Mint verður á, at tað bert er tyrlusamband við oynna. Tann, ið ætlar sær út í oynna, má verða tíðliga á fótum at tryggja sær pláss við tyrluni. Tað er eisini møguligt at leiga tyrluna.
Setið tygum í samband við okkum um telefon, bræv ella teldupost: : mykines@post.olivant.fo
Brev: Katrina Johannesen, 388 Mykines
Kristianshús |
Telefon |
31 29 85 |
Fax |
32 19 85 |
Katrina Johannesen |
Telefon |
32 19 85 |
Mobil |
21 29 85 |
Sólarmyrkingin
Lutvíst sólarmyrking verður um alt Evropa, stórum parti av Norðurafrika og langt eystureftir inn yvir Sibiria.
Í Mykinesi verða tíðirnar hesar:
1. kontakt, mánaskuggin nemur við sólarrondina | 8.38:33 UT |
2. kontakt, full myrking byrjar | 9.40:10 UT |
Full myrking – og nú er myrkast | 9.41:23 UT |
3. kontakt, sólarrond kemur undan | 9.42:35 UT |
4. kontakt, sólin leys av mánaskugganum – myrkingin er at enda komin | 10.46:58 UT |
Klokkutíðirnar galdandi fyri Tórshavn eru nærum tær somu – innan fyri 1 minutt – men fulla sólarmyrkingin er 24 sekundir stytri, tí Tórshavn liggur umleið fyri 45 kilometrar longur burtur frá miðdeplinum enn Mykines.
Skiftandi og óstøðugt veðurlag eyðkennir Føroyar, men við vakrastu sólskinsdøgum á øllum ársins tíðum eru tær frægari, enn mangan ljóðar. Verður skýggjað loft, meðan sólarmyrkingin varir, sæst í øllum førum myrkrið síga seg niðurá oyggjarnar. Tá fara fuglarnir øðrvísi at: hønurnar seta seg á vaglið, dunnur og aðrir fuglar seta seg ella reiðrast!
Fleiri upplýsingar eru at finna á alnetinum um sólarmyrkingar sum heild og eisini burtuav um 20. mars 2015.