Vešurlagiš ķ Mykinesi.

Taš er vert at hava ķ huga, at frį sjóvarmįlanum og 200 m. upp er vešurlagiš milt, "tempereraš"; taš ger tann 10ŗ C "heiti"havstreymur, Golfstreymur, sum alt įriš rekur framviš Fųroyum. Omanfyri 200 m. er arktiskt vešurlag. Ķ Mykinesi er sera haršbališ vešur og er mangan verri enn ķ hinum oyggjunum ella ķ Europa.Vešriš er skiftandi og mangan broytist óvęntaš og brįdliga bęši į sumri og vetri. Vešriš kann vera heilt ųšrvķsi enn ķ hinum oyggjunum. Tann, iš ętlar sęr śt ķ Mykines, eigur tķ at kunna seg um vešriš jśst tann dagin. Mjųrki kann vera bęši ķ Tórshavn og ķ Sųrvįgi – mešan besta sólskinvešur er ķ Mykinesi. Ein annan dag kann jśst vera ųvugt.

Mykines er brimplįss

Lendingin er opin móti havinum frį landsynningi sušur um til vestan og sjįlvt ķ fagrasta summarvešri kann verša ókyrt og ein kann undrast į, hvķ so er. Brįdliga og uttan įvaring gerst ókyrt, skiftandi sama dag. Vindur, ętt, streymur viš mysing, fjųra, flóš eru kendar įrsųkir. Ęttarskifti kann fųra ókyrru viš sęr bęši vetur og summar. Mykinesfjųršur er tiltikin fyri haršan streym, sum ķ mysing kann reka einar 9-10 mķl (15-20 km./t). Taš er įhugavert at gera sęr greitt, at ķ śtsynning śr oynni, t.v.s rętningurin av Hólminum, er opiš hav heilt yvir til Karibisku oyggjarnar, einar 4000 km. - mešan ķ landnyršing er einki land, fyrr enn tś kemur til oyggjarnar ķ Barentshavinum, Franz Josefland og Novaya Semlya. Móti noršuri er nęrmasti stešgur Noršpólurin (ella ķsurin viš pólin!) og ķ sunnan er opiš sušur ķ Antarktisk. Móti vestri er frķtt og opiš inntil sušureystur Grųnland. Fyri eystan eru hinar oyggjarnar og handan tęr Vest Kap ķ Noregi! Vissuliga liggja oyggjarnar frķtt ķ Noršuratlantshavi og longst ķ vestri er Mykines.
Taš er sannlķkt, at ókyrra stendst av aldum frį ódnarvešri langt śti ķ Atlantshavi. Lįgtrżst og vindur gera sķtt til ókyrruna.
Alduforsųgnir eru at finna į DMI“s heimasķšu.

Brimiš

Sum nevnt er Mykines brimplįss burturav. Į vetri er ókyrt ķ fleiri dagar, so ikki er komandi at lendigini viš bįti. Brimiš kann verša ųgiligt! Hólmsmegin brśnna er skrįur betongmśrur stoyptur sum bylgjubrótari, sum foršar sjógvi og gróti at koma śt į brśnna. Brśgvin er 27 m. uppi yvir vatnsskorpuni (ķ mešal). Ķ 1988 var ódn og giršingin śr jarni į brśnni boygnaši. Tann brśgvin lį hęgri enn tann, sum nś er! Tį hendi eisini hśsaskaši śti ķ Hólmi. Móti sušri er Hólmurin hella og hon fer undir ķ aldunum, tį nógv brim er. Tį hųgęttaódn er, er kyrt sunnanfyri, tķ taš steyrrętta 200 m. hųga bergiš fyri noršan lķvir vęl tį. Vert er at vita, at flįgirnar ķ Hólminum hava stųrsta hall ķ ųllum oyggjum, sum tęr stevna 16 stig ķ ein landsynning. Allur Hólmurin hevur hetta halliš frį eggini fyri noršan til helluna fyri sunnan. Myndir tiknar av brimi śti ķ Hólmi vķsa froyšin fśka 70 m. upp ķ luftina.

Dųmi kunnu sķggjast į myndunum. Trżst į lķtlu mynd fyri stųddarųking.

Click for larger image. Į hesi mynd sęst froyšurin rųkka 50 m. upp ķ loft. Brśgvin er 27 m. yvir havinum. Vinstrumegin sęst 32 m. hųgi Pķkarsdrangur . Pakkhśsiš ķ Hólmi liggur 50 m. yvir havinum.
Click for larger image. Į hesi mynd sęst froyšurin mitt į myndini rųkka 70 m. upp ķ loft. Hęddir annars sum įšur nevndar. Vitameistarahśsini liggja 100 m. yvir havinum og vestan fyri froyšin.

Trżst her fyri at sķggja fleiri myndir av brimi ķ Mykinesi.

Mykines skild frį umheiminu

Įšrenn tyrluflśgvingin kom ķ lag, kundi Mykines verša uttan samband viš umheimin ķ langa tķš. Į vetri 1940/41 ella 1941/1942 kom postbįturin ikki śt fyri lendingina ķ 92 dagar og tį gekk undan viš margarini, melis og mjųli! (Bįtur kom tį eina ferš undir oyggj (noršanfyri), men sera mųšsamt var at koma nišan frį og heim viš vųru). Ķ 1980-įrunum var einki samband ķ 68 dagar.
Nś er slķkt fariš ķ sųguna, tķ tyrluflśgving er alt įriš. Fyri nųkrum įrum sķšani var vešriš so ringt, at sjįlvt tyrlan kundi ikki flśgva ķ 10 dagar. Noršanęttin hevur haršar hvirlur viš sęr, sum gera lendingarplįssiš hjį tyrluni ótrygt!

Vešurmįtingar

Vešriš ķ Hólminum er bókfųrt nś ķ 100 įr. Taš var partur av arbeišnum hjį monnum, sum settir vóršu av "Fyr- og Vagervęsenet". Dagliga vóršu mįld vindur, hiti, avfall, luftvęta og sjóvarhiti.
Til Kųbenhavns Universitet vóršu eisini send boš um noršlżsini.
Ķ dag eru mįtingarnar sjįlvvirkandi. Vindur veršur mįldur, tį hann er meiri enn 5 m./sek. ķ mešal. Hęgsti og minsti hiti verša mįldir seinastu 12 tķmar saman viš luftvętu og lufttrżsti. Hesar mįtingar verša gjųrdar 8 feršir um samdųgniš og kunnu sķggjast į DMI heimasķšuni.

Mįtingar undir seinna heimsbardaga vķstu avfall ķ Hólmi: 736 – 967 mm um įriš. Hetta er minni enn ašrar mįtingar ķ Fųroyum. Sama tķšarskeiš vóršu mįldir 2252 0g 3232 mm viš Strond noršanfyri Klaksvķk.

Vindur, stormur, ódn ķ Mykinesi

Ųll, iš lurta eftir vešurtķšindum, frętta um nógvan vind serliga į vetri ķ Mykinesi. Hólmurin hevur mangan hęgstu vindmegina ķ Fųroyum. Nś stendur vindmįtarin ovast į vitanum og tķ 125 m yvir havinum og 10 m. yvir hólminum. Men metingarnar eru tó galdandi fyri jśst taš stašiš, har tóliš stendur! Jś, vindurin er nógvur ķ Mykinesi. Į sjónum er vindurin minni og javnari enn uppi viš vitan og ikki eru so haršar hvirlur. Bęši ķ Hólmi og bygdini kunnu hvirlurnar bresta į viš ógvusligari styrki. Vissuliga er nógvur vindur ķ Mykinesi.
Um ein ódn į Mykinesi (og Fųroyar) tan Januar 2008 Sidste nyt fra Mykines.

Ymisk met

Ķ Hólmi var frostmet 2. aprķl 1968, tį vóru 10 kuldastig. Kaldasta mįting var fyri Fųroyar eru 12,3 kuldastig į Vįga floghavn tann 4. mars 2001.
Ķ Hólmi var vindferšin 50 km/sek. (180 km./t.) tann 7. mars 1997 og 15. januar 1999. Sama dag ķ mars var haršasta hvirlan 66,9 m./sek. (240 km./t). Ódn er, tį vindmegin er 12 mett eftir Beaufortstiganum, t.v.s. 32,7 m./sek., - og hann gongur ikki hęgri enn til 12! Hugsa vit okkum hann "longdan", hevši mįtingin veriš18, men hon finst ikki! (Eina ferš bošaši Hólmur frį 16, men tį komu boš frį DMI , at 12 var hęgst). Nś veršur mįlt ķ m./sek., sum ikki hevur eitt ovara mark. Mįtingarnar vķsa, hvussu vešriš leikar ķ!
Ķ bygdini er vindurin ójavnur alt eftir, sum ęttin er. Stormur kann vera ķ Hólmi, mešan bygdin liggur ķ lę. Landnyršingurnoršan kann hava haršar hvirlur ši bygdini. Ķ Hņlmi er śtnyršingurvestan hvirluętt.
Tś kanst lesa um ódnina ķ Mykinesi (og Fųroyum) 31 januar 2008 ķ Seinasta um Mykines (ą Donskum).
Tį ódn leikar į ķ Mykinesi, kann taš koma fyri, at tann, iš vitjar, veršur at liggja nįtt hjį teimum, iš hann vitjar, tķ ringt er at finna fótafesti uttanfyri og lķvsvandi kann standast av at fara śt fyri dyr.

Sķmun av Skarši sigur ķ tjóšarsongi okkara so vęl frį hesum ķ regluni "į vetri so randhvķtt"- Jįkup Dahl, próstur, er beinrakin viš sanginum: Haviš sang yvir męr vųgguljoš, brimiš meg ruraši ķ blund.