Verður súlan einsamøll eftir á Mykinesi?
Grein upprunaliga prentað í MAGN 1976, © MAGN 1976Endurgivin við loyvi frá Alan Brockie, fotografur, Tórshavn
MAGN hevði í mei mánaði 1976 samrøðu við Símun í Mykinesi og tað er út frá hesum, greinin er skrivað. Símun eru farin. Hann andaðist um hálvan juli mánað úti í Mykinesi. Friður verði við minni hansara.
I dag fara menn eftir súluni mánaðarskiftið august og septembur og hava teir hesi seinastu árini fingið 450 súlur.
Fyrr fóru teir ofta tríggjar ferðir um árið eftir súluni. Eina ferð eftir hvítari súlu, fyrst í mei áðrenn hon varp. Síðan um mánaðarskiftið august og septembur og einaferð seinast í september mánaði eftir tí súluni, sum ikke var búgvin fyrru ferð.
1200 súlupør í Mykinesi.
Ein, sum hevur verð nógv efter súlu, er Símun í Mykinesi, sum í dag er 85 ára gamal. Han býr í Havn um veturin, men úti í Mykinesi um summarið.
"Vit fingu meira súlu fyrr enn nú. Eg minnist einaferð vit fingu 900 súlur. Men tað fær man ikki í dag.
Tað er nokk til av súlu, fyrra árið fingu teir hálvtsætthundrað súlur og í fjør fingu teir hálvtfimthundrað.
Tað sigst at har eru 1200 súlupør úti í Mykinesi, og tað haldi eg kann væl passa, tað teir fáa upp í 900 súlur kunnu tað gott búgva 1200 pør harúti«.
Símun kennir nøvnini á teim ymsu plássunum og sigur okkum, hvussu nógv teir pleyga at fáa á hvørjum staðnum. Tað er eitt rættuliga fast tal, íð kan fáast á plássunum.
"Á Loftsrók, tí rókini sum eru lopin, fingu teir einar 200 - 250 súlur. Í Urðini fingu teir gjarna 300 og í Nýggja Plássi fingu teir 100 og á Gomlu Rókini fingu teir 90 súlur. Á Norðastu Rókini var tað so ójavnt.
Loftsrok er avkvett av einum lopi, so har er ikki komandi til. Og tað fór eisini nógv súla við lopinum.
Úti í Drangunum vóru teir eisini. Á Píkarsdrangi fingu teir 40 súlur, meðan teir á Flatdrangi fingu einar 140«.
Eftir hvítari súlu.
Av tí hvítu súluni hevur ikki so nógv verið tikið, sum av grásúlu. Tað var í mei mánaði, at farið varð eftir hvítu súluni. Og tá kravdist størsta varsemi, tí vaknaðu tær, so var alt á flogi beinanvegin. Símun sigur okkum, at teir vanliga vóru í koti og løgdu seg so oman á tær at drepa. Maður kundi hava 10 súlur undir kotinum og drepa, so at tær ikki fingu málið fyri seg.
Tá teir fóru eftir grásúlu, var tað ikki øll súlan, sum varð tikin. Tað sum ikki var búgvið, slapp at sita eftir. Tað eru fuglar, sum eru ov mikið dúnutir. Hesar kalla teir omplar. Símun sigur, at um teir vóru húgvuhvítir gjørdi ikki so nógv, men var meira dún, so vórðu teir ikki tiknir.
24 mans í skipanini.
Tað vóru nógvir mans, sum fóru eftir súluni og er tað skilligt til so tungt arbeiði. Vanlig skipan var 24 mans, tí tað var í fleiri plássum, at menninir ikki vóru drignir uppaftur, men vóru sitandi, meðan hinir hildu leiðina fram. Línan er tung og vanligt var at draga 15 súlur í senn.
»Tað er eitt ólukksáligt knoss, um alt skal berast upp og berast til hús av hólminum. Tí súlan er tung og vigar sínar 12 merkur. Maður kundi bera 16 til 18 av teimum.
Tað er frægari at fara heim við báti, tí so kann súlan tveitast á sjógv og heintast upp í bátin. Tað er so nógv betur, men tá krevst at vera góð kyrra«.
Bytið broytt.
Afturfyri stríðið fáa teir so súluna. Men áður hevur tað verið so, at súlan varð býtt til teir, sum áttu jørðina. Teir, sum onga jørð áttu, fingu ikki nógv og tað var langt ímillum, at teir áttu tørn at fara við og fáa part. Tá var súlan býtt í áttingar, eftir markatali. Tað eru 40 merkur í Mykinesi, so tað fóru 5 merkur uppá hvønn partin.
Men á eini grannastevnu í 1909 varð hetta broytt soleðis, at súlan skuldi býtast í helvt, ein jarðarpart og ein mannpart. Soleiðis fingu tey jarðarleysu meira part og áhugin fyri at fara eftir súluni vaks.
Men í dag fer tað ikki fram við sama býti. Nú fær hvør maður, sum við er, ein part, bátarnir fáa part, línan fær og um ross er við, fær tað eisini part. Tann, sum línuna røkir, fær part fyri hana og bygdin fær ein part.
Bert súlan eftir?
Men hvussu leingi aftrat man tað fara at verða, at menn fara eftir súluni. Fólk er lítið eftir í oynni og av mannfólki er ikki nær til nóg mikið til at fara eftir súlu.
Símun sigur okkum, at einaferð, tá hann var ungur, vóru einir 30 ungir menn á Suðurlandinum og sigur hann, at tað vóru líka nógvir heima. Tá mest av fólki hevur verið, vóru tey 180. Táð var í 1930.
»Men í 1932 mistu vit ein mann og aftur í 34, tá fóru átta ungir menn, sum gingu burtur við einum Vestmannaskipi. Í 1935 komu tuberklarnir og teir reinskaðu heila kommersið, sum tað var. Og tað, sum reddaðist, tað flýddi av oynni«.
»Har er ikki verandi um veturin. Men var eg ungur, so gjørdi mær ikki mun, hvussu tað leikaði í. Men ikki nú eg eri gamal. Komandi vetur verða ikki nógv harúti. Nú fer lærarin avstað, so har verður ikki eitt kryb eftir«, endar Símun í samrøðuni við MAGN.