey í Ábrahamsstovu keyptu presttíggjundina.
Bønarhald við bjargaferðir og fjallgongd
Teir brúktu tað, bæði tá teir fóru til bjarga, og tá teir fóru á fjall, at teir løgdu seg at biðja.Tað plagdu at fara einir fýra manns inn í Íralið at fleyga, og tá teir komu inn á Íralíðheyggj, so løgdu teir seg altíð niður at biðja, áðrenn teir fóru inn um eggina.
Íralíðrók, hon hevur altíð verið góð at ganga, grýtut og soleiðis var hon, og har er eitt portur á. So løgdu teir seg har at biðja, áðrenn teir fóru.
Tá teir komu longur niðan, niðan undir Leitið - tá man fór til dømis inn á Gásdal at fleyga - so løgdu teir seg eisini. Teir fóru upp um garðin, og so løgdu teir seg niður, tá teir komu inn um garðin, at biðja, fleygamenninir.
Og tað sama var, tá teir komu longur niðan, Tá teir komu niðan í Líraberg, teir kalla. Har fóru teir inn um garðin, og so vendu teir sær aftur, løgdu seg á garðin - hann var flagaður hinu megin - løgdu seg oman á hann at biðja til Guð, áðrenn teir fóru.
Og líkaleiðis, tá teir fóru á fjall. Til dømis, tá teir fóru inn í Skorar á fjall. Tá løgdu teir seg eisini uppi undir Túgvuni.
Tá teir fóru á Borgardal, løgdu teir seg á eitt ávist stað.
Tá teir gingu longur niðan, tá teir fóru í Bjørgini at fleyga ella á fjall inn í Bjørgini, so er ein bakki har, og á tann bakkan løgdu teir seg hvørja ferð, áðrenn teir fóru inn um eggina. So bleiv band upptikið, og so hildu allir menninir í bandið, tá teir fóru inn um, tá teir reistu seg upp aftur og høvdu biðið. So gingu teir víðari.
Tá ið teir fóru upp í Hornið í Hóa, løgdu teir seg inn til tað, teir kalla Tvørtur í Grøv.
Tá ið teir fóru á Borgardal, nú eru teir komnir á Kleivina. Har legði so alt seg.
Eg veit ikki, um allir menn løgdu seg at biðja, tá teir fóru her út í Dal og út í Lamba. Men eg veit nógvar menn, sum løgdu seg niður uppi í Skúgvalið, áðrenn teir fóru upp um garðin.Og eisini tá teir fóru í Skarðsfløtt. Tá løgdu teir seg niður har.
Tann maðurin, sum fór inn í Kumlalíð at fleyga, legði seg niður at biðja, áðrenn hann fór inn um eggina. Tá teir fóru norð í Líð eisini, løgdu teir seg við varðan á ovara Reyni, og tá teir fóru á Kálvadal, løgdu teir seg við varðan í Skarðinum. Tá teir fóru á fjall var tað so, at tá teir høvdu biðið, bleiv fólkið ordnað hvørt í sína ódn og spjaddist sundur. Tá blivu teir ikki samhildnir longur.
Táð var allastaðni runt um Mykines, áðrenn teir fóru á bjarglendi, at teir løgdu seg niður at biðja. Tað var ein ónatúrliga góður siður, tað er einki við at gera.